Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129 Verið hjartaliga vælkomin www.glyvra.fo Missiónsvika í Haldórsvík Í Avhaldshúsinum frá 08. – 11. nov 2018 Hóskvøld kl.19.30: Frelsunarherurin Fríggjakvøldi kl.19.30: Ólavur Jacobsen Sangur: Marita, Jóhanna og Hallgerð Leygarkvøldi kl.19.30: Syngi við kvøld; við Harmonikuvinum. Innsavnan. Sunnudag kl.12.00: Gudstænasta við Bergtórur H. Bjarkhamar, altargongd. Sunnukvøldi kl.18.00: Oasubrøður. Innsavnan. Øll eru hjartaliga vælkomin Oasan Sunnumorgunum kl 11. Poli Jacobsen Pensionistafelagið í Havn. Mikudagin 7. november kl. 19,00 verður fundur. Knút Olsen greiðir frá bók hann hevur umsett eftir "Stefan Zweig - Heimurin ið var." Harmonika og sangur er eisini á skránni. NB! Fundurin er í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag. Mikudagin 14. november kl. 19,00 verður fundur. Ingeborg W. Jacobsen fer undir at lesa framhaldssøgu. NB! Fundurin verður á 2. hædd í Losjuni, inngongd frá Bøkjarabrekku. NB! Seinasta freist at tekna seg og at gjalda til jólaborðhaldið 12. december er 21/11 - 18. Reyði Krossur Vitjunartænastan hjá Reyða Kross Føroya virkar nú eisini í hesum økum. Um fólk vilja gerðast vitjunarvinir ella fáa vitjunrvin, kunnu tey ringja til viðkomandi fyrisitarar. Tórshavn Eyrith tlf. 513784 ella Marin tlf. 284333 vitjunartanastan@redcross.fo Sørvágs Kommuna, fyrisitari Anna.S. tlf. 332705/272142 Vága Kommuna, fyrisitari Hansia tlf. 229705 Tvør­oyra Kommuna, fyri­sit­arir Marit tlf. 611087/ 281339 og Eileen tlf. 289563 og Bergljót tlf. 294216. Kommununar í Sandoynni, fyrisitarir Óløf tlf.561348 og Kristbjørg tlf. 281708. Eldraráðið í Norðoyggjum, fyrisitarir Maria Olsen tlf. 228488 og Gerda Absalonsen tlf. 215174 Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn. Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Selatrað Møti verður sunnukvøldið 11 nov. kl 18.00 Kristian Martin Petersen talar Hjartaliga vælkomin Soli Deo Gloria Hósdagin kl. 19.30 bøn Hósdagin kl. 20.00 ungdómsmøti við Euroclass Fríggjadagin kl. 18.30 møt Euroclass Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 møti við Búgva Olsen úr Kelduni. Tilhaldið í Tórsgøtu Tórsgøta 21 Er opið mánadag – Hósdag kl. 9.00 – 16-00 Fríggjadag kl. 9.00 – 15.00 Støkk inn á gólvið til eitt kaffiprát Allir pensionistar eru vælkomnir Vestmanna Missiónshús Sunnudagin 11. nov., kl. 13.00 er sunnudagsskúli og kl. 18.00 møti við Petur F. Johannesen, Mariann og Annfinn Garðalíð av Skála. Øll eru hjartaliga vælkomin. Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag, frá kl 15 til 18 í Sørvágsskúla. Drekkamunnur og køka er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin Visit Tórshavn Mikudagur 7. november 19.30 Jørundur Hundadagakongur í Sjónleikarhúsinum. 200kr 19.30 Eitt jólaævintýr á Tjóðpallinum. 240 kr 19.30 Open Mic/open stage í Reinsarínum. Ókeypis atgongd 19.30 Miðvika í Hoyvíka kirkju 20.00 Samfelagsstevnan 2018 í Høllini á Hálsi. Sí skrá á www. ebenezer.fo 21-23 Pub Quiz í Essabarr. Ókeypis atgongd Hósdagur 8. november 09.00 VIZ – skeið um visuelt samskifti í Norðurlandahúsinum. 3.495 kr 10.00 Samfelagsstevnan 2018 í Høllini á Hálsi. Sí skrá á www. ebenezer.fo 17.00 Mentanrvirðislønir verða handaðar í Mullers Pakkhúsið 19.30 Jørundur Hundadagakongur í Sjónleikarhúsinum. 200kr 19.30 Eitt jólaævintýr á Tjóðpallinum. 240 kr 19.30 Seturskjak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum 19.30 At gerast Ceecee í Norðurlandahúsinum. 250 kr Fríggjadagur 9. November 10.00 Samfelagsstevnan 2018 í Høllini á Hálsi. Sí skrá á www.ebenezer.fo 16-18 Ostur og vín í Fútastovu 16-18 Heimagjørt í Frumbita 16-18 Hjallur og vín á Katrina Christiansen 19.00 Talv kapping við Helga Dam Ziska í Essabarr. Tilmelding á essabarr@essabarr.fo 19.30 Eitt jólaævintýr á Tjóðpallinum. 240 kr 20.00 Barnadansur í Norðurlandahúsinum. Ókeypis atgongd 21.00 Edith Dahl Jacobsen í Blábar. 100 kr 22.00 Pub Quiz í Irish Pub 22.00 Finnur Koba í Essabarr. Ókeypis atgongd 24.00 Charlie George is a Cat í Irish Pub. Ókeypis atgongd LÝSINGARTORG FUNDIR Hagafundur Hagafundur verður fyri Norðara part í Norðskála, mikudagin 14. novembur, kl. 19, á Norðskálavegi 55. Hagastýrið ÚT- & SJÓNVARP LEIGA SJÓNVARP VIÐ KEYPSRÆTTI LEIGA 43 SMART TV VIÐ KEYPSRÆTTI BERT 290,-KR PR MÐR. EINKI ÚTGJALD, ÓKEYPIS ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. SÍ MEGNA.FO GUTTORM MORTENSEN 251160 YMISKT Basarur Basarur verður í KFUK Varðagøta 9 Tórshavn leygardagin 17. novembur kl. 15.00, við eydnuhjóli, mat og køkutombula og høvi verður at keypa ein drekkamunn. Nógvir góðir vinningar KFUK Varðagøta 9 Tórshavn Vetrarsøla í Vági Vetrarsøla við heimavirkaðum vørum verður í Vágs Skúla leygardagin 17. november kl 10-17 og sunnudagin 18 november kl. 14-17. Fleiri upplýsingar og tilmelding á tlf 275715 Vágs Matnøðrafelag TILTØK Jógvan Jensen 60 ár Mánadagin 5. november fylti Jógvan Jensen í Havn 60 ár. Jógvan hevur so gott sum alt sít lív arbeitt við ambulansutænastu og tí sum hevur við til­búgv­ ing og kreppuhjálp at gera. Eftir at hava arbeitt 23 á Landssjúkrahúsinum innan ambulansa­tæn­ astu, stovnaði hann Tilbúgvingarstovuna í 2003. Tilbúgvingarstovan spesialiseraði seg í skeið­um, sum høvdu við fyrstu­hjálp og trygd at gera sum t.d. fyrstu­ hjálp­arskeið fyri stovnar og virkir og serskeið í fyrstuhjálp fyri børn, umframt eldsløkking, sálarliga fyrstuhjálp, fyrilestrar um trygd í húsarhaldinum eins og serligt ferðslutillaga skeið í fyrstuhjálp. Øll árini hevur Jógvan starv­ast saman ið Jo­hannisi Nilssen, bæði á Lands­sjúkrahúsinum og í sambandi við und­ir­vísing í tilbúgving. Fyri nøkrum árum síðan legði Tilbúgving­ar­ stov­an saman við Ansni og bleiv partur av Ansni­-samtakinum. Jógv­an hevur skipað fyri skeiðum í heilsu­tilbúgv­ ing og sálarligari kreppu­ tilbúgving. Hann er ofta frammi í miðlunum í sam­bandi við vanlukkur. Hansara ynski er, at øll skulu kunna fáa kreppu­ hjálp aftaná ógvusligar hendingar. Annars er Jógvan út­búgvin gartnari. Hann lærdi til gartnara í Norra í 70-unum. Hann er gift­ur Joan, f. Lamhauge, úr Vestmanna. Tey fingu synirnar: Heri, Jóan Pauli og Teitur, sum doyði av sjúku í 2014. Jógvan er leiðari fyri tilbúgving í Ansni-sam­ takinum. Føðingardagin var Jógvan burtur­stadd­ ur. NØVN Føðingardagsheilsan Tann 7. november 2018 fyllir August Gabriel Wang, ættaður úr Kald­bak og búðsitandi á Frederiksberg í Dan­ mark, 70 ár. Í dag er 70 ár tó ongin aldur,tá man fram­vegis arbeiðir fulla tíð og gott og væl tað. Tað varð ikki sungið við vøgguna í Kaldbak, at August skuldi gerast akademikari, hann gekk í veruleikanum bara í skúla hálvan dag øll barnaárini, og bert hjá einum lærara dagliga. Tað var kannska mamman Astrid Wang, sum helt sonin til bøk­urnar, og væl hevur borið til. August gjørdist studentur í Hoydølum og tók sum 27 ára gamal prógv sum lækni á Uni­versitetinum í Keyp­mannahavn. Essa Arge sáli vildi fegin havt August undir sínar kirurgisku veingir, men tað var Árni Olsen sáli, sum gav íblástur til leiðina sum sálarlækni. Í stuttum kann sigast, at August Wang gjørdist serlækni í psykiatri í 80­unum í Odense og tók dokt­araheitið í 1996, eis­ini í Odense. August starvaðist sum yvirlækni í psykiatri í Føroyum í 9 ár og hevur starvast í gott 20 ár í Keypmannahavn á Psykiatrisk Center Amager, nú sum yvir­ lækni á Kompe­tence­ center for Selv­mords­ fore­byggelse. August hevur eisini verið aktivur fakliga og verið virkiní Viden­skabs­ etisk Komite. August hevur framvegis sítt dag­liga yrki og hevur ábyrgd av læknalesandi á staðnum, hann er eisini lektor við Universitetið í Keypmannahavn og ar­beiðir sum granskari í sjálvmorðsfyribyrging og genetik. August Wang hevur, saman við sjúkra­røktar­ frøðingi Marianne Hvid, lagt lunnar undir Amag­er Projektið, sum í stuttum snýr seg um, at fólk, sum hava roynt sjálvmorð, men ikki blíva innløgd, fáa bjóðað upp­fylgjandi vitjanir aftaná. Projektið hevur havt so góð úrslit, at tað nú er implementerað á øðrum sjúkrahúsum, eitt nú Bispebjerg Hospital. August er sera hjálp­samur av lyndi, og tað er nokk meira enn ein lækni, sum hevur takka honum fyri, at prógvið kom í hús. Mong eru eisini tey, sum hava notið gott av hansara fakliga kunnleika og hjálpsemi, tá lívið gjørd­ist tungt, eisini uttan­fyri sjúkra­hús­ verkið. August hevur altíð verið eitt familju­menn­ iskja, men hevur ikki nakað fríðtíðar ítriv sum so. Hann sigur sjálvur skemtiliga, at hann ikki skilur ímillum arbeiði og ítriv. Tað er tó eitt, sum kan fáa mannin til at leggja alt frá sær, og tað eru abbabørnini bæði, Magnus og Freja, sum eru 8 og 4 ára gomul. Tey elska hann treytaleyst og vita, at um tey vilja uppnáða okkurt, sum omma sigur nei til, so er bert at spyrja abba, sum uppá sín diplomatiska máta fær eitt nei at blíva til eitt ja. Teir mongu túrarnir úti í skóðinum ella á teimun ymisku spælipássum, eru eisini eitt ”hit”. Góði August, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og nógv góð ár afturat saman við okkum. Konan og synirnir við familju.