hósdagur 25. november 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 226 - 25. november 2004
Nr. 226 - 25. november 2004
9
Nýggj skøl vísa, at
danir lumpaðu grøn-
lendingar inn í ríkis-
felagsskapin í 1953.
Síðan lumpaðu teir ST
til at viðurkenna
innlimanina. At teir
vóru ljósár framman
fyri føroyingar í
politiskari strategi í
1946 er møguliga ikki
nakað nýtt — tað
nýggja er, hvørjir
tankar lógu aftanfyri
tað politiska spæli,
sum liggur til grund
fyri okkara ríkis-
rættarligu støðu í dag
RÍKISFELAGS-
SKAPURIN
Marjun Dalsgaard
Ein fær hug til at siga tað,
sum amerikanski forsetin,
George W. Bush royndi at
siga í filminum Fahrenheit
9/11: "Fool me once, shame
on you - fool me twice,
shame on me".
Eru vit veruleiga lumpaði
av dønum í fleiri umgang-
um? Er tað so galið, at
Danmark
hevur
snýtt,
villeitt og logið fyri einum
stórum parti av heiminum í
tíðarskeiðinum 1945-1954?
Frágreiðingin hjá starvs-
bólkinum, sum Útnorður-
bólkurin setti niður fyri
tveimum árum síðani at
kanna fólkarættarligu støð-
una hjá grønlendingum og
føroyingum, letur upp eina
nýggja dimensjón í søgu-
ligu gongduni, nevniliga,
hvat danir hugsaðu, tá teir
tóku stig til ymisk politisk
tiltøk, og hettar er ikki altíð
nøkur vøkur sjón, heldur
Ole Espersen, professari í
jura og fyrrverandi løg-
málaráðharri hjá danska
Javnaðarflokkinum. Hann
hevur verið við í arbeiðs-
bólkinum hjá Útnorður-
bólkinum og skriva inn-
gang og niðurstøðu í frá-
greiðingini, "The Right To
National Self-Determina-
tion - Faroe Islands and
Greenland". Hann heldur,
at serliga avdúkingarnar, av
dubultmoralinum hjá døn-
um í ST og viðferin av
grønlendingum er forkasti-
lig og eigur at fáa avleið-
ingar fyri nútíðar støðu
Grønlands í ríkisfelags-
skapinum.
Søgan avgerandi
Endamálið við frágreiðing-
ini "The Right To National
Self-Determination - Faroe
Islands and Greenland" er
at lýsa fólkarættin hjá før-
oyingum og grønlending-
um og endaliga gera av, um
vit eiga sjálvsavgerðarrætt
ella ikki. Ein partur av hes-
um arbeiði, at lýsa fólka-
rættarligu støðuna var, at
gera eina søguliga lýsing av
teimum viðurskiftum, sum
liggja til grund fyri ríkis-
rættarligu støðu Grønlands
og Føroya í dag.
Sambært arbeiðsbólkin-
um eru umstøðurnar fyri,
hvussu Føroyar og Grøn-
land hava fingið sína ríkis-
rættarligu støðu, avgerandi
fyri, um vit hava sjálvsav-
gerðarrætt.
Í hesum sambandi hava
Maria Amalia Heinesen og
Halla West funnið fram
eina rúgvu av skjølum á
Ríkisarkivinum í Keyp-
mannahavn, sum ikki hava
verið frammi fyrr. Serliga
tá tað kemur til Grønland,
hevur Danmark villeitt,
snýtt og logi fyri ikki at
missa stýringina av land-
inum, vísa hesi skjølini.
Í mun til Føroyar broytir
hetta ikki søguligu gongd-
ina, sum vit kenna hana,
men vit fáa innlit í, hvørjir
tankar og strategiir lógu
aftanfyri tey stigini, sum
danska stjórnin tók, millum
annað í sambandi við at
viðurkenna føroyska flagg-
ið, føroyska málið og inn-
føra heimastýriðslógina.
Peningaligt trýst
Eingin ivi er um, at Føroyar
og Grønland hava havt sera
stóran politiskan týdning
fyri
Danmark.
Donsku
politikarirnir fóru langt fyri
at ikki missa valdið yvir
londunum vísa skjølini,
sum nú eru funnin fram —
ov langt í nøkrum førum.
Brøv og fundarfrásøgnir
vísa, hvussu danir speku-
leraðu í peningaligum og
politiskum strategium, fyri
at halda fast í Føroyum og
Grønlandi, og at teir ferð
eftir ferð skúgva serliga
grønlendsk áhugamál til
viks til frama fyri síni egnu.
Í báðum førum hevur
Danmark lagt peningaligt
trýst á tey komandi heima-
stýrini. Í føroyska førinum,
síggja vit, hvussu danir til-
vitað spekulera í at flyta
politiskt fokus frá tí tjóð-
skaparliga til tað sosiala øki
og soleiðis tengja Føroyar
at sær fíggjarliga og deila
føroysku flokkarnar í stríð-
num fyri loysing.
Niels Arup, skrivari fyri
forsætisráðharran
Knud
Kristensen, skrivar sostatt í
einum fylgiskjali til eitt
útkast til lógaruppskot um
Føroyskt sjálvstýri februar
1946, at
"...Grænserne for selv-
styre søges i praksis. Fær-
inger skal selv betale for
deres egne anliggender,
hvilket må formodes at
indeholde en vis bremse på
deres ønsker om alt for
kraftigt at udvide området
for særanliggender.
(....)
Den danske bevillings-
myndighed er også egnet til
at medvirke ved en om-
stilling af den færøske poli-
tik fra et nationalt til et
socialt plan, idet bevil-
linger til færøske offentlige
formål kan gives Lagtinget
med en så vid bemyndigelse
til administration af disse
midler, at sagene kan blive
genstand for kamp."
Tað er sum so einki løgi í,
at Danmark leggur ætlanir
fyri, hvussu Føroyar verður
hildið í einum ávísum
bandi, men tað er atfinn-
ingarsamt, at danir igno-
reraðu fólkaatkvøðuna, sig-
ur Ole Espersen, sum tó
ikki heldur at danir veruliga
kunnu lastast fyri nakað
nýtt, sum er komið fram í
sambandi
við
Føroyar.
Hetta er politiskt spæl í
sakleysa endanum saman-
borið við onnur hjálanda-
stríð. Sostatt skýtir Arup
eisini upp at deila út ridd-
arakrossar til føroyingar og
at skipa fyri ferðum til
Danmarkar fyri skúlabørn
fyri at vinna eitt sindur av
vælvilja frá føroyingum.
Hinvegin hevur Danmark
tilvitað villleitt bæði grøn-
lendska Landsráðið og ST í
sambandi við at Grønland
kom inn í danska ríki.
Atkvøtt ímóti reglum í ST,
sum kundu betra um rætt-
indi hjá grønlendingum og
forsømt at liva upp til rætt-
indi hjá Grønlandi sambært
grein 73 í ST sáttmálanum,
Grønland hjáland
Eftir annan verðaldarbar-
daga var eitt av høvuðsmál-
unum hjá ST felagsskap-
inum at geva hjálondum
antin sjálvræði ella rættindi
á jøvnum fóti við tað land-
ið, sum hjálandi hoyrdi til.
Limalondini í ST vórðu
tískil áløgd at melda síni
hjálond til ST um tey ikki
høvdu nakað sjálvstýri.
Ymisk skjøl vísa, at Dan-
mark í fyrstu atløgu legði
eina ætlan at sleppa sær
undan at seta Grønland á
hendan listan. Ætlanin var
at siga, at donsk áhugamál í
Grønlandi aleina vóru at
menna landi, og við at vísa
á, at Danmark ikki hevði
havt nakran fíggjarligan
ágóða av Grønlandi í meiri
enn 100 ár. Hetta kundi tó
ikki verjast og danir broyttu
tískil ætlan og Grønland
kom á listan hjá ST yvir
hjálond í 1946.
Sambært grein 73 í ST
sáttmálanum hevði Grøn-
land nú rættin til loysing
við hjálp frá Danmark, so
tað kláraði seg aftaná loys-
ingina. Harumframt tryggj-
aði grein 73 aðrar loysnir
við víðari sjálvstýri, enn
landið hevur í dag, ella
Grønland kundi velja at
knýta seg tættari at Dan-
mark og gerast ein partur av
ríkinum.
At Grønland var á list-
anum hjá ST kom illa við
hjá Danmark. Hetta hevði
við sær, at frágreiðingar
skuldu gevast felagsskap-
inum viðvíkjandi ymiskum
økjum í landinum. Støðan
var ikki so góð, sum tað
hevur verið sagt her. Fólkið
var fátækt og tað var langt
frá javnrættini millum danir
og grønlendingar í Grøn-
landi, hóast hetta eisini er
álagt í grein 73. Í hesum
sambandi hevur Danmark
givið "sminkaðar frágreið-
ingar" verður sagt í kann-
ingini. Mininnguaq Kleist
leggur somuleiðis upp til at
danir høvdu áhugamál, sum
umfataðu USA í Grønlandi.
Grønland partur av
danska ríkinum
Tískil fingu danir við
skundi limað Grønland inn
í danska ríki 1953. Ístaðin
fyri at gera eina fólka-
atkvøðu í Grønlandi, skuldi
Landsráðið einsamalt taka
avgerðina, uttan tó at hava
fingið teir neyðugu upp-
lýsingarnar
um
grøn-
lendsku rættindini sam-
bært
ST
sáttmálanum.
Landsráðið umboðaði tá
bert vestur- og suðurstrond-
ina, og hartil var tað valt
uttan at veljarirnir vistu, at
hendan støðan fór at taka
seg upp. Ráðið hevði tí ikki
mandat til at taka eina slíka
avgerð, skrivar Mininnguaq
Kleist í síni grein um
skjølini viðvíkjandi Grøn-
landi. Hann leggur eisini
dent á, at landið varð av-
byrgt og politikarirnir ein-
ans høvdu danskar em-
bætismenn at hjálpa sær,
eins og ráðið hevði danskan
formann, sum tó ikki at-
kvøddi. Alt hetta merkir, at
danir kundu halda upp-
lýsingum aftur viðvíkjandi
rættindum hjá Grønlend-
ingum — og tað gjørdi teir
eisini er niðurstøðan hjá
Kleist. Hetta sæst millum
annað av, at grønlendingar
einans fingu tvey í at velja:
Antin at teir gjørdust ein
partur av Danmark, ella
skuldu loysa frá Danmark.
Frá fundarfrásøgnum sæst,
at grønlendingar hildu, at
um teir valdu loysing,
skuldu teir sigla sín egna
sjógv uttan nakran fíggj-
arligan stuðul frá Danmark,
og tí helst ikki hava verið
kunnaðir um tað ábyrgd,
sum Danmark hevði sam-
bært grein 73. Landið, sum
var fátækt og rakt av um-
farssjúku í fleiri umgang-
um hevði ongan møguleika
at klára seg uttan stuðul frá
Danmark.
Grønlendska Landsráðið
hevði tískil ikki nakað
veruligt val, tá tað skuldi
taka støðu til, um Grønland
skuldi taka við donsku
grundlógini.
Landsráðið
fekk tríggjar dagar at um-
ráða seg í. Hetta eftir at
Danmark hevði fyrireika
seg í tvey ár.
Steðgaðu
frágreiðingum
Tá Grønland varð innlimað
í danska ríki, gavst Dan-
mark við at geva frágreiði-
ngar til ST um støðuna í
Grønlandi við tí grund-
geving, at Grønland ikki
longur var eitt hjáland.
Í ST fullu atfinningar frá
fleiri londum, tí danir ikki
høvdu spurgt grønlend-
ingar við eini fólkatkvøðu.
India ynskti at senda ein
bólk av eygleiðarum til
Grønland, men hetta varð
noktað. Grikkaland helt, at
orsøkin til, at Danmark ikki
vildi hava óheftar eygleið-
arar til Grønlands kundi
vera, at Landsráðið ikki
varð upplýst um øll rættindi
hjá grønlendinum, og hetta
er júst tað, sum innanhýsis
donsk skjøl vísa.
Danmark tók ymisk stig
til at sannføra ST um, at alt
var gingið rætt fyri seg og
somuleiðis at Danmark tí
ikki longur skuldi senda inn
frágreiðingar um grøn-
lendsk viðurskifti. Innan-
hýsis skjøl vísa, at danir
avtalau at innlimanin skal
síggja so løtt út sum gjør-
ligt, fyri at tað skuldi tykj-
ast sannførandi, at hetta var
ynski hjá grønlendingum,
og at teir spekulera í, at fáa
grønlendingar at siga, at
teir er glaðir og at Danmark
ikki nýtist at geva frá-
greiðing um umstøðurnar í
landinum. So varð og eittt
serliga sigandi skjal um
hugburðin er ein áminn-
ingareseðil hjá dananum
Hermod Lannung, sum
bæði vísti ein feril av
strategiskari rasismu, lygnir
um javnrættindi millum
danir og grønlendingar, og
um at grønlendingar eru
vorðnir eitt blandað skandi-
naviskt-eskimoiskt fólka-
slag nú og tískil kendu seg
alt meira sum danir.
Hann skrivar her, at hann
skuldi minnast at: Nevna
"blóðblandingina", vísa á
stóra offurviljan frá dansk-
ari síðu, at hann skuldi
umhugsa hvørji grønlendsk
umboð skuldu við: "de skal
helst se lidt grønlandske
ud" og at enda "forberede
den udtalelse som de grøn-
landske
repræsentanter
skal avgive".
Kleist kemur til ta niður-
støðu, at hetta merkir, at
danir hava havt stóra ávirk-
an á, hvat grønlendingar
søgdu, og at ein við rætta
kundi seta spurnartekin
við, um meiningarnar hjá
grønlendsku umboðunum
vóru galdandi fyri flestu
grønlendingar.
Sjálvsavgerðarrættur
Hava vit sjálvsavgerðar-
rætt? Hetta er eitt óklárt
umráði, sum hendan kann-
ingin lýsir, tó er svarið ikki
heilt eintýðandi, men tykist
heldur at vera ein spurn-
ingur um tulking. Niður-
støðan er, at Føroyar og
Grønland koma ikki undir
grein 73 í ST sáttmálanum
og hava tí ikki tey rættindi,
sum hesi lond hava, harí-
millum rættin til at velja
loysing. Hinvegin eru lond-
ini geografiskt, mentunar-
liga og málsliga eitt fólk
við klárum marki mótvegis
umheiminum, og hetta talar
fyri, at londini eru serstakar
tjóðir. Haraftrat hava lond-
ini aldrin lima seg inn í
Danmark av fríum vilja er
niðurstøðan.
Óle Espersen er ikki í iva,
um at grønlendingar og
føroyingar eru eitt fólk við
sjálvsavgerðarrætti, men at
hetta ikki er ein rættur, sum
nakar kann gera krav um
nakra staðni. Av tí sama
kunnu vit ikki krevja loys-
ing, um tað óhugsandi
skuldi hent, at Danmark
segði nei til at Føroyar
loystu hóast ein fólkat-
kvøða vísti eitt klárt fleirtal
í dag. Tó eru nógv argu-
ment fyri, at vit eiga rættin
til at ráða okkum sjálvi og
umboða okkum sjálvi í
altjóða høpi, og hesi kunnu
framførast við vón um, at
tað førir til eina semju við
Danmark í eini tílíkari
støðu. Hann heldur harum-
framt, at Danmark etiskt og
moralskt hevur eina skyldu
til at hjálpa føroyingum og
grønlendinum til eina lív-
føra loysing, um so er, at at
eitt flerital yvskir hetta í
sambandi við einari fólka-
atkvøðu.
Men hvat skulu vit við
einari tílíkari kanning, tá
Danmark fleiri ferðir hevur
sagt, at um føroyingar
ynskja loysing kunnu teir
bara loysa? Sjúrður Skaale,
sum hevur staðið á odda fyri
arbeiðinum sigur, at frá-
søgning gevur greiðu á
hvørji rættindi vit hava, og er
tí eitt nógv betur grundarlag
fyri at samráðast við danir.
Ole Espersen, leggur
dent á niðurstøðuna hjá
Boga Eliasen í greinini:
"Non-Sovereign
Polities
and Their Access to the
International Community"
har hann kemur fram til, at
Danmark í veruleikanum
ikki hevur nakra góða
grund til at sýta fyri, at før-
oyingar umboða seg sjálvar
í altjóða høpi, á umráðum,
sum eru av týdningi fyri
føroyingar.
- Der er gode argumenter
her, der er andre selvstyr-
ende lande, der repræsen-
terer sig selv, derfor kan
færinge sige: De kan,
hvorfor kan vi ikki? Den
Internationale Hvalfangst
Komiteé er et godt ek-
sempel på, at færinge ikke
må repræsentere sig selv i
en sammenhæng, hvor der
er modstridende interesser
mellem Danmark og Færø-
erne, sigur Ole Espersen.
Grundgevingin
hjá
donsku
stjórnini
hevur
verið, at um Føroyar og
Grønland
umboða
seg
sjálvi í altjóða høpi verður
Drotningina deilt í trý, men
Danmark hevur longu lagt
so mikið av valdi í ES, at
har er eingin eind, at koyra
í trý, er ein niðurstøða hjá
Boga Eliasen.
Keldusavn og vísund
Útnorðurbólkurin
hevur
givið eina frágreiðin út í
tveimum bókum. Onnur er
á donskum og er eitt keldu-
savn af skrivligum frásøg-
num av skjølum, sum ikki
hava verið frammi fyrr, og
hin "The Right To National
Self-Determination" er ein
ástøðilig viðgerð á enskum
av ymiskum evnum, sum
lýsa fólkarættarligu støðu
Grønlands og Føroya í al-
tjóða høpi, søguliga, løg-
frøðiliga og politiskt.
Sjúrður Skaale, skrivari
hjá
Útnorðurbólkinum,
varð settur at leiða arbeiði
og hevur eisini sett arbeiðs-
bólkin. Hann sigur, at
kanningin er politiskt óheft
og lýsir eitt øki, sum vit
ikki hava havt nakra ítøki-
liga vitan um og betrar tí
munandi um grundarlagið
fyri
samráðingum
við
danir. Fleiri norðurlendskir
serfrøðingar innan fólka-
rætt: Danin Óli Espersen,
íslendingurin, Gudmundur
Alfredsson og finnin, Lauri
Hannikainen hava verið við
til at skriva frágreiðingina,
harumframt hava Kári á
Rógvi, Bogi Eliasen og
Bjørn Kunoy úr føroyum
skriva greinar í bókina, um-
framt Sjúrða Skaale. Úr
Grønlandi er Mininnguaq
Kleist, sum hevur lisi
politiska filosofi.
Keldusavnið er mótsatt
ensku útgávuni ikki eitt
vísindaligt
avrik.
Mininnugque Kleist skrivar
sostatt í eini notu, at hans-
ara gjøgnumgongd í keldu-
savninum av grønlendsku
skjølunum ikki skulu síggj-
ast sum eitt vísindaligt av-
rik, men sum politiskar og
etiskar viðmerkingar frá
einum, men hetta er ikki
galdani fyri hansara grein í
"The Right To National
Self-Determination". Ann-
finnur í Skála kallar somu-
leiðis sína gjøgnumgongd
av skjølunum eina perspek-
tivering.
Hallbera West og Maria
Amalia
Heinesen
hava
savnað inn tilfarið til søgu-
ligu lýsingina av evninum.
Vegna tíðarneyð er tíðar-
skeiðið avmarkað til at
handla um Føroyar frá
1945 til 1948, frá 2. verð-
aldarbardagi
endaði
til
heimastýrið var innført, og
um Grønland frá 1946 til
1954 við denti á, at Grøn-
land var innlimað í Dan-
mark og frágreiðingarnar
hjá Danmark til ST við-
víkjandi Grønlandi. Keld-
urnar tosa fyri seg sjálvar,
og tú kanst gera upp við teg
sjálvan, um danir veruliga
so smidliga hava snýtt
nærum allan heimin í 1945
til 1954 við at lesa tær.
Fólkarættarkanning:
Danir lumpaðu grønlendingar, føroyingar og allar tjóðir í ST
C
M
Y
K
9
8