týsdagur 6. november 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum sýndu
samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir,
abbi og langabbi
ANDRAS O. JOENSEN
f. 07. nov. 1933 d. 29. juni 2018
Andaðist og var jarðaður.
Vit takka tykkum hjartaliga á Lágargarði, sum vóru
um hann hansara seinastu tíð.
Tøkk til Mariu J Niclasen og Poul Færø, fyri góð
orð, til Signar Í Homrum fyri vakran sang.
Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk fyri
blómur, kransar og peningagávur til bátafelagið.
Tøkk til øll tykkum ið bakaðu og hjálptu til við
ervinum, ein serlig tøkk til Vivi Hammer.
Tøkk til tykkum mongu ið fylgdu honum til hansara
síðsta hvíldarstað.
Blíðar heilsanir.
Elvira, Jákup, Eyðbjørg og Ragnar Petur
v/ fam.
Tøkk
Í sambandi við at elskaða kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Hildibjørg Sólgerð Olsen
f. 30. oktober 1932 - d. 26. september 2018
doyði og varð jarðað,
vilja vit takka fyri alla umsorgan, troyst og hjálp.
Tøkk til starvsfólkið á Eysturoyar røktar- og
ellisheimi, sum hava verið um hana seinastu árini.
Tøkk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum,
sum vóru um hana ta seinastu tíðina. Tøkk tit
øll, sum komu í kapellið, og til Alfred Olsen fyri
góð orð og Hilmar Jan Hansen fyri urguspæl
í kapellinum. Tøkk til prest, Ova Brim, fyri
vitjanir á sjúkralegu hennara og troystarrík orð í
Fríðrikskirkjuni, og til kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk til sangarar og kirkjukór, sum sungu til
jarðarferðina. Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við ervinum. Og tøkk tit øll, sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Jógvan, Anfinn, Hervør, Jensia og Dagunn
Dreymastarvið finnur tú á in.fo