Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjakvøldið verður Fótbóltsgalla 2018 hjá Miðlahúsinum og FM1, har ársins spælarar skulu kjósast. Nú er greitt hvørjir spælarar eru tilnevndir hjá monnunum. Tilnevningar hjá kvinnum verða kunngjørdar í blaðnum fríggjadagin Tróndur Arge Fríggjadagin 2. november klokk­an 20 verður Fót­bólts­ galla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fót­bólts­sam­band Føroya. Tal­ an er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kap­ingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Aftur­meld­ing­ar­nar hava verið góðar, tí fleiri framstig eru gjørd seinnu árini. Millum annað verða allar at­kvøður­nar – uttan tær um ársins dómara – kunngjørdar í Sosiali­num mánadagin eftir. Í nógvar mátar verður fylgt manna­ gongd­un­um, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt. Tað hevur til tíðir víst seg at verið torført, at fáa øll tey til­ nevndu at møta upp, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið pláss fyri øllum. Aftur í ár er vónin, at fáa øll tey tilnevndu at møta og samstundis tryggja, at talan verður um eitt stórt kvøld fyri øll. Tí aftur í ár verður sjálvt tiltakið, sum eisini er ein send­ ing á FM1, í sjálvum Reinsarí­ i­n­um í hjartanum í Havn. Her verður reyður løbari, har spælar­ar, venjarar og onnur verða avmyndaði, umframt at okkurt verður at eta og drekka. Pláss verður fyri áleið 300 gest­ um. Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, árs­ins verjuspælari, ársins mið­ vallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Aftur­at hesum, so skal ársins lið eisini setast. Heitið »Ársins ungi spælari« var á fyrsta sinni í 2013. Hetta kom í staðin fyri »Ársins stjørnu­skot«, sum var ov tor­ ført at definera. Ein ungur spæl­ari er ein, sum hevur U21- lands­liðs­aldur. Nýggjur heiður Í fjør høvdu vit á fyrsta sinni heiðurin ársins lands­liðs­ spælari. Í fjør var tað hjá monn­um, sum tá høvdu spælt HM 2018 undankapping. Í ár verður ársins landsliðsspælari hjá kvinnum valdur. Hetta er besti spælarin í inn­leið­ andi undankappingini, har Føroyar vunnu á Luksem­borg, Montenegro og Turka­landi, umframt EM-undan­kapp­ ingina, har Føroyar tíverru taptu allar dystirnar. Ársins lið í 4-4-2 uppstilling Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælar­ ar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttar­ skrivararnir hjá Miðlahúsinum, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvus­ su atkvøtt hevur verið um ár­ sins spælarar. Í 2013 varð liðið stillað upp í 4­3­3 uppstilling. Her vístu fleiri fót­bóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4­4­2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyp­ arar. Hesum leistinum halda vit fram við. Áleypari ella miðvallari? Ein avbjóðing er at skilja mill­ um hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí. Kemur hetta fyri tá atkvøtt verður, men verður loyst so hvørt ein spælari fær atkvøður í tveimum bólkum. Sum útgangsstøðið, so telja vengir sum miðvallarar. Tað vil siga, at spælarar sum Adrian Justinussen, Símun Samuelsen, Árni Frederiksberg, Meinhard E. Olsen, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen allir verða bólk­ aðir sum miðvallarar. Kunngera atkvøðurnar Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðla­ húsið stig til, at allar at­ kvøðurnar blivu al­manna­ kunn­gjørdar mánadagin eftir til­takið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgn­umskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum. Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunn­gjørd­ar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primi­tivt. Atkvøðurnar verða kunn­gjørdar í Sosialinum, sum kemur út mánadagin 30. okto­ ber. Velja 1, 2 og 3 Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kun­nu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði. FÓTBÓLTUR Fótbóltsgalla 2018: HESIR ERU Í UPPSKOTI TIL ÁRSINS SPÆLARA