Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo TÍÐINDI SÍÐA 12-13 Greiður vinnari í granna­ krígnum SÍÐA 9 Hesin møguleiki kemur ikki aftur Í gjár hevði løgtingið fyrstu við­ gerð av løgtingsuppskoti um løg­ frøði­ligt kynsskifti. Uttan­flokka­ tingkvinnan Sonja Jógvans­dóttir hevur lagt upp­skotið fram. Hon skjýtur upp, at fólk, sum kenna seg sum annað kyn, enn tað, sum tey lív­frøðiliga eru fødd sum, skulu hava møguleikan at taka løgfrøðiligt kynsskifti. Hesi fólk skulu kunna søkja um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við teirra kynsliga samleika, og hetta skal geva teimum tvør­ kyndu møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sín­um, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass. Hetta kann ljóða sum við­ kom­andi uppskot, men mátin, sum Sonja Jógvansdóttir hevur arbeitt í hesum máli, gevur ikki ábendingar um annað, enn at hon vil markera seg til eitt komandi løgtingsval, og at hon ongan veruliga áhuga hevur í at fáa málið samtykt. Løgtingskvinnan hevur í sjálvdrátti lagt uppskotið um kyns­skifti fyri løgtingið, og við­ gerðin í løgtinginum týs­dagin vísti, at so at siga eingin undir­ tøka var fyri upp­skoti­num. Tey, sum ikki vóru hart ímóti uppskotinum, hildu, at málið als ikki var klárt til støðu­takan, tí avleiðingarnar av uppskotinum eru so víð­ fevnd­ar, at her má eitt um­fat­ andi greiningararbeiði gerast, áðr­enn slíkt uppskot kann sam­tykkjast. Samstundis sum Sonja Jógvans­dóttir hevur lagt upp­ skot fyri løgtingið, hevur kam­ pan­ja koyrt á eitt nú facebook, har tvørkynd fólk greiða frá sínari støðu. Hetta skal stuðla upp undir uppskotið. Unga Tjóð­veldið og LGBT hava eisini veitt stuðul til uppskotið beint fyri fyrstu viðgerð. Hinvegin hevur Sonja Jógvans­dóttir einki veru­ ligt fótarbeiði gjørt í polit­ isku skipanini fyri upp­skoti­ num. Tað vísir bara, at hetta meira enn annað lík­ist einari kampanju fyri løgtings­ kvinnuna sjálva – og tað tykist óvirði­ligt at brúka fólk, sum kenna hesar trupulleikar á sínum kroppi, í hesum politiskt óseriøsa samanhangi. Niðurstøðan av kjakinum í løgtinginum týsdagin er, at uppskotið hjá Sonju Jógans­ dótt­ir hevur ongan kjans at verða samtykt, men kampanjan hjá Sonju lukkast, tí hon kann trína fram sum høvuðsleikari í sínari egnu pallseting. PALLSETING AV SÆR SJÁLVARI Sannlíkindi eru fyri, at lága rentustøðið ikki fer at halda fram, og ein møgu­lig rentuhækking av týdningi kann fara at ganga út yvir húsa­prís­ir­ nar. Ein slík støða kann gerast óheppin fyri húsa­ eigar­ar við høgari skuld, tí virðið á húsunum kann fara niður um virðið á skuld­ini. Tað skrivar Lands­ bankin. Hóast sethúsaprísirnir eru munandi hækkaðir sein­nu árini, eru útreiðsl­ ur­nar orsakað av rentu­ lækk­ingum, ikki øktar sam­svarandi. Til dømis kostaðu eini set­hús í 2013 í Tórshavn 2,6 millión­ ir krónur. Hetta svaraði við einum van­lig­um sethúsaláni tá til rentu­ út­reiðslur á um­leið 9.000 krónur um mán­að­in í byrjanini av aftur­gjalds­ skeiðinum. Samanborið verða somu sethús í Havn í 2018 seld fyri 3,5 milliónir krón­ur. Hóast tað nærum skal rindast ein heil milli­ ón krónur meira fyri húsini í dag enn fyri fimm árum síðani, eru rentuútreiðslurnar tær somu. Tað vil siga um­leið 9.000 krónur um mán­ aðin, tí renturnar í dag eru so mikið lægri. Lága rentustøðið minkar um lánikostnaðin, eins og møguleikin fyri at fáa avdráttarfrí lán og rentu­ stuðul lækkar um láns­ gjaldið. – Lága rentustøðið ger lántakarar við stór­ um bústaðarlánum við­ breknar, tí tað er ikki óhugsandi, at rent­an aftur fer at hækka. Um nú­ver­andi bú­staðar­ láns­renta hækkar við 1,0 prosentstigi, skulu rindast umleið 800 krónur meira í rentu­út­ reiðsl­um um mánaðin fyri hvørja lænta millión krón­ur. Rentuhækkingar kunnu harafturat leggja trýst á sethúsaprísirnir niður­eftir og harvið út­ hola frívirðið í ognini, skrivar Landsbankin. – Óheppin gerst støð­ an, um set­húsa­prís­ir­nir lækka so mikið nógv, at ávís húsarhald koma at sita eftir við eini skuld, ið er væl størri enn virðið á húsinum. Sum nú er, gevur lága rentustøðið í dag húsarhaldum møgu­ leika fyri at rinda skuld nið­ur skjótari enn annars, heldur Landsbankin. Landsbankin: Gott høvi at gjalda skuld niður Løgtingskvinnan er høvuðs­ leikari í egnari pallseting Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Eitt mistak var í prís­ kann­ingini, sum var í Sosiali­num mánadagin. Tað snýr seg um hand­ lar­nar, sum í yvir­liti­num eita Inn. Her skuldi av røttum staðið Sam­keyp. Prísirnir eru heint­aðir úr Inn á Grøn­lands­ vegnum í Havn og úr Heyga­búðini í Klaksvík, sum báðir eru partur av Sam­keyp-ketuni. Handlarnir, sum fyrr vóru partur av Inn- ketuni, eru í dag antin partur av Á handlun­um ella Sam­keyp handlun­ um. Inn í Klaks­vík, Inn í Norðskála, Inn við Sunds­ vegin og Inn við Landa­ vegin eru nú Á handlar, og Inn á Eiði og Inn við Grøn­landsvegin eru nú Sam­keyp handlar. Vit biðja um umbering fyri misskiljingina. Rætting til prískanning