Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. november 2018 · Nr. 128 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD VIKUSKIFTIÐ, SUM FÓR: Jóhan á Plógv Hansen heldur fram við egnari málveitslu í Champions League. Føroysk hondbóltsfólk gera um seg í útlondum, og so hava flogbóltsdystir verið her heima Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Gilli Rólantsson skeyt eitt av málunum, tá ið Brann í gjár vann 3-1 á heimavølli ímóti Strøms­godset. Hetta var týðandi sigur fyri at halda fast um 2. plássið í Elit­serien, har Brann nú er tvey stig frammanfyri Molde. Fimm stig eru upp til oddaliðið, Rosenborg, og av tí at tað einans eru tveir dystir at spæla, so krevst, at Rosenborg tap­ir báð­ar samstundis sum Brann vinn­ur báðar, um Brann skal ræna meistara­heitið frá Trónd­ heim-stór­felag­num, Rosen­ borg. Eftir eina røð við fýra dystum og frálíkum steypa­ sigri á AGF gekk ikki longur hjá Finni Justinussen og teim­um úr Næstved, sum í gjár máttu lúta 1-0 fyri gamla felagnum hjá Finni, nevni­liga Fremad Amager við Heina Vatnsdal á liðnum. Ivan Stanic skeyt einsamalla mál­ ið í 62. minutti og gav Frem­ ad Amager triðja sigurin í síðstu fýra dyst­un­um. Frem­ ad Amager er ósigrað í síðstu seks dystunum og er numm­ar átta á stigatalvuni, har Næst­ ved er nummar trý, fýra stig aftanfyri oddaliðið, Viborg. Føroyingarnir í donsku Super­liguni, Hallur Hansson hjá AC Hor­sens og Viljormur Davidsen hjá Vejle, hava ikki verið í dysti um vikuskiftið. Orsøk­in er tann, at júst hesi bæði liðini hittast í granna­upp­ gerð í Vejle í kvøld. Dyst­urin byrjar kl.18.00 føroyska tíð og verður vístur beinleiðis á TV3 Sport. FLOGBÓLTUR Tveir dystir hava verið í meistara­deildini hjá monnum um viku­skiftið. Leygardagin vann Fleyr 3-0-sigur á ÍF heima í Havn. Sett­úrs­litini vóru 25-18, 25-13, 27-25. Í gjár var dystur í Sørvági, har Mjølnir vann 3-0 á SÍ. Har vóru settúrslitini 25- 20, 25-16, 25-16. Mjølnir hevur seks stig eftir 3-0-sigrar fyrstu tveir dyst­irnar, meðan Fleyr er nummar tvey við fýra stigum. SÍ er nummar tvey við tveimum stigum, meðan ÍF er aftast við ongum stigi. Tveir dystir hava somuleiðis verið í meistaradeildini hjá kvinn­um hetta vikuskiftið. Leygardagin vann KÍF 3-0 á Drátti við sett­úrs­lit­unum 25-15, 25-21, 27-25, og í gjár vann Fleyr 3-0 á á TB í Trongisvági. Har vóru settúrslitini 25-16, 25-18, 25-15. Fleyr, SÍ og KÍF hava øll fult stiga­tal eftir fyrstu tveir dystirnar og eru oddalið. HONDBÓLTUR Tað gongur væl hjá Bjerring­ bro-Silkeborg í Champions League, har teir eftir sann­før­ andi 34-27-heima­sigur ímóti Besiktas í gjár eru einsa­malt odda­lið í bólki C. Støðan í hálv­ leiks­steðginum var 16-12 til heima­liðið, sum aftur hevði før­ oyska Jóhan á Plógv Hansen sum topp­skjútta – hesaferð við seks mál­um. Kyndil-upp­ aldi Jóhan á Plógv Hansen er framvegis toppskjútti í Champions League, har hann nú hevur skotið 43 mál í fyrstu seks dyst­unum. Tann, ið hevur skotið næst­flest, hevur skotið fimm mál færri enn føroyski høgri vongurin. Næsta upp­ gáva hjá Bjerringbro-Silke­borg í Champions League verður leygardagin á útivølli ímóti russ­iska Tjekhovskije Medvedi. Í næstbestu donsku deild­ ini held­ur sigursrøðin hjá TM Tønd­er, sum hevur før­ oyska Niklas Simon­sen sum ein av mál­verju­num, fram. Leygardagin vann TM Tønder áttanda sigurin av átta møguligum, men tað var tó ikki uttan tógvið stríð, at greiðu favorittarnir vun­nu 27-25 á botn­lið­num, Stoholm Håndbold. Støðan í hálvleikssteðginum var 11-11. TM Tønder er einsamalt á odda í deildini, har Jónas G. Djur­ huus (HØJ Elite) og Eirikur J. Simon­sen (Frederikshavn FI) báðir taptu hetta vikuskiftið. KA av Akureyri, við Áka Egils­nes og Allani Norðberg á lið­num, heldur seg frá av­ gjørda botn­stríðnum fyrsta árið í bestu íslendsku deildini. Tað gera teir eitt nú við frá­ líkum 27-27-javnleiki ímóti odda­liðnum Selfossi í gjár. KA javnaði tá ið trý sekund vóru eftir. Áki Egilsnes vísti vegin sum topp­skjútti við níggju málum, meðan landsmaður hansara, Allan Norð­berg, skeyt tvey mál. KA er numm­ar átta av 12 liðum í deildini, fýra stig frá botninum og einans trý stig frá 2. plássi. Tað er tískil sera javnt í deildini, nú sjey umfør eru spæld. Selfoss við Turið Arge Samuel­sen á liðnum vann leygardagin stór­sigur á Stjørnuni í bestu ís­lendsku deildini. Úrslitið gjørdist 32-18 til Haukar, sum vegna stóra mál­munin spardi Turið, ið tó skeyt tvey mál. Haukar er nummar fimm av átta liðum í deildini, men er fram­vegis við í oddastríðnum og er einans trý stig frá oddaliðnum, Vali. STYRKI Bjarni Nielsen hevur um vikuskiftið lut­tikið í DM- kappingini fyri sterk­ar menn. Føroya sterkasti mað­ur bleiv nummar tvey í kapp­ing­ini. Steypið er so stórt, sum hann hevur vunnið, at hann eftir kappingina helt fyri, at tað fór at verða torført at fáa tað í flúgvaran. Hann sigur eftir kappingina, at hann er fegin um 2. plássið og 360 kilo í deadlift, meðan hann ikki er so fegin um av­rikið í øvilsinum, sum eitur Atlas-steinurin. Tá samanumkom vóru bara tvey stig á muni millum Bjarna Nielsen og vinnaran. Føroya sterkasti maður ger seg nú kláran til Burn Showdown strongman, sum verður 16. november í høllini á Hálsi. Jóhan er framvegis toppskjútti Jóhan á Plógv Hansen skeyt seks mál ímóti Besiktas í gjár