mánadagur 29. oktober 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 126
Tey
fátæku
eru børn
og eldri
fólk
TÍÐINDI SÍÐA 12-13
ST skal
bjarga
okkum frá
helviti
TÍÐINDI SÍÐA 10-11
Vinnan hevur havt stórt avlop
Tað er einki hald í aft
urvendandi páhaldinum
hjá andstøðuni í Løgting
inum um, at hendan
samgongan hevur drena
allar pengar burtur úr
vinnuni, so at hon ikki
hevur ráð til at endur
nýggja seg.
Tað segði Aksel V. Jo
hannesen, løgmaður, og
formaður Javnaðarfloks
ins, á fólkafundi í Havn
um vikuskiftið.
Tað vakti ans, tá ið
Kristina
Háfoss,
lands
stýriskvinna í fíggjarmál
um, herfyri upplýsti fyri
Løgtinginum, at uppsjóv
arvinnan
og
alivinnan
hava goldið 1,7 milliard í
skattum og avgjøldum í
landskassan og komm
unukassarnar.
Politikarar úr andstøð
uni hava ferð eftir ferð
ført fram, at samgongan
tekur so nógvan pening úr
vinnuni, at tað verður
endin á vinnuni, tí hon
fær ikki endurnýggja seg,
og so rapar føroyska sam
felagið.
Men Aksel V. Johanne
sen vísir hesum aftur, tí
hann sigur, at hann hevur
biðið
Vinnumálaráðið
kannað roknskapirnar hjá
fyritøkunum í alivinnuni
og uppsjóvarvinnuni. Og
hann sigur, at úrslitið vísr,
at páhaldið hjá andstøðu
flokkurin er heilt einfalt
ikki
rætt.
Úrslitið
er
nevniliga, at hesi bæði
seinastu árini, í 2016 og
2017, hava tær báðar vinn
urnar havt heilar 3,3 milli
ardir í avlopi – og tað er
eftir at tilfeingisgjøldini
eru goldin. Og føroyskt
vinnulív hevur aldrin í
Føroya søgu havt so stór
yvirskot, sum hesi bæði
árini.
– Og hvussu skulu vit
so fíggja vælferðarsamfel
agið. Kunnu tær vinnur,
sum
vinna
so
nógvar
pengar burtur úr at hava
fingið fram íhjá rættindi
til okkara tilfeingi og okk
ara alifirðir, ikki rinda til
samfelagið, sigur Aksel V.
Johannesen.
Sethús eru nógv
dýrast í Havn
Sethús kosta hálva aðru
millión meira í Havn enn
aðrastaðni í landinum
Seinastu
fimm
árini
hava
sethúsaprísirnir
verið støðugt vaksandi,
men tað sum serliga
sker í eyguni, er stóri
prísmunurin
millum
sethús í miðstaðarøkin
um í mun til aðrastaðni
í landinum. Miðal sølu
prísurin fyri eini sethús
í Tórshavn er í dag
meira enn hálvaaðru
millión krónur hægri,
enn fyri sethús á bygd.
Tað skrivar Lands
bankin í nýggjari frá
greiðing.
Stóri prísvøksturin á
bústøðum í Føroyum
hevur serliga gjørt seg
galdandi fyri sethús í
miðstaðarøkinum. Sam
bært yvirliti hjá Lands
bankanum fór sethúsa
prísurin í 2016 upp um
høgu prísleguna, ið var
galdandi undan fíggjar
kreppuni, og vøksturin
hevur hildið áfram. Í
Tórshavn hava íbúðar
prísirnir fylgt gongdini
hjá
sethúsaprísunum,
og bæði prísirnir á íbúð
um
og
sethúsum
í
høvuðsstaðnum
eru
nærum trífaldaðir síð
ani miðskeiðis í áttati
árunum.
Sethúsaprísirnir
hava seinastu fimm ár
ini verið støðugt vaks
andi. Høvuðsorsøkirnar
til hesa gongd eru uttan
iva vøksturin í búskap
inum, fólkatilflytingin
og lága rentustøðið.
Løgmaður sigur, at vinnan stendur seg væl, hóast
hon hevur goldið meira til landið seinastu árini
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
At fólk troyttast og illneitast inn á
bank ar er ikki løgið. Sum vit skriv
aðu á hesum stað í síðstu viku, so
hava bankar veruliga gjørt sær
ó mak fyri at venda fólkið ímóti sær.
Fyrilitarleysar
bankaleiðslur,
sum bara hugsa um egnan vinn ing,
eru um at koyra allan bank a sekt
orin í heiminum á ørmundarhús.
Fyrr høvdu fólk álit á bankunum.
Høvdu viðring fyri bankunum. Nú
meta fólk bankaleiðslur við banka
ráns menn, sum bara hugsa um at
lumpa og lirka og stjala.
Er støðan ring úti í heimi, so her
hon ikki nógv frægari her.
Fríggjadagin fall dómur í ein um
parti av málinum um húsa gang
in hjá Eik Banka. Fyrrverandi for
stjórin, sum nevndarformaður í
danska Eik Banka, varð dømd ur
at rinda góðar 7 milliónir, tí hann
hevði verið orsøk til, at bank in fór
á húsagang. Parta eigar arnar mistu
egin peningin, sum var oman fyri 2
mill ardir krónur, og Finansiel Stab
i li tet mátti seta uppaftur 2 millardir
í nýggj um partapeningi í bankan.
Og fríggjadagn frættist, at frá
koyrdi stjórin í Betri samtakinum
segði seg hava rætt til tvey ára upp
sagn arløn, sum vit fyrr hava skriv
að, og ikki eitt ára uppagnartíð, sum
nevnd in í Betri vil geva honum.
Mað ur in hevur ikki røkt sínar
skyld ur. Hann hevur forbrotið seg
ímóti sáttmálanum, sigur nevndin.
Frákoyrdi stjórin vil ikki hava
tað sit ani á sær. Hann eigur rætt til
tær 5,2 milliónirnar í uppsagnarløn,
sum hann hevur rætt til sambært
sáttmálanum fyri at hava verið í
starvi felagsins í 10 mánaðir. Tað
gevur eina mánaðarløn, sum líkist
700.000 krónum um mánaðin!
Tað ljóðar beinleiðis klikkað. Og
upp aft ur verri ljóðar tað, tá nevnd
ar for mað ur in í Betri samtakinum
í Sos i ali n um í summar vissar um,
at nú er slutt við hesum vanvittigu
gyltu lógva tøk unum, sum so nógv
dømi eru um – seinast tá síðsti
stjór in fór til hús við 9 milliónum
»eft ir at hava sagt seg úr starvi«,
sum nevndin skrivaði.
Sum tryggingartakari og eigari
av samtakinum, so ivast tú í, um
hesi fólk vita, hvønn tey um boða.
Tað eru ikki ríkir reiðarar sum
við fólks ins ogn í sjónum hava rík að
seg upp, so teir kunnu keypa næst
an alt landið ella snildir advokatar
og spekulantar, sum eiga Betri sam
tak ið. Tað er fólkið í Føroyum sum
eig ur samtakið. Fólkið, sum ikki er
slopp ið at tryggjað seg og sítt aðra
staðni sambært lóg.
Sum eigari fært tú einki gjørt.
Á byrgd ar fólkini burdu skammast.
Men lort heldur.
Tey vilja nógv heldur stríðast
um peng ar og geva trúvirði stovns
ins upp fyri skutil. Tað er spell, tí
tað kundi verið betri farið.
GRAMMLEIKIN OG MILLIÓNIRNAR
Tað er so lætt at oyðsla við
»andre folks penge«
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin