Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Í oktober mán­aði vóru 818 milliónir krón­ur goldnar í løn til før­oy­ing­ar. Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroyar. Sambært uppgerðini fingu menn 514 milliónir krónur í løn, og kvinnur fingu 305 milliónir. 263 milliónir krónur vórðu goldnar innan almenna tænastu, 256 milliónir innan privata tænastuvinnuna, 165 milliónir krónur innan fiskivinnu, og 134 milliónir innan byggivinnu og tilvirking. 328 milliónir krónur vórðu goldnar í Suðurstreymoy, sum er størsta økið. Í Eysturoy vórðu goldnar 183 milliónir krónur, og í Norðoyggjum 97 milliónir krónur. Rákið er, at lønarútgjaldingarnar støðugt hækkað, hóast onkur av undanfarnu mánaðum hevur verið størri lønarmánaði, enn oktober var. 8. NOVEMBER 2018 Í vikuni vóru 40 ár liðin, síðani fyrstu kvinnurnar vórðu valdar í løgtingið. Tað hendi á løgtingsvalinum 7. nov­ ember í 1978, tá ið Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum vórðu valdar á ting í Suðurstreymoyar valdømi. Fyrsta kvinna, sum møtti á tingi, var Malla Samuelsen úr Sjálvstýris­flokk­in­um, sum kom inn nakrar dagar í 1964 sum eykafólk fyri Marius Johanne­sen. Jona Henriksen tók sæti sum eyka­fólk á løgtingi í 1975 og sat til 1978, tá ið hon og Karin Kjølbro vórðu vald­ar á ting. Hóast kvinnur hava havt valrætt og kunna stillað upp til løtingsval í 100 ár, so tók tað 60 ár hjá føroyingum at venja seg so væl við tankan um, at kvinn­ur vórðu valdar í Løgtingið.  Hesi árini síðani hava kvinnur verið valdar í løgtingið á hvørjum vali, men tær hava ikki verið nógvar í tali. Sam­ an­lagt eru bert 25 kvinnur valdar á ting síðani 1978. Um vit tey allar hinar, sum hava havt fast sæti á tingi sein­astu sløku 44 árini, høvdu tær ikki verið nóg nógvar at fylt tingsalin. Tí tær eru bara 31 í tali, og á Løgtingi eru 33 tingsessir. Eftir at Føroyar gjørdist eitt val­dømi í 2008, fingu kvinnur frægari at­gongd til løgtingið, tí tá varð talið av kvinnu meira enn tvífaldað til sjey kvinn­ur. Í 2011 øktist kvinnu­um­boð­an­in aftur. Tá vóru 10 kvinnur valdar. Á sein­asta løg­ tings­vali, sum var 1. sept­emb­er í 2015, vóru aftur 10 kvinnur valdar. Hetta landsstýrið hevur havt javn­ støðu millum kynini. Fýra menn og fýra kvinnur hava sitið í lands­stýr­in­ um, men eftir at Henrik Old fór frá, hevur lands­stýrið verið mannað við fýra kvinn­um og trimum monnum. Kvinnuumboðanin er betur nú, enn hon hevur verið, men enn eru vit ikki komin á mál. Tí mugu vit vóna, at kvinnu­umboðanin á tingi verður styrkt, og at vit í framtíðini koma at hava nakað, sum líkist einari javnvág mill­um kynini. Lat okkum fáa fleiri kvinnur á ting Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri 818 milliónir goldnar í løn Fríggjadagin fyri viku síðani andaðist Joen Henry Andreassen, vanliga nevnd­ur Jógvan, fyrrverandi sorin­ skrivari og Løgtingsins umboðsmaður, 85 ára gamal.  Jógvan varð útbúgvin løgfrøðingur í 1958, og eftir at hava starvast í danska Løgmálaráðnum í uml. 2 ár, gjørdist hann fyrst dómarafulltrúi í Roskilde, til hann í 1964 flutti til Føroya og helt fram í Føroya Rætti. Jógvan gjørdist sorinskrivari í 1977 og frá 1994 fyrisitingarligur sorinskrivari í Føroya Rætti. Hetta starvið røkti Jógvan, til hann tók við embæt­in­um sum fyrsti Løg­tingsins um­boðsmaður.  Á tingfundi 2. november 2000, varð Jógvan einmælt valdur til umboðsmann fyri tíðarskeiðið 2001- 2005. Núverandi Løgtingsins Umboðs­ maður sigur í minn­ing­ar­orðum um hann, at við sínum fakligu førleikum og hollu royndum, hevði hann ta barlastina, sum mett varð, skuldi til fyri at kunna lyfta hesa upp­gávuna og at skapa ein stovn, sum bleiv virdur av bæði politisku og um­sitingarligu skipanini í Føroyum.  Hnn tók við embætinum 1. mai 2001, og vísti longu frá byrjan, at hann var rætti maðurin til hesa uppgávuna. Jógvan var sera dugnaligur, og hann vann sær beinanvegin virðing í starv­inum her heima eins væl og mill­um starvsbrøður sínar í hinum norðurlondunum, sum hann javnan hitti á fundi at umrøða mál av felags áhuga.  Við sínum førleikum og royndum smæddist hann heldur ikki burtur teirra millum, og hetta viðførdi eisini bæði virðing og vinabond millum teirra. Jógvan lat ein vælvirkandi stovn úr sínum hondum, tá hann í 2005 ikki vildi halda fram eitt skeið afturat, men heldur at kunna njóta tíðina saman við sínum kæru. Jógvan var sostatt 72 ára gamal, tá hann valdi at fara av arbeiðsmarknaðinum.  Eftir Jógvan sita konan Elisabeth, børnini Birgir og Ása umframt abbabørn. Jógvan var rætti maðurin til uppgávuna Les eisini blaðið á telefonini Hvør ert tú? Eg kenni røddina Tema Síða 10-15 Hetta er ótrúliga løgið Pauli T. Petersen Síða 9 Visti tú? At føroyingar bert hava valt 25 kvinnur á ting Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin