Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126 MIKUDAGSBLAÐIÐ Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Vit eiga at seta út villan laks KJAK SÍÐA 14 Um 12 ár skulu vit bert brúka el­ bilar SÍÐA 6-7 Mæla fólk til at endur­ skoða húsalán Fólk taka stór húsalán, og tí kann rentuhækking koma illa við Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum hevur havt hækkandi húsa­ prísir við sær seinastu árini. Meðan høga prís­ legan ger tað trupult hjá nógvum at fáa ráð til egn­an bústað, mugu tey, ið megna at seta fót und­ ir egið borð, ofta taka sera stór lán til at fíggja bú­staðin. Í dag er rentan lág, men um hon brádliga hækkar, kann tað gerast dýrt hjá tei- mum, sum hava bústaðarlán við skift­andi rentu. Tí kann tað vera skynsamt at velja realkredittlán við fastari rentu, meðan rentustøðið framvegis er lágt. Tað sigur BankNordik í einari fráboðan. – Vit fara til tann­ lækn­an við tonnunum og til sýn við bilinum, men tað, sum hevur størsta ávirk­an á okkara samlaðu pen­ingaligu støðu, gera vit nærum einki við. Øll, sum hava lán, eiga tí – fyri sína egnu skuld – javn­an at kanna, um tey hava rætta lánið, sigur Árni Ellefsen, stjóri í Bank­ Nordik. Av tí at rentan í løtuni er so lág, er tað eftir hans­ara tykki vanligt vit og skil í hesum døgum at taka støðu til, hvussu láns­viðurskiftini síggja út, og um rentan skal læs­ast við einum real­ kreditt­láni. Føroyingar viga ov nógv Meira enn helvtin av før­oyingum vigar ov nógv. Av teimum kunnu 13 prosent bólkast at vera feit. Tað vísir árliga Gall­ up-kanningin av fólka­ heilsuni, sum Fólka­ heilsu­ráðið hevur latið gera. Síðan 2003 er talið á føroyingum sum viga ov nógv vaksið frá 44 pro­sentum og heilt upp til 56 prosent. Sam­ stundis er eitt rák, at færri vera við normalari vekt. – Nógv fleiri kvinnur í Føroyum hava norm­ ala vekt samanborið við menn, og nógv fleiri menn eru í bólkunum við yvirvekt og fiti. Mill­um annað kann nevn­ast, at bert triði hvør føroyski maður hev­ur eina normala krops­vekt, meðan helvt­ ­in av kvinnunum viga tað tær eiga, sigur Fólka­heilsuráðið í við­ merk­ing til kanningina. Tað eru serstakliga menn yvir 40 ár, sum viga ov nógv. Tó skal nevn­ast at 41% av monn­unum frá 18-24 ár viga ov nógv. Fólkaheilsuráðið hev­ur síðan 2002 staðið fyri árligum Gallup­ kann­ingum av fólka­ heils­uni hjá føroy­ing­ um har umleið 550 fólk verða spurd um heilsu­ eyðkenni og vanar. Oddagrein Tað er vanligt, at fótbóltsleikarar hava agentar, umboðsmenn, sum út vega fótbóltsspælarum góðar leik ar a sáttmálar – sjálvandi við góð um lønarviðurskiftum eisini. Tað er líka við, at vit í Føroyum mugu fáa nakrar løgtinsfólka-ag- en t ar. Ikki fólk, sum finna løg- tings fólk til flokkar, men øvugt. Fólk at finna flokkar til floksleys løg tings fólk. Stóra søgan seinastu dagarnar hev ur ver ið um Magna Laksafoss, sum so feg in vil vera politikari, hó- ast hann ikki er í nøkrum flokki. Hann gongur í hesum døgum runt og shoppar. Ikki í handlum, men í flokkum. Hann hevur lis ið upp á floksskráir, tosað við floks- for menn og onnur álitisfólk í flokk um. Endamálið er at finna ein flokk, sum kann meina tað sama, sum Magni Laksafoss. Hetta er nýtt í føroyskum poli- tikki, at so nógv ting fólk »loypa av«, tá val skeiðið endar. Fyrr vóru ting fólk ini við fyri felagsskapin. Tey vóru við fyri hugsjónina. Nú er vent í holuni hjá fleiri. Nú skulu flok kar tillaga seg hugsjónina hjá áv ís um politikarum, sum ikki passa inn í gamla floksmynstrið. Seinastu tvey valskeiðini hev ur tað ver ið soleiðis, at tvey ting fólk eru í øðr um flokki á næsta løg- tings vali, enn tí flokki, tey vórðu vald fyri. Í seinasta valskeðið vóru tað Jan us Rein, sum fór úr Framsókn og upp í Fólka flokkin og Gerhard Logn berg, sum varð tveittur úr Javn að arflokki num og fór upp í Sam bands flokk in. Hesaferð eru tað Sonja Jógv- ans dóttir, sum longu fyrsta ting- dag in fór úr Javnaðar flokk i num, tí hon ikki slapp at ger ast lands- stýr is kvin na í almannamálum. Hon hev ur verið uttanflokka síð- ani, men fer helst at stilla upp fyri Tjóð veldi á næsta løgtingsvali. Í øll um førum er hon sædd á fundi hjá Eyst ur oyar Tjóðveldisfelag – sum helst passar betri, tí tað eru so nógv ar sterkar tjóðveldiskvinnur í Havn. Tað er næstan aftur sum við fótbólti num, vit kundu vedda um, hvønn flokk Magni Laksa foss fer uppí. Ein møguleiki er Javn að ar- flokk urin, annar Framsókn ella Sjálv stýri. Magni Laksafoss sigur, at hann fer í tann flokk, har hugsjón og stevnu skrá passar best. Tað man uttan iva í veruleikanum merkja, har hann mann metir sær størstan møgu leika fyri at verða valdur. Javnaðarflokkurin hevur seks poli tik arar, sum hava umboðað aðrar flokkar. Javnðarflokkurin hev ur brent seg illa av fyrrverandi tjóð veldismanninum Kristini Mich el sen. Tá brent barn ræðist eld, so er ivasamt, um flokkurin tor ir Magna Laksafoss. Brent barn ræðist eld. Man Javnaðarflokkurin tora Magna? HVØR ER LØGTINGS-AGENTUR? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!