Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI 80 ára gamal og virkin á útróðri - Eg geri tað, eg havi elskað alt lívið, og tað er at fiska. Mær tørvar ikki at rógva út, men eg tími ikki at seta meg hendur í favn, tá bæði hugur og orka enn eru, sigur áttati ára gamli, Jack Højgaard, sum eisini súkklaði til París við Rynkeby-súkklarunum á sumri 2017 Vilmund Jacobsen Hóast Jack Højgaard gjørdist átt­ati ár hin 31. mai í ár og hevur verið fiskimaður alt sítt raska lív, er hann framvegis virkin á sjónum. Eftir at hava átt bát og skip í eini 40 ár, dugdi hann ikki at gevast á sjónum, tá hann seldi Volunteer. - Tá eg seldi Volunteer fyri 6-7 árum síðan og keypti mær ein minni útróðrarbát, spurdi onkur, um eg ikki dugdi at gevast. Men, eg geri tað, eg havi elskað alt lívið, og tað er at fiska. Hví skuldi eg givist, hóast eg eri áttati og føli meg at vera væl fyri? Mær tørvar ikki at rógva út, men eg tími ikki at seta meg hendur í favn, tá bæði hugur og orka enn er til at rógva út. Jack Højgaard eigur útróðr­ arbátin, Hellisfoss, sum er ein­ ar 33-35 føtur langur. Hann hevur sett eitt sindur upp í hekk­una á bátinum, og hetta hevur gjørt bátin nógv betri í sjónum. Jack hugsaði annars um at byggja slengrikjølar á bátin, men tað heldur hann ikki vera neyðugt nú. Umframt at rógva út, tá løt­ urnar eru, fiskar Jack Højgaard eisini gággur, sum hann egnir á línuna saman við makreli og høgguslokki, og sjálvur heldur hann, at umleið triðja hvørt agn á línuni er gágga. Í 2017, tá føroyska Rynkeby- liðið súkklaði langa teinin til París, var Jack Højgaard tá sum 79 ára gamalur eisini við sum súkkari. Hann viðgongur, at venjingin fór við nógvari tíð ein part av 2017, og tí gjørdust út­róðrardagarnir í fjør ikki heilt so nógvir, sum hann ann­ ars kundi hugsað sær. Hinvegin gekk væl at súkkla til París, og sum hann sjálvur tekur til, var hann ongantíð í buss­inum, har súkklarar, ið kanska føldu sær eitt hvørt, kundu fáa hvíld á ferðini. Nú farið varð avstað aftur til París í summar, hevði Jack Højgaard ógvuliga góðan hug at fara við aftur, men hann og ”heimastýrið” gjørdust samd um, at hann fór ikki. Sær gott út - Jú, venjingin fór við sínari tíð í fjør. Eg haldi, at eg gjørdi einar 12 túrar á útróðri í 2017, men higarti í ár havi eg gjørt einar 20 túrar. Sum oftast eri eg einsamllur á bátinum. Jack Højgaard, sum hevur verið fiskimaður eitt langt lív, ásannar, at tað sær gott út á havinum í løtuni. - Í gjár hevði eg 1900 pund á 11 stampum. Eg slapp ikki at seta, har eg ætlaði, tí júst henda dagin vóru nógvir út­ róðr­arbátar á leiðini. Eg byrjaði at seta úti á seks fjórðingum eystur úr Borðuni, og eg endaði inni á trimum fjórðingum. Útróðrarmaðurin er vísur í, at um hann hevði gjørt somu setu á somu leið í fjør – ella fyri einum ári síðan – hevði hann drigið svart. - Jú, eg haldi, at útlitini eru rættiliga góð, og tað er fiskur – bæði toskur og hýsa – víða um. At fiskur fæst víða um, er gott tekin og gevur okkum eina ábending um, at hetta ikki er fiskur, sum bara verður her fyri eina tíð. Tað skal vera heilt und­arligt, um so verður, so­ leið­is sum tað nú sær út, leggur hann aftrat. Jack Højgaard sigur, at fiski­ skapurin í heyst javnan hevur ligið um 2000 pund á 11 stamp­ um, og tað er ivaleyst hjá sær, sum hann tekur til. Vanligar dagar er veiðan helvt um helvt toskur og hýsa. Onkrar dagar er meira av toski – og onkrar dagar meira av hýsu. - Hýsa er at fáa í fleiri stødd­ um, og bæði toskur og hýsa vísa seg at vera í góðum standi. Haraftrat kemur, at prísurin fyri toskin hevur verið góður og støðugur yvir eina longri tíð. Ikki kvotur aftur Tá vit spyrja roynda línu-og snellumannin, um hann er fyri at varðveita fiskidagarnar – ella, vit aftur skulu hava eina kvota­skipan, soleiðis sum landsstýrið hevur ætlað í nýggju fiskivinnulóggávuni, sig­ur hann: - Nei, vælsignaður – lat okkum ikki fáa eina kvotu­ skip­an aftur til línuflotan. Línu­veiða er blandings­fiski­ skap­ur, og tað kann gerast rætti­liga trupult at stýra fiski­ skap­inum, um vit aftur skulu fiska eftir ásettum kvotum. Tá haldi eg, at myndugleikarnir – um teir halda, at fiskidagarnir eru ov nógvir – heldur eiga at skerja dagarnar nakað. Jack Højgaard sigur, at við einari kvotuskipan, har ov lítið er at fiska av toski og hýsu, er hugsandi, at tann smæsti fisk­ ur­in verður krøktur av við rull­ una, sum hann tekur til. - Útróður er lítil og eingin, og her er als eingin tilgongd. Tað gongur ikki long tíð, til útróð­urin er burtur. Ein kvøldið herfyri var eg vestan fyri, og her sá eg ikki ein tann einasta bát. Áður kundi vest­ ur­havið síggja út sum ein lýs­ andi býur. Í stuttum er eingin út­róður nakrastaðni, sigur Jack Højgaard. - Jú, eg haldi, at útlitini eru rættiliga góð. At fiskur fæst víða um, er gott tekin. Tað skal vera undarligt, um hetta ikki fer at roynast, sigur 80 ára gamli, Jack Højgaard, sum hevur átt bát í meira enn 40 ár Mynd: TJ-myndir Jack Højgaard eigur útróðrarbátin, Hellisfoss, sum er einar 33-35 føtur langur. Hann hevur sett eitt sindur upp í hekkuna á bátinum, og hetta hevur gjørt bátin nógv betri í sjónum, sigur hann Mynd: TJ-myndir