Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað er ikki við mýkinum, sum farið verð­ur fram, nú summir tingmenn tevja blóð í kjalarvørrinum av yv­ir­nýtsl­ uni av pengum í sambandi við skúl­a­ bygg­ing­ina av Glasi. Tað er rætt, at alt ov lítið skil er í , tá al­mennir pengar verða brúktir. Tað síggja vit ferð eftir ferð, og tað vita allir pol­it­ikarar. Sjálvandi er tað ikki í ordan. Men okk­urt er galið við skipanini, tá tað al­tíð end­ar galið. Tað er líka mikið, hvør sit­ur í lands­stýrinum ella hvør situr í and­ støðu. Har er eingin munur. Tað er kortini ørkymlandi at síggja, hvussu pol­itikarar viðgera slík­ar trup­ ul­leik­ar. Jørgen Nicalsen er iva­leys­ur í, at onk­ur í landsstýrinum hev­ur gjørt ein bukk og skal revsast. Og tann altíð so firtni og rópandi sýslu­maðurin Jacob Vestergaard er enn meira ivaleysur. Løgmaður lovar, at málið skal kann­ ast, og um onkur hevur brotið lóg­ina um ábyrgd landsstýrismanna, so skal tað fáa avleiðingar, vissar hann. Men hann vil kanna málið fyrst, meðan Vest­er­gaard og Niclasen ikki halda tað vera neyð­ugt, tí teir hava longu svarið. Tað er bara at revsa sum flest og helst so nógv, at alt landsstýrið má leggja frá sær, so Fólkaflokkurin aftur sleppur fram at valdinum. Søgan um ovurnýtsluna av Glasi er ann­ars eitt dømi um mál, har allir flokk­ ­ar hava verið uppií – tí allir hava ver­ið í sam­gongu, síðani fyrsti hakin varð sett­ ur í. Men aftur. Hetta er bara føroyskur pol­i­tikk­ur. Tað ræður um at leggja fót fyri hin­um og gera sum mest fortreð. Tað snýr seg ikki um at hjálpa teimum sum stýra. Nei, tú skal leggja teimum fót­ongl­ar og við øllum snildum royna at fáa tey at fella. Soleiðis er tað altíð, og allir pol­ itikarar eru mera og minni líka í so máta. Einasti munur er, um teir sita í sam­gongu ella í andstøðu. Ólíka frægari var, um øll tann pol­i­ tiska skipanin í felag stóð saman og tók eitt ódnartak at broyta allar skip­anir og mannagongdir, so at slík ov­ur­nýtsla kann bæsast einaferð med alla. Sjálv­ andi skal ábyrgdin plaserast. Tað er beinleiðis niðurbrótandi bara at hugsa um at krossfesta og at tevja blóð. Miðbýurin í Havn verður í hesum døgum latin í árliga jólabúnaum Tað stundar til jóla, og tað sæðst aftur í virk­sem­inum runt landið. Handlar eru farnir at selja jólaprýði, hús eru pyntað, og fleiri fyritøkur hava sett ljós upp at lýsa okkum gjøgnum tann myrka veturin. Hugn­in er í hásæti. Hósmorgunin varð Vágsbotnur jólapyntaður, og tað hugnar um hjá Nólsoyar Páll, ið vanliga stendur har einsamallur. Jólabýurin verður settur upp í løtuni, og soleiðis fer miðbýurin í høv­ uðsstaðnum at hugna um til jólar. Krossfest, krossfest – teir tevja blóð Nú eru jól í Vágsbotni JÓLASTÁKAN Les eisini blaðið á telefonini Jona var eitt ektað javnaðarfólk Siðsøga síða 26-27 Hava bara valt 25 kvinnur á ting Kvinnur í politikki síða 14-15 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 16. NOVEMBER 2018 Sjónleikarin Morten Grunwald er deyður av krabbameini, 83 ára gamal. Hann er mest kendur fyri leiklutin í Olsen Banden Morten Grunwald sovnaði stillisliga í miku­ kvøld­ið eftir at hava verið í eitt lítið sam­ døg­ur á Hospice Sankt Lukas Stiftelsen í Hel­le­rup. Frammanundan hevur hann verið leingi sjúk­ur av krabbameini. Morten Grunwald greiddi í oktober sjálv­ ur frá, at hann hevði fingið krabbamein, og at hann hevði sagt nei til krabbameinsviðgerð. – Eg havi fingið tilboð um stráluviðgerð, men tað vil eg ikki. Eg eri 83 ár. Eg veit ikki, um tað eru mánaðir ella longrið, men so er tað tað. Eg havi havt eitt langt og gott lív, segði hann við Se og Hør. Fólkakæri sjónleikarin gavst við sínum sjón­leik­ ar­a­virk­semi í fjør. Hann hevur vunnið nógvar virðislønir og verið við í fleiri enn 50 filmum, harav hann mest er kendur fyri teir 14 um Olsen Banden. Har spældi hann saman við Poul Bundgaard og Ove Sprogøe. Hann er eisini gitin fyri sjónleikaraleiðslu á eitt nú Betti Nansen Teatret og Østre Gas­ værk Teater. Harumframt hevur hann havt leikluti í nógv­um filmum og sjón­varps­røð­ um eins og lagt rødd til Disney-filmar. Morten Grunwald hevur fleiri ferðir sagt, at hann var glaður fyri leiklutin sum skemt­ ing­ar­sami Benny í gulu hosunum í »Olsen Banden«. – Tað hevur verið eitt ævintýr. Og sæð í bak­spegilinum mugu vit siga, at eg var heppin at spæla ta ferðina, tá Balling setti liðið, tí leikluturin hevur verið ein stórur og eydn­u­ríkur partur av arbeiðslívi mínum, segði Morten Grunwald í 2016. Morten Grunwald var tann síðsti á lívi av kúllu­num í Olsen Banden. Poul Bundgaard doyði í 1998 og Ove Sprogøe í 2004. /ritzau/ Seinasti Olsen-Banden limurin deyður FOTO- SVEND AAGE MORTENSEN/RITZAU SCANPIX