mánadagur 12. november 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2018 · Nr. 131
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Útlendingar keypt
ein part av Tavuni
Teir, sum keypa stóran part av gulllaksinum frá Tavuni hava
keypt 20 prosent av partabrøvunum í felagnum í Leirvík
Árni Gregersen
Størstu keypararnir av gull
laksi frá Tavuni í Leirvík er
eitt norskt felag.
Tað er hetta felagið, sum nú
hevur keypt 20 prosent av
partapeninginum í Tavuni.
Frammanundan áttu Jógv
an Elias Joensen, Ingvar Joen
sen, Joen Magnus Rasmussen
og Norðoya Íløgufelag allan
partapeningin í felagnum.
- Norsku keypararnir hava
leingi vilja sloppi at eiga ein
part í fyritøkuni, sigur Ingvar
Joensen, stjóri.
- Teir eru blivni nógv tann
størsti keyparin av vørunum
frá okum og tí vilja teir eisini
tryggja sær, at teir standa
ovast á keyparalistanum, ser
liga um tað fer at standa á lata
øllum nóg mikið, sigur stjórin.
Norska felagið hevur sein
astu árini keypti fleiri smærri
keyparar hjá Tavuni upp í
Noreg og tí er norska fyritøkan
vorðin ein so stórur keypari
hjá Tavuni. Tavan selir millum
helvtina og tveir triðingar av
framleiðsluni til norska fel
agið, sum er ein partur av
Salmar-samtakinum.
Norska felagið hevur fingið
ein nevdarlim í nevndini hjá
Tavuni.
Trygd
At norska fyritøkan tryggjar
sær ognarlut í føroyska veitar
anum er sjálvandi ein trygd
fyri fyritøkuna, men hetta er
sjálvandi eisini ein tryggleiki
fyri fyritøkuna í Leirvík.
- Í eini tvey ár hava teir sagt,
at teir vilja sleppa uppí fyri
tøkuna, men vit hava verið eitt
sindur ivasamir. Kortini hava
vit mett støðuna soleiðis, at
hetta eisini er ein tryd fyri
Tavuna. Hetta ger, at vit hava
trygd
fyri,
at
ein
stórur
keypari er til okkara vørur,
sigur Ingvar Joensen.
Tavan hevur fyrst og fremst
arbeitt við gulllaksi seinastu
mongu árini Gulllaksafars er
ein kend handilsvøra á heima
marknaðinum, men tað verður
fyri tað mesta útflutt.
Tað er soleiðis, at har sum
gulllaksafars ikki verður brúkt,
har ber tað til at brúka surimi
í staðin fyri.
- Tað er sjálvandi altíð ein
vandi fyri tí, men gulllaksur er
tað betra og tí vilja okkara
keypara helst hava tað, sigur
Ingvar Joensen
Tavan arbeiðir ymiskt annað
enn gullaks. Seinastu árini
hava tey arbeitt sild og selt til
Svøríkis.
Fyritøkan hevur gingið væl
seinastu mongu árini. Verður
hugt eftir seinastu 10 árunum,
so hevur ársúrslitið samanlagt
verið góðar 93 milljónir krónur.
Bestu árini hevur avlopið verið
yvir 10 milljónir krónur.
Í fyrraárið var avlopið góðar
10 milljónir krónur, meðan tað
í fjør var 5,5 milljónir krónur.
65 ársverk eru á virkinum í
Leirvík.
- At keypararnir nú eru part
ur av fyritøkuni ger, at okkara
marknaðarviðurskifti
eru
tryggari, men tað kann eisini
hava við sær, at vit gerast part
ur av at virka onnur fiskasløg,
sum keypararnir kanska hava
áhuga í, sigur Ingvar Joensen
at enda.
Ingvar Joensen er stjóri á Tavuni í Leirvík
Tavan liggur á havnarlagnum í Leirvík
Stjørnan og Polarhav hava roynt eftir gulllaksi í mong ár