týsdagur 13. november 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. november 2018 · Nr. 132
Okkum tørvar
eitt Export Faroe
Island
- Okkum tørvar eina landsumfatandi fiskasølu, kanska eftir sama
konsepti sum Visit Faroe Islands. Vit kundu brúkt ein part av
játtanini til fiskivinnuroyndir til eitt “Export Faroe Islands” átak,
har bæði reiðaríini og almennu Føroyar gjørdu eitt miðvíst átak
at selja føroyskan fisk úti í heimi, sigur Kristian Martin Petersen,
línuskipareiðari
Vilmund Jacobsen
Skipanin við fiskidøgum hev
ur verið í gildi í meira enn 20
ár. Hesa tíðina hava vit sæð, at
fiskiskapurin broytist frá at
vera góður til at vera ringur -
og so aftur góður.
- Soleiðis hevur verið í øldir,
og neyvan er tað fiskidaga
skipanin, ið er atvoldin til hes
ar broytingar. Sama er við ein
ari kvotuskipan, tí tað verður
ikki hon, ið fer at avgera, um
fiskastovnarnir undir Føroy
um fara at halda sær á einum
góðum støði - ella um teir fara
at lækka aftur.
Kristian Martin Petersen,
línuskipareiðari, heldur tað tí
vera ógvuliga týdningarmikið
at sláa fast, at tann góða til
gongdin av hýsu og toski, sum
er í løtuni, er hend, meðan vit
hava havt fiskidagar.
- Tað er ein grundgeving fyri
at halda fast um fiskidagaskip
anina. Hinvegin hevur ein
møgulig kvotaskipan ongan
lut í góðu tilgongdini, sum er
nú, tí ein slík skipan er ikki
sett í gildi enn, sigur hann.
Gerast øðrvísi
Línuskipareiðarin heldur, at
ein fiskidagaskipan saktans
eisini kann skipast eitt sindur
øðrvísi enn nú, um tað er stýr
ing
og
friðingar,
sum
er
fremsta málið við einari um
sitingarætlan fyri fiskiskapin
undir Føroyum.
Hann vísir á, at tað ber væl
til at skipa soleiðis fyri, at eing
ir fiskidagar eru tøkir í einum
tíðarskeiði á tríggjar vikur í
eitt nú desember-januar.
- Hetta hevði virkað sum ein
totalfriðing av øllum fiskileið
um hvørt ár. Tað hevði eisini
borið til at lagt t.d. 8-10 dagar
friðing rundan um páskirnar -
og kanska eisini á ólavsøku, tá
flestu
fiskavirkini
kortini
halda summarfrí. Á henda hátt
høvdu vit longu tá verið komin
væl áleiðis at friða allar fiski
leiðir í ymiskum tíðarskeiðum.
Aftur fyri kundu tær hermet
iskt lukkaðu leiðirnar so latið
upp fyri fiskiskapi í staðin,
heldur Kristian Martin Peter
sen.
Alt í land
Línuskipareiðarin vísir á, at tá
vit hava eina fiskidagaskipan,
eru allar manningar noyddar
at fáa sum mest burtur úr
einum degi og alt, sum kemur
á dekkið, verður tikið til lands.
Undantøk eru, tá manningin
veit frammanundan, at fiskur
in ikki er søluvøra.
- Men, eisini her síggja vit, at
fiskasløg, sum ikki eru sølu
vøra hjá okkum í Føroyum, tó
eru søluvøra í øðrum londum.
Eisini her tørvar okkum at vita
meira um keypararnar.
Kristian Martin Petersen
vísir á, at kanska átti fiskivinn
an í Føroyum at gjørt eitt átak
saman við almennu myndug
leikunum, sum kann saman
berast við átakið, ið Visit Faroe
Islands hevur megnað, nevni
liga at selja Føroyar sum ferða
vinnuland.
- Allar tær kendu kvotaskip
aninar føra við sær, at fiskur
fer aftur í havið, tí hann rúm
ast ikki í kvotunum. Í bland
ingsfiskiskapi ber ikki til at
brúka kvotur sum stýringsam
boð. Tað siga okkara royndastu
skiparar. Í línufiskiskapi kem
ur ein og ein fiskur á dekkið.
Frá morgni er kanska talan um
ein tosk, eina hýsu, tveir tosk
ar, eina longu, eina brosmu, ein
tosk, eina havtasku, ein tosk
ella ikki ein tosk.
Línuskipareiðarin vísir á, at
eingin løta í línufiskiskapi er
eins, og dagarnir kunnu vera
so ymiskir, at kvotan fyri eitt
fiskaslag kann verða uppi,
langt
áðrenn
fiskiskapurin
annars burdi steðgað.
- Royndirnar við kvotaskip
anini fyri 22-23 árum síðan sita
enn í minninum sum ein døkk
ur partur av okkara fiskivinnu
søgu,
tá
eisini
føroyingar
tveittu fisk í havið, so fiski
skapurin á pappírinum gjørd
ist lógligur. Eingin ynskir hesa
skipan aftur, hvørki skiparar,
dekkarar, reiðarar ella myndug
leikarnir, ið skulu sita fyri
skipanini.
Kristian Martin Petersen
heldur, at vit saktans kunnu
skipa okkara fiskiskap undir
Føroyum øðrvísi enn í dag,
men hann er sannførdur um,
at hetta má gerast skynsamt
og við fyrimunum fyri allar
partar.
Export Faroe Islands
Línuskipareiðarin reisir eisini
spurningin, hvussu tað hevði
sæð út, um partur av játtanini
til
fiskivinnuroyndir
varð
brúktur til eitt “Export Faroe
Islands” átak, har bæði reiðarí
ini
og
almennu
pengarnir
gjørdu eitt miðvíst átak at
selja føroyskan fisk úti í heimi.
- Vit síggja, tá vit eru á mess
um og í handilsørindum uttan
lands, at ein fesk hýsa í Geneve
ella Hamburg gjarna kostar 99
krónur kilo, men sama hýsa
her heima kanska verður seld
fyri 10 krónur kilo. Tað einasta,
sum hendir á veg niður gjøgn
um Evropa, er, at onkur kappar
høvdið av henni og leggur rest
ina í eina skuffu við ísi í einari
handilsmiðstøð, og tá fer prís
urin upp.
Kristian Martin Petersen
vísir á, at millumliðini eru mong,
og tað eigur at bera til frá før
oyskari síðu at koma nærri
keyparanum.
- Okkum tørvar eina lands
umfatandi fiskasølu, kanska
eftir sama konsepti sum Visit
Faroe Islands, men bara á út
flutningssíðuni.
Á djúpum vatni
Ein annar møguleiki at stýra
fiskidøgunum soleiðis, at inn
aru grunnarnir verða spardir,
er at brúka av játtanini til
fiskivinnuroyndir, sum longu
er á fíggjarlógini.
- Um vit lata eina upphædd
til hvørt skipið, sum fer út um
300 metra dýpi at royna, so fer
at bera til hjá øllum línuskipum
at víðka um vanliga fiskiøkið á
grynri vatni. Men, í løtuni torir
eingin at gera royndir við egn
ari risiko, tí ongin í heimaflot
anum hevur ráð at gera ein
vaðskítatúr.
Línuskipareiðarin heldur, at
fiskivinnuroyndir, sum er ein
játtan á fíggjarlógini, eitt nú
kann lata teimum skipum,
sum brúka kanska tveir túrar
á djúpum vatni, eina fasta
upphædd fyri hvønn veiðidag.
- Tá høvdu vit í fyrsta lagi
fingið vitan um veiðimøgu
leikarnar, sum vit ikki brúka
dagliga, og í øðrum lagi høvdu
vit spart innaru grunnarnar
fyri nógvar fiskidagar. Ein slík
skipan hevði verið løtt at sett í
verk, og einki eykaarbeiði
hevði fallið á fyrisitingina av
hesum, sigur Kristian Martin
Petersen.
- Royndirnar við kvotaskipanini fyri 22-23 árum síðan
sita enn í minninum sum ein døkkur partur av okkara
fiskivinnusøgu, sigur Kristian Martin Petersen
- Tað eru nógvir ymiskir mátar at stýra fiskidøgum, og tað ber saktans til at gera
tillagingar í fiskidagaskipanini, sigur Kristian Martin Petersen
Mynd: Tilvildarlig