hósdagur 25. oktober 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
oktober 2018
2
26
Nýggir vanar krevja
nýggjar tænastur
SEINASTU ÁRINI ERU
MATVANARNIR Í FØROYUM
BROYTTIR – VIT ETA ÚTI ELLA
KEYPA TAKE AWAY HEIM VIÐ
Árni Gregersen
Tað eru ikki so mong ár síðani, at føroyingar
ótu allar høvuðsmáltíðir heima.
Í hvussu so er var tað soleiðis, at døgverðin
var etin heima á middegi og vanliga var
nátturðin eisini etin heima um kvøldið.
So hvørt sum so at siga øll fóru at arbeiða
uttanfyri heimið, er hetta broytt. Nú er tað
vanligt – í hvussu so er í størru býunum – at
fólk eta døgverðan á arbeiðsplássunum ella á
matstovum og tað er eisini vanligt at keypa
liðugtgjørdan mat heim við til kvøldarmáltíðina.
Eitt nýtt rák rundanum okkum er eisini, at
tá ið fólk eru komin heim, so velja tey at ringja
til matstovur og biðja um, at maturin verður
koyrdur heim.
Vanligt hevur verið, at hetta er nakað, sum
matstovurnar sjálvar hava gjørt – kanska ser
liga tær sum selja pizza – men í øðrum londum
er eitt konsept, har til ber at ringja til eina fyri
tøku, sum so koyrir matin út til kundan.
Eisini í Føroyum
Hesar fyritøkur eru kendar í øðrum londum. Í
Danmark er ein slíl fyritøka , sum kallast Just
Eat.
Tilsvarandi fyritøkan í Føroyum kallast
heinta.fo. Síðani september hevur hon verið
virkin og koyrt mat út til kundar ymsastaðnum
í landinum, men tó fyri tað mesta í Havn.
-Men vit koyra har sum landafast er, sigur
Teitur Friduson Andreaasen, sum hevur
stovnað fyritøkuna.
Fyribils arbeiðir heinta.fo eftir klokkan 16.
-Ja, vit hava valt at arbeiða seinnapartin á
degnum og um kvøldið. Tað er sjálvandi eisini
okkurt at gera um middagsleitið, men vit eru
ikki rættuliga tilreiðar at taka okkum av tí enn,
sigur Teitur Friduson Andreasen.
Hann sigur, at tað fyrst og fremst eru fólk
millum 25 og 40 ár sum brúka tænastuna hjá
heinta.fo, men tey heilt ungu brúka hana eisini.
-Tað kunnu sjálvandi vera ymiskar orsøkir
til at brúka tænastuna. Tey sum eru millum 25-
40 ár eiga ofta børn og hava ringa tíð, so hjá
teimum kemur hetta væl við. Eisini hava fleiri
teirra lisið uttanlands og kenna til og eru von at
brúka slíkar tænastur, sigur stovnarin..
Flyta alt
Grundleggjandi flytir heinta.fo alt, sum skal
flytast.
Tingini og maturin verður fluttur við smáum
bilum, sum ikki brúka nógv bensin, tí koyringin
er nógv.
Maturin verður fluttur í taskum, sum eru væl
bjálvaðar, so maturin heldur seg væl heitan.
-Vit hava hugt eftir, hvussu tey gera aðra
staðni. Tað vísir seg, at tey eisini brúka bjálvað
ar taskur, tí tær halda hitanum sera væl, so tað
er ongin grund til at hava bilar við hitaskápum,
sigur Teitur F. Andreasen.
Ungfólk
Teitur F. Andreasen rekur fyritøkuna saman við
Áslakki Holm.
Men tá ið nógv er at gera, so eru teir noyddir
at fáa onnur fólk at hjálpa sær.
-Vit brúka serliga ungfólk. Tey tíma hetta
betur enn at sita við ein kassa í einum handli
og so eru tey kvik og skunda sær. Tað skal
ganga skjótt fyri seg, tí ofta koma fleiri ordrar
um somu tíð, sigur leiðarin.
Allar bílegginggar skulu gerast á internetin
um, bæði av mati og av útkoyringini.
Á heimasíðuni sæst hvørjar matstovur eru
knýttar at fyritøkuni og hvørjar fyritøkur heinta.
fo hevur avtalu við.
Teitur F. Andreasen stovnaði felagið
Áslakkur Holm og Teitur F. Andreasen reka felagið í felag