Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 124 20 TRÓNDUR ARGE L eygardagin verður 27. og seinasta umfarið í Betri deildini hjá monnum. Tað er vist, at HB verður FM- vinnari og fær gullið, at NSÍ ella KÍ fáa silvur, meðan B36 í besta føri kann fáa bronsu heiðursmerki. At Víkingur endar á fimta plássi, at Skála endar á sætta plássi, Suðringar á sjeynda plássi, meðan EB/Streymur endar á áttinda plássi. So er bara stríð um hvør endar aftast. AB ella 07 Vestur. Hetta kann fáa stóran týdning, men tað vita vit ikki fyrr enn í kvøld, tá seinasta umfar í 1.deild verður spælt. Vinnur B68 seg framum KÍ ella NSÍ í seinasta umfarinum, so flyta toftamenn upp, meðan bæði AB og 07 Vestur flyta niður. Vinnur B68 ikki sín dyst móti Víkingi á útivølli, og fær hjálp frá næstbesta liðnum hjá HB ella niðurflutta Giza Hoyvík, so verður bara ein uppflytari. Tá yvirlivir nummar níggju í bestu deildini, har 07 Vestur hevur tvey stig fleiri enn AB. EB/Streymur er komið upp á turt Tveir útsettir dystir vóru týskvøldið. Báðir dystirnir høvdu stóran týdning fyri botnstríðið. EB/Streymur kundi við javneiki á Dungasandi tryggja sær plássið í bestu deildini. Tað var júst tað sundalagsmenn gjørdu, men tað stóð nógv á. 07 Vestur var millum annað á odda 1-0, og javnaði til 3-3 móti dystarenda. Hesa løtuna vóru gestirnir eisini í undirtal, tí Ragnar Danielsen bleiv útvístur, eftir at hann fekk sítt seinna gula kort. Arnbjørn Hansen, Pætur Petersen og Jens Michael Jensen skoraðu málini fyri EB/Streym, meðan Sonny Jakobsen skoraði tvær ferðir fyri 07 Vestur. Bretin Charlie Machell skoraði eisini fyri 07 Vestur. Á Argjum gekk av “Søren og til” hjá heimaliðnum, sum stríðist fyri lívinum. Longu aftaná tveir minuttir lá bólturin í málinum, tá Søren B. Nielsen fekk eina gávu frá verjuni hjá AB. Hóast argjamenn tvær ferðir svaraðu aftur við málum, sum Tóki á Lofti skoraði, so skoraði Søren B. Nielsen ikki færri enn fýra ferðir, áðrenn hann mátti berast av vøllinum. Nú skulu argjamenn vinna leygardagin, meðan 07 Vestur í mesta lagi skal fáa javnleik móti Suðringum á útivølli. Hartil skal AB helst vinna við tveimum, tí í løtuni hevur 07 Vestur latið eitt mál færri inn, og hevur skotið fleiri mál enn argjamenn. HB – Víkingur Leygardagin klokkan 15.30 Í Gundadali er málið, at fáa økt um metið, sum HB tók frá B36 í farna umfari. HB er nú komið upp á 70 stig, sum er trý fleiri enn B36 í 2011. – Vit tosa um, at okkara motivatión er at seta eitt met, sum verður ringt at taka, sigur Símun Samuelsen, sum hevur skotið níggju mál í ársins landskapping. HB hevur nakrar skaðar í løtuni, har millum annað Tróndur Jensen er langtíðarskaddur, meðan Brynjar Hlødvarsson ikki verður við. Fyri Víking er hetta endin á einum gullskeiði. Við gullheiðursmerki um hálsin tey seinastu seks árini, so standa víkingar uttan heiðursmerki og Evropa-pláss. HB hevur vunnið alt, sum er at vinna í løtuni, so helst gera teir eisini tað í morgin. SOSIALURIN TIPPAR: 2-0 Skála – B36 Leygardagin klokkan 15.30 Her er heiðursmerki upp á spæl. B36 kann við einum sigri vinna sær bronsuheiðursmerkini, meðan Skála longu hevur vunnið kappingina sum tann besti av restini. Umstøðurnar loyva ikki Skála at bjóða Víkingi og hinum í topp fimm av fíggjarliga, og tað sæst aftur á ítróttarligu avrikunum. Eyðun Klakstein hevur gjørt nýggjan sáttmála við Skála, men tað broytir ikki upp á støðuna, at Skála hvørki fer upp, ella niður eftir hendan dystin. B36 hevur meiri at spæla fyri, og tí tippa vit teir at vinna. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 EB/Streymur – AB Leygardagin klokkan 15.30 Hetta kundi verið tann heilt stóri gýsarin, men nú kann hetta eisini blíva ein dystur heilt uttan týdning. EB/Streymur er bjargað, meðan argjamenn í kvøld fáa ein part lagnuni avgreitt. Flytur B68 upp, so er spælið spilt hjá AB. Vinnur B68 ikki uppflyting, so er kravið ein sigur til argjamenn, meðan 07 Vestur í besa føri fær ein javnleik. Ganga vit út frá, at AB hevur nakað at spæla fyri, so er hugsandi at teir vinna dystin. Er einki at spæla fyri, so er ringt at spáa um hendan dystin. Helst ein heimasigur. SOSIALURIN TIPPAR: 0-1 (2-1*) *UM AB EINKI HEVUR AT SPÆLA FYRI Suðringar – 07 Vestur (15.30) Her nakað tað sama galdandi, sum fyri dystinum frammanundan. Tað er ikki greitt, um vágamenn hava nakað at vinna við at blíva nummar níggju. Tað verður alt avgreitt í 1.deild í kvøld. Tí hevur tippingin í hesum dystinum eisini somu treytir, sum dysturin frammanundan. Hevur 07 Vestur nakað at spæla fyri, so er væntandi at teir vinna, men stendur einki upp á spæl, so kunnu Suðringar eins væl vinna dystin SOSIALURIN TIPPAR: 0-1 (3-2*) *UM 07 VESTUR EINKI HEVUR AT SPÆLA FYRI Við aftur: Mikkjal T. Hentze (leikbann) Ikki við: Erlendur Magnusson (knæskaði), Lukasz Cieslewicz (knæskaði), Róaldur Jakobsen (fótskaði), Hannes Agnarsson (vøddaskaði), Robert Heðin Brockie (burturstaddur), Jónas Tór Næs (ryggskaði) Ikki við: Leif Niclasen (brotið fótin), Fríði K. Johansen (brotið fótin), Aksel B. Danielsen (vøddaskaði), Ragnar B. Danielsen (leikbann) Við aftur: Rógvi Egilstoft Nielsen Ikki við: Tróndur Jensen (lærið), Brynjar Hlødvarsson (brotið bein í arminum og hondini), Sebastian Pingel (knæið, langtíðarskaddur) Ivasamir: Bartal Wardum (vøddi í lærkrikanum), Magnus Egilsson (knæið) Ikki við: Hákun Edmundsson (lærkrikin) Ivasamir: Deni Pavlovic, Hjalgrím Elttør LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 27.umfar: EB/STREYMUR KOMIÐ UPP Á TURT FÓTBÓLTUR: Upptakt 27.umfar Tað er í skriviandi løtu ikki greitt, um 07 Vestur ella AB hava nakað at spæla fyri í seinasta umfarinum, men tað er greitt at EB/Streymur verður í verandi í deildini komandi kappingarár