Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Alt kann henda, tá grammleikin fær fast­a­tøkur á menniskjanum. Tað er júst tað, sum eyðkennir banka­heimin í dag. Í meira enn eitt ár hava vit hoyrt um, hvussu Danske Bank hevur gjørt sær dælt av at vaska pengar reinar fyri per­ són­ar og brots­mannalið, har ið sann­leik­in um, hvussu pengarnir eru komn­ir, ikki tolir dags­ins ljós. Sjálv­ur Putin og familja hans­ ara sig­ast at verða millum teirra, sum eiga mill­i­ard­ir­nar, sum Danski Banki hev­ur vaskað reinar, so skatt­a­vald­ið ikki fær uppsporað, hvaðani pengarnir koma og enn minni fær pengarnar til skattingar. Gølan við stuldrinum av end­ ur­gjald­i­num av vinn­ings­býtis­ skatti yms­a­staðni í Evropa er eis­ini skelk­andi. Hetta er søgan um full­komna grammleikan. Um hvussu bankafólk og ráðgevar og so­kall­aðir fíggjarserfrøðingar seta skip­að svik og stuldur í system vit snýta fólksins størsta kassa, lands­ kassan, fyri pengar, sum skulu fíggja vælferðina hjá okkum øll­ um. Vit hava uttan iva góðar skip­ anir hjá tí almenna, sum skulu halda eftirlit við, at alt fer rætt fram. Men eingin skipan er betri, enn fólkini, sum gera hana og um­ sita hana. Tú fært varhugan av, at hol verða gjørd í skattaskipanir við vilja. Í øllum førum eru tað klók fólk, sum sita og granska skatta­ skip­an­ir í øllum londum – bara fyri at vita, hvussu tey kunnu snýta og stjala sum mest. Tey gera tað ikki fyri at hjálp okkum øll­um, so okkara pengar ikki verða stoln­ar. Nei tey gera tað heldur fyri brots­ fólk av ymsu slag. Fólk, sum drepa fyri eitt gott orð og sum spreiða eit­ur. Tað ljóðar sum tað skal vera ein lætti at hoyra okkara hægsta mann í Taks vissa okkum um, at eingin hev­ur stolið vinningsbýtisskatt úr okkara landskassa. Vit vóna, at tað pass­ar. Men at slíkur vantandi moralur, sum eitt nú Danski Banki hevur víst, kostar pengar, vísa kursirnir á danska partabrævamarkanðinum. Hig­ar­til í ár hava eigararnir í Danske Bank mist yvir 100 milli­ ard­ir krónur, sum bankin er tódn­ að­ur í virði av reinum og skarum gramm­leika. Før­oy­ing­ar hava uttan iva sína hugs­an um hendan danska bank­a, sum í 1993 lumpaði Maritu Pet­er­ sen, løgmann, at alt var í fínasta ord­an, tá landið tók yvir Føroya Banka. Tað vísti seg, at landið mátti punga út við 2,7 milliardum krón­um. Bankar í Evropa gera sær ómak at ger­ast fólksins fíggindi nummar eitt. Tað kann koma bankunum og tess eigarum aftur um brekku, tá fólk­ið finnur út av, hvussu tey klára seg uttan bankarnar. Bankar gera sær ómak at venda fólkinum ímóti sær sær GERA SEG TIL FÓLKSINS FÍGGINDA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Vilt tú eisini verða lærlingur innan húsasmíð? Vit søkja eftir 2 lærlingum at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Krøv og væntanir til umsøkjaran: Tú mást vera nærlagdur, hava áhuga í at læra eitt væl úr hondum greitt handverk. Eisini er neyðugt, at tú ert virkin, jaligur og vísir góð evnir at samstarva. Vit bjóða spennandi uppgávur, har tú sleppur at royna teg innan nógv ymisk øki av hand verki­ num gjøgnum lærutíðina. Vit leggja somuleiðis stóran dent á at hava trygd og trivnað á arbeiðsplássum okkara. Eysturlon er byggifyritøka, við royndum yvir 35 ár, um 35 starvsfólkum, og hava vit fleiri verkætlanir koyrandi samstundis. Gott høvi er at royna mangt ymiskt innan handverki. Ert tú áhuga /áhugaður í at koma í læru hjá okkum ella vilt tú bara hoyra nærri, ert tú vælkomin at ringja ella senda sms á tlf. 284256, Jógvan Hans, ella á tlf. 283577, Anna Maria. Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdar­ lýsing (CV )skal sendast til eysturlon@eysturlon.fo ella á postadressu: Eysturlon Smyrilsvegur 3 Postboks 37 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi fríggjadagin 26. oktober 2018 Eysturlon | Smyrilsvegur 3 | FO-100 Tórshavn | Tel. +298 28 42 56 | eysturlon@eysturlon.fo | www.eysturlon.fo Eysturlon er eitt byggivirki, ið hevur yvir 35 ára royndir innan nýbygging og umvæling. Vit hava bygt og umvælt bæði størri og smærri bygningar við sera góðum úrslitum. Hjá Eysturlon arbeiða uml. 35 starvsfólk. Søk áðrenn fríggjadagin 26. oktober Smyrilsvegur 3 FO-100 Tórshavn Føroyar Tel. +298 28 42 56 eysturlon@eysturlon.fo www.eysturlon.fo S T A R V S L Ý S I N G