Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Høgar væntanir fáa lesandi at gera sær ómak Um útbúgvingarstovnur hev­ ur høgar væntanir um, hvussu nógva tíð lesandi eiga at brúka til lestur, so brúka lesandi eisini meiri tíð til lesturin. Tað staðfestir nýggj kanning, sum Danmarks Evalueringsinstitut (EVA) hevur gjørt. Kanningin vísir, hvørji amboð fram­hald­ andi útbúgvingar kunnu brúka at fremja lestrar­orku hjá teim lesandi. Lestrarorka er mátistokkur fyri, hvussu nógva tíð lesandi brúka til undirvísing, fyri­reik­ ing, bólkaarbeiði v.m. Lestr­ar­ orkan er av stórum týdningi, tá hugsað verður um, hvussu nógv lesandi fáa burtur úr lestr­inum. Fleiri kanningar vísa, at lesandi brúka alt ov lítið av tíð til lesturin. Í roynd og veru er tað so, at lestrar­ork­ an hjá nógvum er so lág, at tal­ an ikki er um fulltíðarlestur. Bert 42% av teim lesandi brúka 37 tímar ella meiri um vikuna til lestur. Tað er nógv minni enn teir 40 - 48 tím­arnir, sum lesandi eiga at brúka, um tey skulu røkka fullari tíð roknað fyri alt árið, tá ið ein tekur hædd fyri nógvu frídøgunum. Ítróttarleiðsla (Sportsmanagement) Spurningur 1: Johan gongur í 2.s og íðkar nógv­an ítrótt. Hann vil fegin arbeiða við ítrótta-leiðslu og vil arbeiða í einum ítróttafelag. Hann er eisini áhugaður í vinnulívsbúskapi, so hann ivast, um tað man verða gjør­ ligt at samantvinna hesi bæði áhuga­málini, sum hann heldur eita Sports-management. Svar: Tað finnast ymsar útbúgv­ing­ ar, sum samantvinna ítrótt og búskaparfrøði. Fyrst er at siga, at eingin teirra inniber at íðka ítrótt. Tríggjar ymsar Sportmanage­ ment útbúgvingar finnast á trim­um ymsum útbúgvingar­ stigum: A) Yrkisakademi-útbúgv­ ing­in Serviceøkonom á m.a. Er­ hvervsakademi Sjælland í Slag­else bjóðar lestur í Service- man­agement – Sport & Event. Hendan útbúgving tekur 2 ár, og 3 mðr. fara til starvslæru í einari fyritøku. B) Professionsbachelor-út­ búgv­ingin Sportsmanagement, (sum helst er tann, sum Johan hevur hoyrt um) tekur 1½ ár, men upptøkukravið er við­kom­ andi yrkisakademi-útbúgving so sum serviceøkonom, mark­ eds­føringsøkonom ella finans­ økonom. Á CPH Business kann ein eisini verða upptikin við út­ búgvingini, Financial Con­troll­ er. Tann útbúgvingin tekur so­ statt 3½ ár íalt, har ein fer tvær ferðir í 3 mðr. langa starvs­læru. C) Syddansk Universitet (SDU) hevur bachelor útbúgv­ ing í almennum yrkisbúskapi við útbúgvingarbreyt í Sports- og Eventsmanagement, sum eisini verður kallað HA – Sports- og eventmanagement. Hetta er ein 3 ára long ástøðilig universitetsbachelor, og upp­ tøku­krøvini eru mið­náms­út­ búgv­ing við kravi um danskt A, enskt B og matematikk B umframt søgu, hugmynda­ søgu, samtíðarsøgu ella al­ tjóða búskap – øll á B stigi. Fyri at fáa arbeiði vilja tey flestu halda fram at lesa eina kandi­ dat­útbúgving eftir universi­ tets­bachelor-útbúgvingina, hetta tekur 2 ár. Tann mest sjálv­sagda útbúgvingin vildi so verið Cand. Merc. Sports and Event Management á SDU, sum er á enskum. Í alt tek­ur hetta 5 ár. Johan kann lesa meiri um útbúgvingarnar og hvat tær innibera á www. ug.dk og á heimasíðunum hjá útbúgv­ing­arstovnunum. v. Holger Djóralækni ella djórasjúkrarøktarfrøðingur Spurningur 2: Ninna gongur á HTX. Hon er áhugað í djórum og hevur leingi droymt um at gerast djóra­lækni. Hon hevur tó frætt, at tað tíverri er so ringt at sleppa inn at lesa til djóra­ lækna og at ársmet henn­ara ikki røkka upptøkukrøvunum. Eitt av vinfólkum hennara spurdi tí, um hon ikki heldur kundi gerast djórasjúkra­røkt­ ar­frøðingur (veterinær­syge­ plej­erske) ístaðin. Hvør er mun­urin á hesum útbúgv­ing­ un­um og hvørjir eru møgu­ leik­arnir at fáa starv eftir lokna útbúgving? Svar: Tað er rætt, at tað er torført at sleppa at lesa veterinermedisin, sum er lesturin, ið førir til, at ein gerst djóralækni. Útbúgv­ ingin er á Københavns Uni­ versitet, og upptøkukravið í ár var 10,6. Og í kvotu 2 í 2017, har umsøkjarar verða mettir út frá einari roynd og einari samrøðu, vóru bert 93 av 503 um­søkj­ arum upptiknir. Útbúgvingin er ein 3 ára long bachelor og ein 2½ ára long kandidat útbúgving. Undir universitets­ útbúgvingini skal ein vera til reiðar at lesa nógvan tekst. Ikki fyrr enn triðja árið sum lesandi fer mann at fáast við djór. Á kandidatútbúgvingini velur ein seinasta árið eina fakliga leið, sum mann síðani verður serútbúgvin í (t.d. hús­ djór­um, rossum ella bio­med­ isini). Nógv gerast starv­andi djóra­læknar, onnur ar­beiða t.d. við matvørueftirliti, gransk­ ­ing og menning av land­bún­að­ arvørum. Á www.ku.dk sæst meiri um hetta. Útbúgvingar til djóralækna á enskum við linari upptøkukrøvum finnast í øðrum londum, t.d. í Eyst­ur­ europa. Húsdjóravísindi (hus­ dyrvidenskab) hevur linari upp­tøkukrav, men krevur tó mate­matikk á A-stigi, men kann vera ein annar møguleiki enn lestur til djóralækna. Les um hetta á www.ug.dk Djórasjúkrarøktarfrøðingur (veterinærsygeplejerske) er ein yrkisútbúgving, sum tekur 4 ár. Djórasjúkrarøkt­ar­frøð­ing­ ur­in hjálpir djóralæknanum í sam­band við skurðviðgerðir, bind­ir um og tekur blóðroyndir, røntgenmyndir, fepur og puls. Hesi hava vanliga eisini um­sit­ ing­arligar uppgávur á djóra­ lækna­stovuni. Ein kann velja sergreinina smádjór ella ross. Samanborið við universitets­ út­búgvingina so er útbúgv­ing­ in til djórasjúkrarøktarfrøðing ein nógv meiri verklig út­búgv­ ing, sum verður deild upp í tíð á skúlanum og starvslæru í eini fyritøku. Ein skal hava fingið avtalu um starvslæru í lag frammanundan fyri at sleppa undir seinnu undir­vís­ ing­artilgongdina á skúlanum, tí tað eru so nógv, sum søkja um starvslærupláss. Á www. praktik­pladsen.dk finnast góð­ kend starvslærupláss og á www.hansenberg.dk eru fleiri upp­lýsingar at finna. v. Holger