Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Birna í starvi á Blákrossheiminum Uppundir endan av síni útbúgving sum musikk­terapeut á Aal­ borg Universiteti var 26 ára gamla, Birna í Hjøll­um Hentze, í nakrar vikur í fjør heyst í starvsvenjing á Blá­krossheiminum á Nesi. Eftir loknað út­ búgv­ing tíðliga í summar fekk hon eis­ ini starv á Blá­kross­ heim­in­um. - Eg eri ógvuliga glað fyri hetta starvið, sum er rættiliga spennandi, men eisini ógvuliga avbjóðandi. Hetta er tað, eg havi strembað eftir, og eg eri ovfarin av, hvussu nógv gott og væl kvalifiserað fólk starvast her á stovn­inum. Í sínum starvi ar­ beiðir Birna í Hjøllum Hentze við tonkum, kensl­um og atferð, men í staðin fyri bara at brúka málið sum miðil, hevur hon eisini tón­leikin. Hennara útbúgving er ein flætting av musikk­terapi og van­ lig­ari sálarfrøði, sum eis­ini fyllir rættiliga nógv. Longu sum átta ára gomul byrjaði Birna í Hjøllum Hentze at spæla tvørfloytu í musikk­skúlanum í Sand­oynni, og meðan hon seinni las til stud­ ent, byrjaði hon triðja árið á studenta­skúl­an­ um eisini at taka Musikk­skúlaMiðnám, sum tekur trý ár. Á ungum árum gjørd­ist hon sannførd um, at hon skuldi ger­ ast musikk­tera­peut­ur, har hon við tónleiki og orðum kundi fáa høvi at hjálpa fólki við sál­ ar­ligum avbjóðingum. - Áhugin at hjálpa menn­iskjum við sálar­ lig­um avbjóðingum gjøgn­um tónleik birt­ ist einaferð í fólka­skúl­ an­um, og síðan var eg ongantíð í iva um, hvat eg vildi stremba eftir, sigur hon. vilmund@sosialurin.fo Heini Østerø er sløkkiliðsstjóri Fíggjarnevndin hjá Tórs­havnar kommunu av­gjørdi á fundi hin 10. oktober at seta Heina Østerø í starv sum sløkki­liðsstjóri hjá Tórs­havnar Sløkkiliði. Heini varð settur í fast starv sum sløkki­ liðs­maður hjá Tórs­ havn­ar sløkkiliði í 1997, og í 2003 varð hann sett­ur sum átaks­leið­ ari. Seinastu tíðina hev­ ur Heini røkt starvið sum fyribilssettur sløkki­ liðs­stjóri. Heini Østerø hevur drúgvar leiðsluroyndir hjá sløkkiliðnum og hevur harumframt tikið útbúgving sum lið­leiðari og átaks­leið­ ari innan eitt nú bruna­ trygd. Frammanundan er Heini útbúgvin bilmek­ an­ikari, og hann hevur eitt nú starvast hjá Strand­ferðsluni. vilmund@sosialurin.fo Eysturlon skal hava lærlingar - Ert tú áhugað/-ur í at koma í læru hjá okkum, ert tú vælkomin at venda tær til okkara, siga tey í Eysturlon Vilmund Jacobsen Byggivirkið Eysturlon, sum hevur 35 ára royndir inn­an nýbygging og umvæling av bæði størri og smærri verkætlanum, søkir nú eftir tveimum lærl­ingum innan húsa­ smíð, og freistin at søkja verð­ur úti fríggjadagin kom­andi, hin 26. oktober. - Vit ynskja tveir lærl­ ing­ar at byrja sum skjót­ ast – ella eftir nærri av­ talu, sigur fyritøkan í lýs­ing. Byggivirkið ynskir, at tey, sum søkja sum lærl­ ing­ar innan húsasmíð, eru nærløgd – og at hesi hava áhuga í at læra at fremja væl úr hondum greitt handverk. Tey ynskja eisini, at um­søkj­ ar­ar eru nærløgd og posi­ tiv, og at hesi hava góð sam­starv­sevni. - Vit hava nógvar spenn­adi uppgávur, har lærl­ingar sleppa at royna seg innan nógv ymisk øki av handverkum í læru­tíðini. Vit leggja eis­ ini stóran dent á at hava trygd og trivna á ar­beiðs­ plássum okkara, siga tey í Eysturlon. 35 starvsfólk Eysturlon er byggifyri­ tøka við 35 starvsfólkum, og fyritøkan hevur fleiri verkætlanir koyrandi sam­stundis. - Ert tú áhugað/-ur í at koma í læru hjá okkum, ert tú vælkomin at venda tær til okkara, siga tey í Eysturlon. vilmund@sosialurin.fo STARVSMARKNAÐUR