Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Kvinna kann verða send av landinum fyri at sláa mannin Føroya rættur dømdi í gjár eina kvinnu seka í at hava sligið mann sín fleiri ferðir við eini jarnstong í høvdið. Av tí at hon er útlendsk, hevur ákæruvaldið biðið um, at hon verður send av landinum Danjal av Rana Føroya rættur viðgjørdi í gjár eitt mál um harðskap í parlagi. Ein kvinna bleiv fyrst í okt­ obur meldað fyri at hava sligið mann sín. Kvinnan ringdi sjálv til løgregluna og fekk mannin at melda harðskapin. Kvinnan hevur sitið í varð­ haldi, síðani harðskapurin bleiv framdur. Upprunaliga var hon skuldsett fyri at hava sligið mannin við jarnstong í arm­in og høvdið hetta eina kvøldið, men tá maðurin bleiv kannaður á Lands­sjúkra­hús­in­ um, staðfesti læknin, at mað­ ur­in hevði onnur líknandi, eldri sár. Tí bleiv kvinnan, eftir at hon og maðurin vóru avhoyrd, ákærd fyri í tveimum førum at hava sligið mannin, bæði hetta kvøldið, hon bleiv meldað og nakrar dagar frammanundan. Kvinnan játtaði seg seka í ákærunum og segði stutt og greitt, at ákærurnar vóru sann­ar. Kvinnan greiddi í rættinum frá umstøðunum hesar dag­ar­ n­ar. At tey mest sum alt viku­ skifti høvdu keglast um ymisk viðurskifti, ofta sera persónlig. Í ráðaloysi hevði hon gripið stongina og sligið mannin við henni. Hon sigur, at hon sló hann kanska eina ella tvær ferðir á armin og eina ferð í høvdið. Fyrru ferðina fór hann til kommunulæknan, men seinnu ferðina bleiv hon so bang­in av sær sjálvari, at hon ringdi til løgregluna og hjálpti manninum at melda seg. Hon greiddi frá, at armurin hovnaði beinanvegin og at hon gavst at sláa, tá hon sá, at maðurin bløddi frá høvdinum. Á Landssjúkrahúsinum taldi læknin yvir 10 sár á høvd­ in­um, bæði nýggj og eldri. Mað­urin hevði fingið blátt eyga og blá merki á báðum ørm­um. Trý av sárunum vóru so stór, at tey máttu seymast og maðurin fekk tilsamans 11 pent­ur. Kvinnan hevur einki til­ knýti til Føroyar uttan mann sín og hevur ikki fingið nakað nevnivert netverk í Føroyum. Hon kom til Føroya í vár og tey giftust stutt eftir. Ákæruvaldið hevur ákært kvinn­una fyri grovan harð­ skap av tí, at hon hevur nýtt eitt vápn í harðskapinum. Stong­in var 59 sentimetrar long og vigaði eitt hálvt kilo og hevði ein møtrikk í endanum. Ákæruvaldið vísir eisini á, at tað, at hon hevur sligið mannin í høvdið er nokk til at meta hetta sum grovan harðskap. Sár­ini vísa eisini, at talan hev­ ur verið um hørð sløg, sambært ákæruvaldinum. Av tí at kvinnan játtaði seg seka í ákærunum, var ikki neyðugt at hoyra nøkur vitni greiða frá. Dómarin fekk eisini eina hjálpandi hond í at avgera skuldarspurningin og brúkti ikki langa tíð upp á at døma hana seka í ákærunum móti henni. Avgerðin um revsing verður tikin seinni. Inntil ta tíð skal kvinnan verða sitandi í varð­ haldi. Ákæruvaldið vísti á, at vandi var fyri, at kvinnan fór at rýma av landinum fyri at sleppa undan revsing. Har­aft­ ur­at metti ákæruvaldið ikki, at tað var rætt at senda ein per­ són, dømdan fyri harðskap, heim til tann, viðkomandi hev­ ur framt harðskap móti. Dóm­ arin eftirlíkaði eisini hesum ynskinum frá ákæruvaldinum. Dómarin fekk eina hjálpandi hond í at avgera skuldarspurningin og brúkti ikki langa tíð upp á at døma kvinnuna seka í ákærunum móti henni