hósdagur 25. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 226 - 25. november 2004
Nr. 226 - 25. november 2004
3
Avmyndar ferða-
fólk nakin
Í Heathrow-floghavnini í
London eru eftirlitsmynd-
ugleikarnir farnir at royna
eitt tól, sum kann avdúka,
um ferðafólk ætla at taka
vápn við sær í flogfarið.
Talan er um eitt tól, sum
tekur røntgenmyndir av
ferðafólkunum. Myndir-
nar síggjast á einum
skíggja, og tær avdúka, um
viðkomandi hevur nakað
vápn uppi á sær. Men
trupulleikin er, at myndir-
nar avdúka eisini, hvussu
fólk síggja út innan fyri
klæðini, og tað eru øll ikki
líka fegin um. Eitt nú hev-
ur bretski borgararætt-
indafelagskapurin Liberty
mótmælt nýggja eftirlit-
inum, tí hann vil vera við,
at myndirnar eru alt ov
ágangandi og avdúkandi.
Susann Hallowell, sum
er stjóri á tí stovninum,
sum hevur ábyrgdina av
flogtrygdini í USA, hevur
roynt tólið, og hon letur
væl at tí. Hon var ikki
bangin fyri at lata seg av-
mynda, tá hon fyri nøkrum
døgum síðani vísti tíðinda-
fólkið tað nýggja tólið,
sjálvt um myndin á skíggj-
anum vísti hana nakna.
Men hóast stjórin er
fegin um nýggja tólið,
hava amerikonsku trygdar-
myndugleikarnir
kunn-
gjørt, at teir ætla sær ikki
at seta tólið upp í ameri-
konsku
floghavnunum.
Grundgeving teirra er, at
tólið gongur fólki ov nær.
Tað serliga røntgentólið
verður longu brúkt í
fongslum, so fangavørðar-
nir kunnu kana, um vitj-
andi hava nakað ólógligt
uppi á sær, tá tey koma at
vitja fangarnar. Í Suður-
afrika verður tólið eisini
brúkt í gullnámunum fyri
at forða fyri, at námsar-
beiðsmenn taka gull við
sær til hús.
Bretsku trygdarmynd-
ugleikarnir hava ikki enn
gjørt av, um teir skulu
brúka skipanina. Fyribils
verður hon roynd í Heath-
row, og sambært starvs-
fólkunum hava tey flestu
ferðafólkini einki ímóti at
lata seg avmynda, sjálvt
um tey framanundan fáa at
vita, at skíggin fer at vísa
tey nakin.
Fyritøkan, sum ger tað
nýggja eftirlitstólið, við-
gongur, at tað kann vera
eitt sindur óheppið, at
allur kroppurin verður
vístur nakin, og tí verður
arbeitt við at laga tólið
soleiðis, at summir partar
av kroppinum verða fjald-
ir, skrivar AP.
Gomul lóg skal
burtur
Síðani 1948 hevur tað
verið bannað fólki í Suð-
urkorea at siga nakað rós-
andi um grannalandið
Norðurkorea, men nú ætl-
ar stjórnin at taka lógina
av.
Roh Moo Hyun, forseti,
heldur, at lógin er ikki
tíðarhóskandi longur. Hon
bleiv sett í gildi í sínari tíð
fyri at forða fyri, at polit-
iskar hugsjónir skuldu
breiða seg suður um mark-
ið
ímillum
tey
bæði
koreansku londini, eins og
hon skuldi forða fólkið í
báðum londunum at ferð-
ast um markið. Men hetta
er ein farin tíð, sigur for-
setin, sum kallar lógina
eina leivd frá Kalda kríg-
num.
Tað eru kortini ikki allir
suðurkoreanar, sum eru
samdir við forsetanum.
Nógvir konservativir suð-
urkoreanar
halda,
at
stjórnin slakar ov nógv
fyri tí kommunistiska stýr-
inum í Pyongyang.
Politikarar hjá andstøð-
uni eru ímóti ætlanini hjá
forsetanum. Teir siga seg
stúra fyri, at uttan galdandi
lóg fara sjónarmiðini hjá
norðurkoreanska stýrinum
at festa røtur í Suðurkorea.
Teir vísa á, at sambært
fregnartænastuni
hevur
Norðurkorea
umleið
40.000 agentar í Suður-
korea.
UTTAN ÚR HEIMI
Andstøðan í Ukraina
hevur tikið sítt egna
valevni í eið sum
forseti, og í fleiri av
teimum stóru býun-
um nokta myndug-
leikarnir at gera eftir
boðum frá øðrum
enn honum
UKRAINA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Løgfrøðiliga hevur forseta-
eiðurin hjá Viktor Jusj-
tjenko ongan týdning, men
fyri ta ukrainsku andstøð-
una er hann ímyndin av
kravinum um, at tað al-
menna valúrslitið verður
ógildað, ella at myndug-
leikarnir viðurkenna, at
Jusjtjenko var tann veruligi
vinnarin.
Fagnaðurin mundi ongan
enda fingið, tá andstøðu-
leiðarin legði hondina á
bíbliuna og svór forseta-
eiðin. Vesturlendskir eyg-
leiðarar halda, at umleið
200.000 fólk stóðu uttan
fyri tinghúsið og fagnaðu
honum.
Fyrradagin royndi and-
støðan at fáa tjóðartingið at
samtykkja eitt uppskot um
misálit á valnevndina og
valúrslitið, men hon mátti
sleppa ætlanini, tí bara 191
tinglimir játtaðu at atkvøða
fyri. Skuldi uppskotið sam-
tykkjast, máttu minst 226
av teimum 450 tinglimun-
um atkvøða fyri tí.
Andstøðan hevur svorið,
at hon fer at halda fram við
sínum tiltøkum, til mynd-
ugleikarnir slaka. Í gjár
frættist, at býarmyndug-
leikarnir í fleiri av teimum
størstu býunum, teirra mill-
um høvuðsstaðnum Kiev
og býunum Lviv, Lutsk og
Khmelnitskij, hava boðað
frá, at teir fara ikki at gera
eftir boðum frá nøkrum
øðrum enn Jusjtjuenko.
Samsundis
ljóðaði,
at
kolanámsarbeiðsmenninir,
sum eru fleiri túsund í tali,
ætla sær til Kiev at taka lut
í tiltøkunum hjá andstøð-
uni.
Tað er heldur ikki bara
andstøðan, sum er misnøgd
við tað almenna valúrslitið.
Umleið
150
ukrainskir
diplomatar kunngjørdu í
gjár eina fráboðan, har teir
søgdu seg vera vónsviknar
av myndugleikunum.
- Vit, sum eru ukrainskir
diplomatar, mótmæla for-
setavalinum og teirri sann-
roynd, at valið gjørdist eitt
skammiligt kríggj ímóti
okkara egna fólki, stóð
millum annað í kunn-
gerðini frá diplomatunum.
Russland er fyribils ein-
asta landið, sum alment
hevur viðurkent tað al-
menna úrslitið av forseta-
valinum
sunnudagin.
Vladimir Putin, forseti,
hevur alment styðjað val-
evnið hjá stjórnini, Viktor
Janukovitj, og Putin hevur
biðið
ukrainska
fólkið
virða úrslitið og landsins
lógir.
Í ES eru tað altsamt fleiri,
sum mæla til at seta tiltøk í
verk ímóti Ukraina, eftir at
óheftu
valeygleiðararnir
hava kunngjørt, at valið var
ikki demokratiskt. Danski
forsætisráðharrin, Anders
Fogh Rasmussen, segði
fyrradagin, at vilja teir
ukrainsku myndugleikarnir
ikki samstarva, eigur tað at
fáa avleiðingar.
Vil royna semju
Fyrrverandi polski forsetin
Lech Walesa hevur boðið
sær til at royna semju ímill-
um myndugleikarnar og
andstøðun í Ukraina. Hann
segði við tíðindastovuna
AP í gjár, at hann hevur
fingið eina áheitan frá
Viktor Jusjtjenko um at
virka sum semingsmaður,
men at hann fer ikki til
Ukraina, fyrr enn Leonid
Kutsjma, forseti, góðtekur
tað.
Sjálvur er Walesa ikki í
iva um, hvussu týdningar-
mikið valið í Ukraina er.
- Virkar Ukraina ikki eftir
teimum demokratisku prin-
sippunum, endar landið
undir russiskum harradømi
eins og Hvítarussland. So
fáa vit Sovjetsamveldið
umaftur, men í einari
nýggjari
útgávu,
sum
verður vandameiri enn tann
fyrra, og tí mugu vit gera
alt, sum gerast kann fyri at
gera Ukraina til eitt demo-
kratiskt land, sigur Walesa
við AP.
Polski forsetin, Alek-
sander Kwasiniewski, hev-
ur mælt evropeiskum leið-
arum til at fáa partarnar til
samráðingarborðið. Hann
hevur skotið upp, at uttan-
ríkiskommiserurin hjá ES,
Javier Solana, skal virka
sum millummaður.
Á eggini til borgarakríggj
Umleið 200.000 viðhaldsfólk hjá andstøðuleiðaranum Viktor Justjenko kringsettu forsetaborgina fyrrakvøldið
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
3
2