hósdagur 18. oktober 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Hóast øll í landsstýrinum eru vald ting
fólk, so er tað eingin sjálvfylgja, at
nýggja landsstýrisfólkið eisini telist
millum tingmanningina hjá Javnaðar
flokkinum.
Formaðurin í Suðuroyar syðra Javn
aðarfelag segði við in.fo, at tað er ein av
tala, at nýggja landsstýrisfólkið skal
vera úr Suðuroy. Tað er ilt at síggja,
hvør tað skuldi verið. Kristin Michelsen
er á veg úr flokkinum, og Bjarni Hamm
er verður valla fyrsta valið.
Fyri at avmarka trýstið innanfloks er
helst neyðugt at seta avmarkingar. Og
tá er lættast at siga, at tað skal vera
onkur úr tingmanningini. Men har eru
avmarkaðir møguleikar. Av teimum 8,
sum vórðu vald á ting 1. september í
2015 eru 3 í landsstýrinum, Aksel V. Jo
hannesen, Eyðgunn Samuelsen og Rig
mor Dam. 2 eru rýmd, Sonja Jógvans
dóttir og Kristin Michelsen. Henrik Old
ein. Eftir eru Heðin Mortensen og
Bjarni Hammer – og so tey 3 varafólkini,
Helena Dam á Neystabø, Jónleif Jo
hannesen og Kristianna Winther Poul
sen – og Djóni N. Joensen, sum gleið út,
tá Henrik Old aftur í kom í tingið.
TÍ er sannlíkt, at valið fellur á Heðin
Mortensen. Hóast flokkurin skiftir ein
72 ára gamlan inn fyri ein 71 ára gamlan,
so ber væl til at grundgeva skilagott fyri
tí.
Eingin hevur fingið so nógvar at
kvøður, sum Heðin Mortensen fekk til
býráðsvalið – 2.637. Hóast Javnaðar
flokkurin var sera sterkur í Havn sein
ast, so er flokkurin hóttur av øllum inn
anhýsisrumblinum. Men flokkurin veit,
at tann, sum vinnur valið í Havn, vinn
ur løgtingsvalið.
Litríkur sum Heðin Mortensen er, so
kann hann gera vart við seg sum lands
stýrismaður. Hóast hann ikki fær loyst
málið um innkomuvegirnar í Havn og á
Skálafjørðinum, so kann hann t. d. fáa
eina verklagslóg í tingið, so gongd kem
ur á málið.
Men mest av øllum, so kann Heðin
Mortensen tryggja flokkinum undir
tøku í høvuðsstaðnum og halda upp á
teir veljarar, sum annars kundu farið til
Sambandsflokkin. Tey sum kenna
Heðin vita, at hann takkar ikki nei – og
tá hetta er seinasti møguleiki hansara
at koma í Tinganes eru sannlíkindini
tess størri, at tað verður úrslitið.
72 ára gamal inn fyri 71 ára gamlan
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
19. OKTOBER 2018
Vilt tú eisini
verða lærlingur
innan húsasmíð?
Vit søkja eftir 2 lærlingum at byrja skjótast
gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Krøv og væntanir til umsøkjaran: Tú mást
vera nærlagdur, hava áhuga í at læra eitt væl úr
hondum greitt handverk. Eisini er neyðugt, at tú
ert virkin, jaligur og vísir góð evnir at samstarva.
Vit bjóða spennandi uppgávur, har tú sleppur
at royna teg innan nógv ymisk øki av hand verki
num gjøgnum lærutíðina. Vit leggja somuleiðis
stóran dent á at hava trygd og trivnað á
arbeiðsplássum okkara.
Eysturlon er byggifyritøka, við royndum yvir
35 ár, um 35 starvsfólkum, og hava vit fleiri
verkætlanir koyrandi samstundis. Gott høvi er at
royna mangt ymiskt innan handverki.
Ert tú áhuga /áhugaður í at
koma í læru hjá okkum ella vilt tú
bara hoyra nærri, ert tú vælkomin at
ringja ella senda sms á tlf. 284256, Jógvan Hans,
ella á tlf. 283577, Anna Maria.
Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdar
lýsing (CV )skal sendast til eysturlon@eysturlon.fo
ella á postadressu:
Eysturlon
Smyrilsvegur 3
Postboks 37
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta
lagi fríggjadagin 26. oktober 2018
Eysturlon | Smyrilsvegur 3 | FO-100 Tórshavn | Tel. +298 28 42 56 | eysturlon@eysturlon.fo | www.eysturlon.fo
Eysturlon er eitt byggivirki, ið hevur yvir 35 ára royndir innan nýbygging og umvæling. Vit hava bygt og
umvælt bæði størri og smærri bygningar við sera góðum úrslitum. Hjá Eysturlon arbeiða uml. 35 starvsfólk.
Søk áðrenn fríggjadagin 26. oktober
Smyrilsvegur 3
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Tel. +298 28 42 56
eysturlon@eysturlon.fo
www.eysturlon.fo
S T A R V S L Ý S I N G