Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo ÍTRÓTTUR SÍÐA 22-23 Fleiri bjóða seg fram á lands­ liðnum KRISTIAN MARTIN PETERSEN SÍÐA 15 Tørvur er á nýggjari fiskasølu Vit eru farin aftur til vetrartíð, dagarnir styttast og fyri framman bíða jólini. Myrka tíðin kann verða avbjóðandi – ikki minst við veðri – men hon er eisini hugnalig tíð, og hetta er eisini lívliga bókatíðin. Hesa ársins tíð koma nógvar bøkur út í Føroyum. Bókasølan er størst júst upp undir jól, og mong eru tey, sum bjóða før­ oy­ingum at keypa bøkur hesa tíð­ina. Øll hugsandi sløg av bók­um verða útgivin – alt frá skald­søgum, krimisøgum og yrkinga­søvnum til ævisøgur, barna­bøkur og greinasøvn. Bókahandlari sigur við ser­ blað­ið Bókajól, sum Miðlahúsið gevur út í dag, at sera nógvar før­oyskar bøkur koma út í oktober og november, so at bøkurnar kunnu verða partur av stóru jólasøluni. Gomlu miðlarnir –  eitt nú bløð og bøkur –  hava fingið harða kapping frá teimum nýgg­ju, talgiltu miðlunum, og gomlu miðlarnir hava verið víkj­andi síðani aldarsskiftið. Fólk lesa tó framvegis bløð og bøkur, og hesa ársins tíð er bóka­marknaðurin spennandi og lívligur. Vit eiga at fegnast um, at nógvar bøkur verða givnar út á føroyskum máli, og at vit í minsta lagi ein part av árinum keypa og lesa føroyskar bøkur. Vit kundu ynskt okkum, at fleiri keyptu og lósu bøkur alt árið, men í øllum førum er tað huga­ligt, at hendan tíðin er góð fyri bókamarknaðin. Tað er umráðandi fyri sam­ felagið, at vit lesa fjølbroytt til­far – eisini bøkur. Skjótu net­ miðl­arnir eru frálíkir at bera okkum skjót tíðindi og geva okkum innlit í partar av sam­ felag­num, men samfelagið hevur eisini brúk fyri bløðum og bókum. Amerikanski rithøvundin Ray Bradbury, sum skrivaði eina bók um bókabrenningar í ein­um dystopiskum samfelagi í framtíðini, segði, at tað er ikki neyðugt at brenna bøkur fyri at oyðileggja eina mentan – tú skalt bara fáa fólk at gevast at lesa. Lat okkum gleðast um stóru bóka­tíðina. Lat okkum lesa bøkur av øllum hugsandi slagi. Lat okkum stuðla upp undir bóka­út­gávu. Og lat okkum hjúkla um rithøvundarnar. Fólk­ið og samfelagið hava brúk fyri bókunum. TANN LÍVLIGA BÓKATÍÐIN Í besta sólskinsveðri vóru fyrstu trøini plantað í nýggjari viðarlund á Sev­ mýri á Tvøroyri. Borgarstjórin á Tvør­ oyri, Kristin Mikkel­sen, setti fyrsta træið nið­ur stutt eftir døgurða. Til­ samans setti mann­ingin hjá Skógrøkt Land­sins, saman við viðar­lundar­ vørði­num hjá Tvøroyrar Kom­munu, stívliga 1000 trø niður. Borgarstjórin fegn­ aðist í stuttari røðu um, at Skógrøktin tók hetta stig­ið, og at býurin fær enn eitt hugnaligt stað til borgararnar. Træsløgini, ið vórðu sett niður í dag, eru royniviður, øsp og lerk­ur. Í næstum verða eini 1.500 trø gróðursett afturat.  Viðarlundin, sum er 11.300 fermetrar til stødd­ ar, er oman fyri vegin úti á Sevmýri og er fram­ hald av viðarlundini, sum Thorvald Joensen, lærari, gróðursetti fyri mong­um árum síðani. Eftir deyða hansara varð garð­urin latin Skóg­frið­ ingar­nevndini.  Nýsettu trøini hava eru tí í góðari lívd av tí gamla garðinum. Tað næsta, sum er í  umbúna, er at gera gøtur og opin pláss til beinkir og borð, soleiðis at fólk kunnu fáa gleði at njóta hesa náttúru­perlu í horvir í ein sunnan.  Við hesum hevur Tvør­ oyr­ar Kommuna  fing­ ið enn eina viðar­lund. Framman­undan er ein lund omanfyri sjúkra­ húsið og so Plantasjan í Trongisvági, har tað fyrsta varð plantað í 1920’unum. Tvøroyrar Kom­muna hevur næst­ størstu skógfriðaða lendi í landinum, bara Tórs­ havn­ar Kommuna hevur meira.  Kristin Mikkelsen, borgar­stjóri í Tvøroyrar kom­munu, fegnast um góða samstarvið við Skóg­røkt­ina og segði seg vóna, at tað kann halda fram. Plantaðu 1000 trø á Sevmýri Lat okkum gleðast um stóru bókatíðina Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Nanna Knudsen er nýggj­ur apotekari á Norð­oya Apoteki. Nanna Knudsen er útbúgvin farma­seut­ur í 2005 frá uni­versi­teti­ num í Keypmannahavn – og hon hevur starvast sum farmaseutur á apo­teki í 12 ár. Síðani 2007 hevur hon arbeitt í tvídeildum starvi á Eystur­oyar Apoteki og Norðoya Apoteki. Áðrenn hon flutti heim í 2007, arbeiddi hon á Trekroner Apotek í Val­ by, har hon mill­um ann­ að hevði ábyrgd­ar­starv sum góðsku­ábyrgd­ari. Hon hevur eisini røkt ábyrdgarstarvið sum góðsku­ábyrgdari á Norð­oya Apoteki og hev­ur havt ein týð­andi leik­lut í ISO 9001 góð­ kenn­ingini av Norðoya Apoteki í 2014. Hon hevði ein virknan leiklut sum strategileiðari í strate­gi tilgongdini hjá Apo­teks­verkinum í 2013. Nanna Knudsen, sum hevur víð­fevnda eftir­út­búgv­ing innan farmakologi, góðs­ku, leiðmenning og sam­ skifti, hevur verið fyri­ bils sett sum apotekari á Norðoya Apoteki og Eysturoyar Apoteki í fleiri umførum Nanna tekur við starvinum 1. desember. Nýggjur apotekari í Klaksvík