týsdagur 13. november 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Tað er ábyrgdar
leyst at bíða fleiri
ár afturat
TUNNIL TIL DALS Søgurnar um vegin til Dals eru so ræðuligar, at
tunnilin má gerast alt fyri eitt, heldur løgtingsmaður. Og nú verður
uppskot lagt fyri Løgtingið um at bjóða arbeiðið út, so at full ferð
kann setast á arbeiðið
Áki Bertholdsen
Tað er fullkomiliga ábyrgdar
leyst at bíða í fleiri ár afturat
við at gera tunnil til Dals.
Tað heldur Jenis av Rana,
løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Ein av fyrstu døgunum fara
bæði Miðflokkurin, og politik
arar úr øðrum flokkum, tískil
at leggja uppskot fyri Løg
tingið um at bjóða Dalstunnilin
út, so at hann kann vera gjørd
ur alt fyri eitt.
Annars hevur tað ligið í
kortunum, at tað skal vera ný
stovnaða
tunlasjakki
hjá
Landsverki, sum skal gera
tunnilin.
Men so skulu dalbingar
sanniliga brynja seg við toli, tí
tað verður ein longri søga. Skal
tunlasjakkið arbeiða soleiðis,
sum landsstýrið ætlar, fer tað
nevniliga at taka fleiri ár at
gera tunnil til Dals.
Landsverk
hevur
annars
boðað frá, verða góðar 20 milli
ónir settar av til tunlasjakkið,
kann tað arbeiða alt árið í van
ligari arbeiðstíð, og so klára
tey at bora 750 metrar um árið.
Tunnilin til Dals er 2200
metrar langur og sostatt skal
ikki stórvegis av høvuðrokning
til at koma til tað úrslit, at tað
er fer at taka trý ár at bora
tunnilin, umframt at tað so fer
at eitt ár afturat til at asfaltera,
og at gera hann heilt lidnan.
Men
í
fíggjarlógini
fyri
næsta ár, sæst, at samgongan
ætlar bara at seta sjey milliónir
krónur av til tunlasjakkið
næsta ár.
Sostatt skal heldur ikki
nógv av høvuðrokning til at
rokna seg fram til, at tá fer tað
at taka tríggjar ferðir so langa
tíð at gera tunnilin til Dals, ella
eini 10 – 12 ár.
Hinvegin hevur landsstýrið
kortini upplýst, at ætlanin er
at hækka játtanina til tunla
sjakkið upp í einar 12 milliónir
næsta ár.
Og verður tað úrslitið, kann
tunlasjakkið borað einar 400
metrar um árið, og sostatt fer
tað at taka eini sjey ella átta ár
at gera tunnilin.
Fullkomiliga ábyrgdarleyst
Jenis av Rana heldur, at søgur
nar um Dalstunnilin eru so
ræðuligar, at tað fullkomiliga
ábyrgdarleyst at bíða so leingi.
– Vit hava fingið at vita, at
vegurin til Dals stendur til at
rapa, tí hann hongur bara í
nøkrum jarnbóltum í bergin
um. Tá ið teir eru rustaðir
burtur, er vegurin eisini burt
ur. Nær tað verður, er óvist,
men teir hava longu hildið í
væl meiri enn ein mansaldur.
– Vit hava eisini fingið at
vita, at støðan er so hættislig,
at tað er enntá ikki ráðiligt at
fara undir vegin at kanna
hvussu standurin er, tí vandi
er fyri at fáa vegin í høvdið,
sum Jenis av Rana málber seg.
Hann sigur, at hann hevur
eisini fingið váttað, at teir, sum
koyra oljubil, aftra seg við at
fara til Dals yvirhøvur. Onkur
bilførari noktar beinleiðis at
fara til Dals við so tungum bili,
tí hann stúrir fyri, at vegurin
skrædar undan honum.
Og teir, sum enn vilja koyra
olju til Dals, ansa væl eftir ikki
at hava meiri í tanganum enn
tað, teir skulu brúka í Dali.
Og í Løgtinginum er tað eis
ini upplýst, at teir, sum koyra
oljubilar, hava boðað frá, at
teir hava umhugsað heilt at
gevast at koyra til Dals, tí veg
urin er so vandamikil.
Má gerast alt fyri eitt
Tí halda bæði Miðflokkurin, og
løgtingslimir úr øðrum flokk
um, at tað einasta, sum er for
svarligt at gera, er at bjóða
Dalstunnilin út, so at hann
kann verða gjørdur alt fyri
eitt.
Jenis av Rana sigur, at
verður hann boðin út, soleiðis
at arbeiðast kann allan sólar
kringin, tekur tað í mesta lagi
tvey ár, so er koyrandi ígjøgn
um tunnilin.
– Tá ið støðan er so álvarslig,
sum hon er, kunnu vit ikki
bíða í fleiri ár eftir einum tunli.
Tí er tað heilt burturvið, at
samgongan leggur seg á ta
loysnina, har tað tekur longst
tíð av øllum at koma á mál,
heldur enn at bjóða tunnilin
út, soleiðis at hann kann ger
ast alt fyri eitt, heldur Jenis av
Rana.
Løgtingsmaðurin fyri Mið
flokkin sigur, at verður Dals
tunnilin bjóðaður út, verður
síðuvinningurin,
at
tunla
sjakkið hjá Landsverki fara
undir at bora til Fámjins bein
anvegin.
Sum tað ljóðar, er vegurin Dals ein deyðsfella og tí er tað heilt burturvið,
at samgongan velur tað loysnina, har tað tekur fleiri ár at fáa tunnil
til Dals, heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Vandi er fyri
at fáa vegin í
høvdið
Tá ið teir eru
rustaðir burtur,
er vegurin eisini
burtur