Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 226 - 25. november 2004 Nr. 226 - 25. november 2004 5 Yvir 100 fólk vóru til móttøkuna í býráðs- høllini í Klaksvík týskvøldið í sambandi við, at fyrsta bindið um Kaj, sum Jústinus L. Eidesgaard hevur skrivað, kom út. Familja og avvarð- andi hjá Kaj vóru eis- ini tilstaðar, umframt mong onnur, sum hava stóran áhuga fyri at lesa seg til, hvussu lívið hjá hesum mæta fiski- manninum og hans- ara forfedrum var BÓKAFRAMLØGA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Nógv varð gjørt burtur úr, tá dokumentariska ævisøg- an um Kaj Johannesen varð givin út. Hóast regn og ótýdligt veður var, so mundu eini 130 fólk vera komin í býráðshøllina til bókaframløguna. Umframt røður, sang kvinnukórið Suð eisini nakrar sangir. Thorleif Sigurðsson, varaborgarstjóri, bjóðaði vælkomin, og hann helt fyri, at hetta var ein stórur dagur í Klaksvík, nú ein ævisøga um ein av kendu synunum norðanfjørðs, sum hevði so stóran týdn- ing fyri fiskivinnuna, er komin út. – Tað er gott, at tí tílík bók kemur út. Hon má sig- ast at vera ein varði í fiski- vinnusøgu okkara, segði Thorleif Sigurðsson mill- um annað. Forkvinnan í mentanar- nevndini í Klaksvíkar býráð, Jórun Høgnesen, segði eisini nøkur orð. Hon greiddi frá einum práti, sum pápi hennara, Christi- an úti í Oyri, og hon høvdu havt um fiskivinnu nakrar dagar frammanundan. – Við sendingunum, sum Zacharias Hammer júst hevur gjørt fyri sjónvarpið um nýggja Skálaberg og hesari bókini um Kaj má grundarlag sigast at vera at samanbera korini hjá fiski- monnum fyrr og nú, helt Jórun fyri. Skjalatilfarið lyftir bókina Síðani tók Jógvan Ravns- fjall orðið. Hann tosaði um bókina og ummældi hana. Jógvan helt, at rithøvundur- in hevði verið óførur at savna tilfar inn. Bæði skjalatilfar og at finna munnligar keldur. Hann helt fyri, at keldulistin aft- ast í bókini er sera hentur fyri lesaran. Eisini nevndi hann, at fleiri av myndun- um, sum eru í bókini, ikki eru sæddar fyrr. Jógvan fanst millum ann- að at ov nógvum endurtøk- um í bókini, sum til tíðir kunnu ørkymla lesaran. Hann helt eisini, at máls- liga avrikið var í lakara lagi, men samstundis legði hann stóran dent á, hvussu væl persónarnir eru lýstir í bókini. – Høvuðspersónarnir verða væl lýstir í bókini, sum ikki er merkt av reypi og øðrum. Bókin er eitt úrslit av tí megnar avriki, sum rithøvundurin hevur framt við at leita fram tilfar um hendan mannin, pápa hansara og abba hansara, segði Jógvan Ravnsfjall millum annað. Glaður Tá Jógvan var liðugur við sítt ummæli, tók rithøvund- urin sjálvur orðið. Eyð- mjúkur tók hann til, at tað var ein gleði at síggja so mong fólk til framløguna. – Her er so mong fólk, ið kendu Kaj so nógv betur enn eg, men at skriva eina ævisøgu hevur altíð verið ein dreymur hjá mær, sum so nú er veruleiki. So eg eri ein avbera glaður maður, nú eg standi her, segði Jústinus L. Eidesgaard millum ann- að. Hann greiddi eitt sindur frá forarbeiðinum og um sjálva útgávuna av bókini. Hann las eitt brot upp úr bókini, har hann sum rithøvundur greiðir frá, tá hann var í Hvannasundi eftir gomlu handilsbókunum úr ávíka- vist handlinum í Buð og handlinum hjá Havna- jógvani. – Handilsbøkurnar úr Hvannasundi lýsa best, hví Kaj bleiv ein verðinsmaður yvir teimum øllum, segði Jústinus, áðrenn hann byrj- aði at lesa upp úr bókini. Síðani var kaffi og smá- køkur at fáa, og fólk kundu keypa bókina og fáa hana signeraða av Jústinusi. Eini fimti bøkur vórðu seldar, og Jústinus mundi signera tær allarflestu. Fyrsti partur um Kaj útkomin Rithøvundurin og beiggi Kaj, Svenning Johannesen. Bróðurin hevði blaðað eitt sindur í bókini, og hann heldur tað vera sera áhugavert at kunna lesa um sína egnu familju á hendan hátt Jústinus segði m.a., at bókin er ein langtíðardreymur, sum nú er vorðin veruleiki Heilt nógv fólk vóru til bókaframløguna í Býráðshøllini í Klaksvík týskvøldið – Politikarar og fyri- tøkur hava í alt ov stóran mun tosa hvør í sinum lagi um ein- skiljingartilgongdina, heldur enn at tosa saman, tí báðir partar eru felags um málið. Eg haldi tað er ógvu- liga týdningarmikið, at samskiftið gerst betri, og skeiðið er eitt gott høvið at styrkja um samskiftið millum politikarar og fyritøkur, sigur Jørn Astrup Hansen, for- stjóri í Føroya Banka SKEIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo - Føroya Banki er ein av fyritøkunum, sum politiski myndugleikin hevur tosað um at einskilja, og vit ynskja at vera ein virkin partur av tilgongdini. Tá ætlanin er at einskilja okk- ara fyritøku vilja vit vera við til at tryggja, at lands- politikararnir eru so upp- lýstir sum gjørligt, tá ella um teir velja at fara undir einskiljingartilgongdina. Skeiðið hjá okkum skal vera við til at tryggja júst hetta. Fríggjamorgunin skipar Føroya Banki fyri skeiði um einskiljing av almenn- um fyritøkum. Forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, heldur, at skeiðið er eitt frálíkt høvi hjá politikarum og fyritøkum at taka hvønn annan í eið og tryggja, at partarnir fáa eitur betur samskifti í lag í framtíðini. – Politikarar og fyritøkur hava í alt ov stóran mun tosa hvør í sinum lagi um einskiljingartilgongdina, heldur enn at tosa saman, tí báðir partar eru felags um málið. Eg haldi tað er ógvuliga týdningarmikið, at samskiftið gerst betri, og skeiðið er eitt gott høvið at styrkja um samskiftið mill- um politikarar og fyritøkur, sigur Jørn Astrup Hansen. Forstjórin í Føroya Banka heldur, at kjakið um pri- vatisering av almennum fyritøkum hevur verið alt ov tamt í Føroyum. – Síðan 1995 hevur verið tosað um frá politiskari síðu, at vit áttu at einskilt Føroya Banka, men tað er framvegis einki komið av skafti. Eitt aðalorðaskifti var í tinginum í 2001 um Einskiljingarálitið, men heldur ikki har kom nakað burturúr. Eg haldi, at polit- iski myndugleikin undir- metir trupulleikarnar, sum eru í samband við at ein- skilja almennar fyritøkur. Hetta sæst einabest, tá teir halda, at ein virðisbræva- marknaður loysir allar trupulleikarnar, sigur Jørn Astrup Hansen Dream Team - Hetta er eitt rættiliga týdningarmikið mál, og tað er neyðugt at orðaskiftið kemur á eitt hægri støðið, enn tað hevur verið higartil, og ætlanin við skeiðnum er at lyfta støðið á kjakinum. Føroya Banki og Jørn Astrup Hansen hava eisini lagt stóra orku í at fáa røttu og dugnalig fólk at luttaka á skeiðnum. Millum fyrilestrahaldar- nar er danin Erik Bonne- rup, sum hevur drúgvar royndir í danska embætis- verkinum, og hevur havt ein týðandi leiklut í pri- vatiseringstilgongdini í Danmark. Nevnast kann eisini Olav Fjell, sum hevur verið drívmegin í Statoil, sum í 2001 kom á virðis- brævamarknaðinum - Ikki fyri at taka munnin ov fullan, men eg haldi, at vit hava fingið eitt Dream Team á Norðaru hálvkúlu til Føroya at greiða frá ein- skiljing av almennum fyri- tøkum, heldur Jørn Astrup Hansen Skeiðið um einskiljing av almennum fyritøkum byrjar klokkan 08.30 fríggjamorg- unin á Hotel Føroyum. -Tað týdningar- mesta á fundinum er at fáa eitt orða- skifti í lag um, hvat limirnir kring land- ið halda um kósina, sum flokkurin hev- ur í løtuni, sigur Jørgen Niclasen, formaður í ting- bólki Fólkafloksins, sum hevur lands- fund um vikuskiftið LANDSFUNDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Komandi leygardag skip- ar Fólkaflokkurin fyri landsfundi á Hotel Hafna í Havn. Skráin til lands- fundin, sum er send fjøl- miðlunum, sær ikki ser- liga rúgvusmikil út, men kortini er talan um stúv- aða skrá. Eins og vanligt er verða frágreiðingar frá tingmonnum, landsstýr- ismonnum og formann- inum. Jørgen Niclasen er formaður í tingbólki Fólkafloksins, og hann sigur, at Fólkaflokkurin hevur altíð havt siðvenju fyri at leggja doyðin á sjálvt orðaskiftið á lands- fundunum. – Sjálvandi fara ting- menn og landsstýris- menn at greiða limunum frá, hvat fyriferst lands- politiskt, men tað týdn- ingarmesta á fundinum er at fáa eitt orðaskifti í lag um, hvat limirnir kring landið halda um kósina, sum flokkurin hevur í løtuni, sigur Jørgen Niclasen. Spurdur hvørji mál, hann væntar, at limirnir í Fólkaflokkinum fara at skifta orð um, svarar for- maðurin í tingbólkinum, at tað er ilt at meta um. – Tað er ringt at siga, men tað kann hugsast, at útlendingamálið fær nak- að av umrøðu, privatiser- ingarnar møguliga eisini, tí vit eru fyri fyrstu ferð í eini samgongu, har allir flokkar eru samdir í at privatisera. Rúna Sivert- sen hevur eitt innlegg um kvinnur, so tað kann væl hugsast, at málið um kvinnur í politikki eisini verður umrøtt. Vit hava júst havt eitt býráðsval, sum skal eftirmetast, og tað er siðvenja í Fólka- flokkinum at tosa nógv um vinnulív og fiski- vinnu, og tað fer óivað eisini við nakað av tíð, sigur Jørgen Niclasen. Per Stig vitjar Fólkaflokkurin hevur til landsfundin í ár fingið ein rættiliga forkunnugan gestarøðara. Danski uttanríkismálaráðharrin, Per Stig Møller, hevur játtað at siga nøkur orð á landsfundinum í ár. Hetta er á fyrsta sinni, at Per Stig Møller er á lands- fundi hjá Fólkaflokk- inum. – Flokkurin hjá Per Stig Møller, Teir Kon- servativu, er bróður- flokkur hjá okkum, og tað er tann vegin, at sambandið er fingið í lag. Vit hava fleiri ferðir roynt at fingið hann á landsfundin, men tað hevur ongantíð ligið fyri, men nú lá loksins fyri, greiðir Jørgen Niclasen frá. Ætlanin er, at Per Stig Møller fyrst og fremst skal umrøða viðurskiftini millum Danmark og Før- oyar, men hann fer eisini at siga nøkur orð um, hvussu nýggju limalond- ini í Evropa Samveldin- um broyta okkara mynd av Evropa sum heims- parti. Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum byrjar klokkan 10 á Hotel Hafnia leygarmorgunin. Orðaskiftið er tað týdningarmesta Ein øltystur maður, sum hótti tvey starvs- fólk á Hotel Hafna við plastikkrevolvara tann 30. oktober í ár, fekk mikudagin fimm mánaðar fongsuls- revsing fyri sínar lótir DØMDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Leygardagin 30.oktober í ár fer ein øltystur maður inn á Hafnia Lounge fyri at keypa sær ein øl. Ungi maðurin aftanfyri barrina sýtir tysta manninum at fáa eina øl, tí hann hevur ikki nóg mikið av peningi fyri ølina. Maðurin fer tí beina kós upp á matstovuna á Hotel Hafnia, har hann enn eina- ferð biður um eina øl, og tá ein tænari enn einaferð noktar honum ølina, gerst hann frá sær sjálvum. Hann hóttir tænaran við einum revolvara-plastikkrevolvar- við, at fær hann ikki eina øl, so kunnu avleiðingarnar gerast álvarsamar. Tænarin er ikki greiðir yvir, at talan er um ein plastikkrevolvara, og hon gerst tí ræðslusligin, men sissast aftur, tá maðurin velur at fara út úr matstov- uni. Tænarin ger inspektør- inum á Hotel Hafnia greitt, at hon hevur verið hótt, og inspektørurin meldar tilburðin alt fyri eitt. Tá sinti maðurin hoyrir, at hann er meldaður, hóttir hann enn einaferð eitt starvsfólk á Hotel Hafnia við plastikkrevolvaranum. Í gjár varð málið avgreitt í Føroya rætti, og úrslitið varð, at øltysti maðurin tann 30. oktober fekk 5 mánaðar fongsulsrevsing fyri sínar lótir. Sambært revsilógini er revsingin tann sama, um tú hóttir við einum veruligum ella plastikkrevolvara, og harð- asta revsing er tvey ár í fongsli. Plastikkrevolvari gav fongsulsrevsing Ein maður, sum hótti tvey starvsfólk á Hotel Hafna við plastikrevolvara tann 30. oktober í ár, fekk mikudagin fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri sínar lótir. Modellmynd: Jens Kr. Vang Skeið um einskiljing: Betri samskifti millum politikarar og fyritøkur C M Y K 5 4