Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Minningarorð um Minu Reinert Tað kom sum ein hvøkkur, at Mina sovnaði burtur hósdagin í farnu viku. Hon hevði verið veik og følin eina tíð, men fáur væntaði, at hon skuldi fara um sýnina so brádliga. Ætlaði at vitja hana fyri góðari viku síðan, men tá var hon útskrivað. Nú í summar skriv­aði hon mær boð um, at eg kundi koma eftir nøkrum ein­tøkum av Duldum leiðum, sum hon skrivaði í 1996, men sum altíð halda vit, at tíðin er óav­markað, og eg útsetti vitj­ an­ina til desember. Elisa Thomina Reinert, van­ liga nevnd Mina, varð fødd í Sør­vági, 30. september 1946. Hon bleiv 72 ára gomul. Eg kom at kenna Minu í 2003, tá ið vit gjørdust starvs­ fel­agar á Føroya Handilsskúla. Minn­ist, hvussu væl hon og aðr­ir starvsfelagar tóku ímóti nýggjum lærarum. Hetta árið byrjaðu Maryann og eg í føst­ um starvi. Lærarar og starvs­ fólk á skúlanum vóru ótrúliga hjálpsom at vegleiða. Har vóru stórar persónligheitir, sum ikki vóru bangnar fyri at geva teim­um ungu rúmd og ábyrgd. Um jóltíðir í 2004 fingu vit øll á skúlanum ein skelk, tá ið Klæmint Olsen brádliga doyði. Tað vóru sorgartíðir, og vit høvdu ein ófrið á okkum. Stúrdu fyri at koma aftur í skúla til tað svára, sum vit føldu saman, men ikki megn­ aðu at lýsa. Men tá ið vit møttu, høvdu Mina og Kalpana eina andakt í høllini saman við starvs­fólkum og teimum av­ varð­andi. Mina visti, hvat ið vit øll føldu, og hon las upp brot úr Prædikaranum. Vit sungu ein sálm og mintust Klæm­int við takksemi. Hon fekk okkum at hugsa djúpt og inni­ligt um lívsins viðurskifti, og har, í høllini, fyltust tóm­ rúm­ini í okkum aftur, og løtan gav mær og kanska øðrum mót og áræði aftur. Mina var eitt av hesum menn­iskjunum, sum fylti nógv ment­alt. Var ikki bangin fyri at taka orðið og krógvaði ikki sína meining á fundum. Hon dugdi frágera væl at orðbera seg, og tað bleiv lurtað, tá ið Mina tók orðið. Vit vórðu eisini skaldsliga ríkað av hennara gávum at seta orð á lívsins viðurskifti. Í 1986 fekk hon 2. virðisløn í eini leik­ritakapping fyri út­varps­ leik­in Mjørka. Seinni komu út­ varps­leikirnir Men tað hendi í teim­um døgum og Yasmeena. Hon skrivaði eisini ljóð­mynd­ ina So sum vit eisini fyrigeva. Seinni komu stuttsøgur og yrk­ingar. Í 1989 varð leikurin hjá Minu, Stjørnubarnið, fram­ førd­ur í Sjónleikarhúsinum. Úr hesum leiki er kendi og lívs­ játt­andi sangurin, Tað er leyg­ ar­kvøld í kvøld, sum enn verð­ ur sungin til manga veitslu. Tað bleiv eisini til ein æv­in­týr­ leik, sum kallaðist Ozon, sum ung­fólk úr Sundalagnum spældu í Eydnuni á Oyrar­ bakka, í Noregi og í Norð­ur­ landa­húsinum á ólavsøku 1995. Árið eftir kom skaldsøgan Duld­ar leiðir. So Mina var virk­ in á listarliga økinum hesi 10 ár­ini. Mina byrjaði á Handils­skúl­ an­um í 1987. Hon var korre­ spond­entur í enskum og týsk­ um. Fyrstu árini undirvísti hon m.a. í enskum og informa­ tións­viðgerð. Seinni fór hon á Fróð­skaparsetrið at nema sær útbúgving í søgu og undirvísti tey seinastu árini í hesum faki. Mina var lestrarvegleiðari, tá ið eg byrjaði í skúlanum. Eitt millumlið millum næm­ ing­ar og lærarar. Í hesum sum í øðr­um lutum var einki fjas hjá Minu. Hon hevði íborin evni sum lærari og kendi lívsins skugga­síður, skilti væl støðuna bæði hjá næmingum og lærar­ um, so tað fall henni lætt at røkja hetta arbeiðið. Minnist eina ferð, at eg hevði onkrar av­bjóðingar, fór inn til Minu, greiddi henni frá, og hon lurt­ aði og hugsaði. Við síni góða vága­máli segði hon: “Tórður, far tú aftur til undirvísing, hes­um taki eg mær av!” Einki tvætl, hon skilti støðuna og var ikki bangin fyri sjálv at taka ábyrgd, og hon loysti av­ bjóð­ingina fyrimyndarliga væl. Av tí at tað lá so væl fyri at skriva hjá henni, varð eisini litið henni upp í hendi at skriva tilfar til faldarar, og hetta gjørdi hon við nærlagni. Mina gjørdi eitt knúsandi gott arbeiði sum lestrarvegleiðari. Hon arbeiddi á Handils­skúl­ an­um í samfull 27 ár og var ómeta­liga góð við skúlan. Í bók­ini Handilsskúlin 1986-2016 bar hon fram takkarkvøðu til skúl­an, har hon hegnisliga lýsti upplivingar sínar við skúl­anum sum eina ævin­týr­ ferð. Hennara lutur lá ongantíð eftir, tá ið ræður um at menna skúlan. Í kreppuárunum vísti skúlin sanna ábyrgd og lat hon saman við øðrum dyrnar á Handil­ skúl­anum upp fyri teimum arbeiðs­leysu og gav teimum skeið og nýggjar møguleikar. Tí hon hevði hjartað á rætta stað, og hugsaði nógv um onn­ ur. Var eisini øll árini so sera áhugað í, hvussu tað gekst okk­um lærarum og børnum okk­ara. Gávumild var hon eisini, og eg minnist, at tá vit skuldu gera okkurt fyri skúlan, so var hon skjót at bjóða okk­ um heim til sín, har vit hugn­ aðu okkum. Mina gavst á Handils­skúl­ an­um í 2013. Tá slapp hon at gera meira við tað, sum hevði ligið á láni, ikki minst skriv­ing­ in. Í 2015 kom út týdn­ingar­ mikla og dygdargóða bókin Vága­mentan, sum bygdi á MA- rit­gerð­ina hjá Minu í 2007: Vág­ar í broyting – Sosialar og ment­anarligar broytingar í Vág­um eftir bretsku her­set­ ing­ina. Ein sera væl skrivað bók, sum hon ognaði oyggja­ búgv­um sínum har vesturi av kær­leika. Mina gav mær eitt ein­tak, har tað við vakrari hond stendur skrivað “Takk fyri gott vinalag”. Góða Mina, eg vil somuleiðis takka tær fyri gott vinalag, sakn­urin verður stórur. Góði Svenning, Heini og Tórhallur, við djúpastu samkenslu. Tórður Til minnis um beiggja mín, Hákun Justinussen 22. okt 2017 andaðist Hákun umborð á Polarhavinum, 50 ára gamal. Góði Hákun, tað var tungt at fáa boðini, at tú vart farin. Hví skuldi tað vera so brádliga? Eg vildi ynskt, at eg hevði ein møgu­leika afturat at hitta teg, soleiðis at eg kundi sagt tær, hvussu góð eg eri við teg. Tað er helst ofta so, tá ið vit missa ein av okkara kæru. Og tí er tað so umráðandi altíð at skilj­ ast við kærleika, tí vit vita ikki, um vit møtast aftur her. Hákun, tú var næstelstur í okkara systkinnaflokki og 6 ár eldri enn eg. Eg minnist so væl, at eg slapp við tær at fiska, at byggia flaka og at skreiða. Eg minnist, tá ið eg havi verið um 7-8 ára aldur, seint um kvøld­ar­ nar, tá ið pápi silgdi úti og mamma var farin í song, tá vakti tú meg og vit bæði fóru at fanga síl undir brúnni við Jógvansstovu. Eg skuldi lýsa við lummalykt á sílini og tú fang­aði. Eisini fóru vit út í kettu­vík at fiska reyðfisk og om­an á keiina at fiska seið. Mær dámdi so væl at sleppa við tær, tað var so spennandi. Hetta eru løtur sum altíð eru góð­ar, hugnaligar og tryggar at minnast aftur á. Takk fyri at tú tímdi at hava meg við. Vit arbeidu saman tá ið pápi hevði bátin mb Duritu. Tað vóru uppá nógvar mátar góðar tíðir. Vit vóru ofta saman eftir goggum, á útróðri við línu og á várróðri við snellu. Tað var deiligt at vera saman við tær. Tú hevði eitt gott og lætt sinni og vart ongantíð óður. Fingu vit lítið av fiski, so kundi tú flenna og fingu vit nógv, so vóru vit bæði líka spent. Vit høvdu nógvar góðar túrar sam­an. Tú brúkti tað mesta av tín­ um lívi á havinum og hevði ein góða sjónatúru. Tú vart ein sera raskur og sterkur sjóm­að­ ur. Tú vart eisini familjukærur. Tær dámdi so væl tá ið vit vóru saman øll til føðing­ar­dag­ ar og høgtíðinar, serliga jólini. Fríggjakvøldið 20. oktober vart tú í føðingardegi hjá Beintu, sum tú ert pápabeiggi at, og seinni tað kvøldið fórt tú fiskitúr við Polarhavinum. Sunnu­morgunin fingu vit boð­ ini, at tú vart ikki her meira. Hetta vóru eini tung boð at fáa. Nú er eitt ár síðani tú fórt og eg læri meg at liva við tí. Tað kennist løgið at tú ikki ert her og eg sakni teg. Hákun beiggi, eg hugsi nógv og ofta um teg. Og øll tey mongu og góðu minnini goymi eg væl og trygt í mínum hjarta við gleði. Skjótt so síggjast vit aftur. Takk fyri at tú vart so góður við meg og okkum øll. Friður veri við minnunum um beiggja mín Hákun. Elsebeth