hósdagur 25. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 226 - 25. november 2004
Nr. 226 - 25. november 2004
11
Tað er gott, at Landstýrið nú setur tiltøk í verk, ið
skal minka um nøgdina av fiski, ið fer beinleiðis av
landinum. Hetta hevur verið tiltrongt leingi, og skal
landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava rós fyri
at gera nakað við hetta málið.
Ikki heilt óvæntað, so eru ráfiskaseljarnir ímóti, at
meir fiskur skal um føroyskan keikant. Heldur
ósmæðið, so er sjónarmiðið frá ráfiskaseljarunum,
at teir til eina og hvørja tíð skulu sleppa at landa har,
ið prísurin er bestur, óansæð hvat land talan er um.
Onkur kundi kanska spurt, um hetta ikki er heilt
náttúrligt í einari marknaðarstýrdari skipan. Svarið
kundi verið játtandi, um frí kapping hevði verið um
at sloppið framat hesum fiski, ið ráfiskaseljarnir
vilja sleppa at selja frítt, men so er ikki. Tað ráfiska-
seljarnir eftir øllum at døma vilja, er at halda fram
við at verða vardir av ókeypis statsprivilegium, tá
tað ræður um atgongd til rávøruna, men teir vilja
hava fríar marknaðarkreftir at ráða, tá teir skulu
selja.
Vit hava eina skipan í Føroyum, har fiskiveiði-
rættindi verða latin teim fáu, uttan nakað slag av
auktiónskipan. Ætlar ungt fólk sær at fáa veiðirætt-
indi undir Føroyum, so mugu hesi ungu fólk í flest-
um førum keypa gomul skip fyri ein yvirprís fyri at
gjalda onkrum reiðara fyri tað frammihjárættindi, ið
hesin sami reiðari í flestum førum einki betalti fyri.
Henda skipan er ikki nøkur fyrimyndarlig skipan, og
tað er væl skilligt, at Landsstýrið setur treytir við,
hvar fiskurin skal landast, tá nú skattgjaldarin einki
fær fyri veiðirættindini.
Tað hevur verið okkurt graml um, at onkur hugsar
um at leggja flotan, um avmarkingar verða settar í
gildi. Um álvara verður gjørt av hesum hóttanum, so
er hetta eitt gylt høvi hjá Landsstýrinum um at biða
um loyvini aftur. Hetta kann eitt nú ráfiskaraseljara-
felagið ikki hava so nógv ímóti, tí um núverandi
fiskiloyvishavarar halda, at tað ikki longur er
lønandi at fiska undir Føroyum við nýggju krøvun-
um, so standa nógv í bíðirøð eftir at fáa hesi ókeypis
loyvi við teimum nýggju treytunum.
Um teir núverandi fiskiloyvishavarnir vísa lítlan
vilja til at halda fram við teimum sjálvfylgiligu
treytunum, at samfelagið, ið letur frammihjárætt-
indini til at fiska, skulu fáa eitt sindur av aktiviteti
burturúr hesi rávøru, so kann hetta eisini gerast eitt
gylt høvi til at broyta alla skipanina og til dømis
auktionera tíðaravmarkað fiskiloyvi burtur til
hægstbjóðandi. Hugskotini eru mong og skal tað
verða okkara vón, at eitt mennandi kjak kann taka
seg upp um hetta mál. Serliga hevur eitt slíkt kjak
skund, um tað veruliga er so galið, at núverandi
fiskiloyvishavarar ikki vilja fiska meir undir
Føroyum við nýggju treytunum. Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt gylt høvi?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Oddfríður Marni
Rasmussen
Nevndarlimur í LISA
Í 2002 varð ein mentanarlig
ætlan givin út, sum skuldi
stinga út í kortið, hvussu
mentanin skuldi síggja út í
2006. Gamalt orðatak sig-
ur: Mongum brestir ætlan.
Hetta vísir seg at vera
meginreglan hjá politikar-
um, tá ið talan er um pen-
ingaliga játtan til skapandi
listafólk. Nú sær aftur út til,
at ætlanin er brostin.
Í álitinum frá 2002, sum
eitur Mentan og Menning,
kann í hvussu so er menn-
ingin strikast. Um álitið av
politikarum varð tikið fyri
fult, ella bara umhugsað,
átti millum annað játtanin
til Mentanargrunn Land-
sins at verið 5.850.000 kr. í
2004 og hækkað upp til
7.605.000 kr í 2005.
Tá ið nevndin í LISA (t.e.
Listafólkasamband Føroya)
og aðrir listabólkar sótu á
fundi, við umboð í tá
verandi Mentamálastýrin-
um um áðurnevnda álit,
ljóðaði alt mikið hálovandi,
mestsum ov, kunnu vit siga
nú. Men tann, sum ikki er
vanur við tað stóra, gleðist
um alt tað smáa, sum verð-
ur givið einum. Og so varð
eisini tá. Stórt var okkum í
vænti.
Fyri at finna fram hækk-
ingarnar, sum álitið nevnir,
mátti eg kaga í tað. Aftast
eru nakrar talvur. Har
stendur: Landskassans út-
reiðslur til mentan í 1.000
kr. Orðið, sum slóg meg í
hesum setningi var út-
reiðslur. Tað er nógv fyri, at
tá ið talan er um mentan,
eitur hetta útreiðslur, með-
an, er talan um okkurt ann-
að í samfelagnum, eitur tað
stuðul. Orðið stuðul er ikki
altíð eitt ókvæmisorð. Tá ið
talan er um mentan, kann
orðið brúkast í besta týdn-
ingi. Landskassin stuðlar
ella ger eina íløgu í eina
vinnu, sum er grundarlagið
undir okkara samleika, og
sum vísir seg aftur í øllum
samfelagsins
hjólum.
Áhugavert hevði verið at
vitað, hvussu nógvan pen-
ing ferðafólk leggja eftir
seg á hvørjum ári ella
hvussu nógvan pening list í
síni heild gevur landskass-
anum. Hetta kundi verið
ein uppgáva hjá Hagstov-
uni og Búskaparráðnum at
funnið útav.
Støðan í dag er tann, at
álitið er farið í mongum-
brestir-ætlanar-bókina,
bind 278.754. Í fíggjarlóg-
aruppskotinum fyri kom-
andi fíggjarár, hevur onkur
politiskur dirvisloysingur
verið við rakiblaðnum, og
skorið eini 10% prosent av
flagglínuni, so nú er flaggið
á flaggskipinum "Mentan-
argrunni Landsins" lækkað.
Í hesum fíggjarárinum, sum
nú eisini er farið at lækka,
er upphæddin á 4.800.000
kr. Eftir fíggjarætlanini (ein
ætlan, sum sjálvdan brestir)
fyri komandi fíggjarár, er
upphæddin í Mentanar-
grunni Landsins 4.500.000
kr. Hvør missir so av hesari
lækking á 300.000 kr? Jú,
øll listafólk, skapandi og
útinnandi. Hugsast kann, at
einar 150.000 kr. verða
tiknar av starvslønum til
skapandi listafólk og einar
150.000 kr. verða tiknar frá
verkætlanum millum annað
bókaútgávum. So besniss-
aðir sum politikarar nú
einaferð eru, so er tað upp
til tey, ið varða av Mentan-
argrunni Landsins, hvussu
skerjingarnar verða framd-
ar í verki.
Tað vísir seg, at lands-
stýrið ikki hevur dirvið at
gera sær sjálvum greitt,
hvar skal sparast og, hvar
ráðini ikki eru at spara, og
tí eru teir farnir eftir raki-
knívinum, og við honum
skera teir eini 10 % alla-
staðnis. Hetta dirvisloysið
er við at kosta ov nógv hjá
ymiskum samfelagsbólk-
um. Nógv yngri listafólk
støðast ikki her á landi.
Grundin er eyðsæð tann, at
her er ikki lívið laga hjá
teimum.
Ruberg Haraldsen
Viðvíkjandi fyrispurning-
inum sum eg, Ruborg Ha-
raldsen, setti á pallborðs-
fundinum
mikukvøldið
27.10. á Føroya Fólkahá-
skúla, so haldi eg ikki, at
svarið var nøktandi! Eg
loyvi mær at ivast í, um tit
yvirhøvur svaraðu mínum
spurningi.
Spurningurin
var um, nær skúlin í Runa-
vík verður liðugt bygdur.
Eg vildi so gjarna, at tit
politikarar kundu svarað
mær skjótast gjørligt, so eg
veit nær vit kunnu byrja í
skúlanum.
Opið skriv
Til politikararnar!
Flaggskipið »Mentanargrunnur Landsins«
lækkar flaggið
Felagið Peninga-
stovnar
Tórshavn, hin 23. november
2004
Í skrivi í bløðunum tann 16.
í hesum, Peningastovnarnir
fara skeivir, gevur Lands-
bankin Felagnum Peninga-
stovnar eina rættleiðing.
Eitt gjaldoyra - ein tjóð-
banki
Felagið Peningastovnar ger
galdandi, at høpi ikki í nóg
stóran mun er í einum
landsbanka (tjóðbanka) utt-
an egið gjaldoyra. Mótveg-
is hesum ger Landsbankin
galdandi, at tað so heldur
ikki er nakað høpi í tjóð-
bankunum hjá einstøku
londunum í eurosamstarv-
inum. Her fer Landsbankin
ov langt. Einstøku tjóð-
bankarnir hava sjálvandi
minni at gera nú enn áður,
men einstøku tjóðbankarnir
eru fastur partur av euro-
samstarvinum. Sostatt er
Stjórnarráðið,
sum
er
hægsti myndugleiki í Euro-
peiska
Miðbankanum,
mannað við tjóðbankastjór-
unum úr teimum 12 euro-
londunum.
Felagið Peningastovnar
hevur framvegis tað sjónar-
mið, at ein tjóðbanki fyri
hvørt gjaldoyra eigur at
vera nóg mikið. Tað skerst
ikki burtur, at peninga- og
gjaldoyrapolitikkurin í Før-
oyum verður røktur av
danska tjóðbankanum í
Keypmannahavn. So leingi
vit nýta donsku krónuna,
fær tað illa verið øðrvísi.
Eitt eftirlit - ikki tvey
Landsbankin ger galdandi,
at hann, hóast hann ikki
hevur eftirlit við einstøku
peningastovnunum, hevur
heildareftirlit við føroyska
peningastovnsgeiranum.
Heildareftirlit Landsbank-
ans minnir eftir Felagsins
fatan mest av øllum um eitt
slag í tóman heim, tí
Landsbankin ikki hevur
møguleika at ávirka pen-
ingaviðurskiftini í Føroy-
um.
Heildareftirlitið,
sum
Landsbankin so heitt talar
fyri, verður framt av Dan-
marks Nationalbank, sum
hevur
peningapolitisku
amboðini, sum eru neyðug
til at ávirka útlánsvirksem-
ið í samfelagnum. Lands-
bankin hevur hinvegin als
eingi amboð til at ávirka
peningaviðurskiftini í Før-
oyum.
Ein peninga- og
kredittmarknaður
Landsbankin heldur treisk-
ur fast við, at føroyski
kredittmarknaðurin er ein
sjálvstøðugur marknaður.
Hesum er Felagið Peninga-
stovnar ikki samt í. Før-
oysk virki og borgarar
kunnu frítt lána uttanlands,
og útlendskir peningastovn-
ar kunnu ótarnaðir lána út í
Føroyum.
Ein sjálvstøðugur pen-
inga- og kredittmarknaður í
Føroyum er treytaður av
avmarkingum á kapital-
flutningi til og úr Føroyum
ella - sum vit fyrr hava kent
tað - muni í rentuskatti av
føroyskum og útlendskum
millumverandum. Ongar
avmarkingar eru viðvíkj-
andi kapitalflutningi í Før-
oyum, og samsvar hevur
leingi verið í skattareglun-
um. Danski og føroyski
peninga- og kapitalmarkn-
aðurin eru sum saman-
bundin kør. Danskir og før-
oyskir
peningastovnar
javna dagliga stór gjald-
førissveiggj sínámillum um
Norðuratlantshavið. Tí
gevur tað ikki meining at
tosa um ein sjálvstøðugan
føroyskan kredittmarknað.
Er hetta eisini galdandi
í Føroyum?
Landsbankin ger galdandi,
at altjóða kredittmetingar-
stovnar vísa á, at gjaldførið
hjá almennum myndugleik-
um verður betur umsitið, tá
óheftir stovnar røkja tað.
Men er hetta nú eisini gald-
andi fyri Føroyar, her kapp-
ingin við lóg er sett úr
gildi?
Sambært
Landsbanka-
lógini frá 1992 skal lands-
kassin altíð hava eina upp-
hædd svarandi til í minsta
lagi 15 pst. av bruttotjóð-
arúrtøkuni innistandandi í
Landsbankanum.
Ein
margháttlig
men
fyri
Landsbankan sera hent
áseting. Men hevur Lands-
bankin so síðani 1992 givið
landskassanum eitt yvir-
normalt avkast av gjaldfør-
inum? Hevur landskassin,
ár undan ári, havt eitt av-
kast, sum er størri enn
avkastið av eini óvirknari
íløgu í virðisbrøv ella eini
av handahógvi framdari
íløgu á peningamarknað-
inum? Ikki soleiðis sum vit
skilja tað.
Landsbankin ger gald-
andi, at hann er trygd fyri,
at peningastovnarnir ikki
trýsta politisku myndug-
leikarnar til at lata gjaldføri
landskassans ganga inn í
dagliga gjaldførið hjá pen-
ingastovnunum. Landsban-
kin ber ótta fyri, at um
landskassin setir gjaldføri
sítt sum innlán í ein før-
oyskan peningastovn, er
vandi fyri, at peninga-
stovnurin ikki hevur pen-
ingin tøkan, tá landskassin
ynskir at ráða yvir innláni
sínum. Hesin ótti tykist ó-
grundaður.
Føroysku peningastovn-
arnir eru fevndir av plaser-
ingsreglunum í banka- og
sparikassalógini, sum á-
leggja peningastovninum at
hava nøktandi gjaldføri.
Hinvegin er einki ið forðar
politisku myndugleikunum
í at seta gjaldføri lands-
kassans í útlendskar pen-
ingastovnar. Ella í stutt,
gjaldfør virðisbrøv.
Peningastovnarnir ganga
ikki inn fyri eini lógarásett-
ari plaseringsskyldu sum
hesi, sum nú heldur Lands-
bankan leysan av allari
kapping.
VIÐMERKINGAR
Landsbankin og peningastovnarnir (2)
Hósdagin 25. no-
vember heldur Robert
James Brown, pro-
fessari, starvstøku-
fyrilestur á Náttúru-
vísindadeildini á
Fróðskaparsetrinum
TÍÐINDASKRIV
Jim Brown tók 1. oktober
við sum professari í jarð-
alisfrøði á Náttúruvísinda-
deildini á Fróðskaparsetr-
inum. Jim Brown er 61 ára
gamal. Hann hevur starvast
innan jarðalisfrøði á uni-
versitetum í fleiri londum.
Síðani 1980 hevur hann
verið knýttur at Universi-
tetinum í Calgary í Kanada,
men hevur eisini í styttri og
longri
tíðarskeið
verið
knýttur at øðrum universi-
tetum sum gestagranskari,
td. í Sydney í Avstralia og
Luleå í Svøríki. Seinastu
árini hevur Robert James
Brown arbeitt sum serfrøð-
ingur í jarðalisfrøði, serliga
seismiskum datatænastum
hjá norsku ráðgevingar-
fyritøkuni GeoGrids. Á
yrkisleið sínari hevur Ro-
bert James Brown skrivað
hópin av greinum í viður-
kendum tíðarritum.
Robert James Brown tók
master prógv í jarðalisfrøði
á Universitetinum í Mani-
toba í Kanada í 1968. Í
1973 tók hann Ph.D. prógv
í seismikki við Uni-versi-
tetið í Uppsala í Svøríki.
Sum vanligt, tá ið vís-
indastørv verða sett á Fróð-
skaparsetrinum, so er tað
altjóða metingarnevnd, sum
ger úrskurð. Í metingar-
nevndini hava sitið Dr.
Bjørn Ursin, professari á
Norges teknisk-naturviten-
skapelige Universitet, í Sta-
vanger, Dr. Páll Einarsson,
professari á Háskóla Ís-
lands og Dr. Robert S.
White, professari á Uni-
versitetinum í Cambridge í
Onglandi.
Í samband við profess-
aratilnevningina
skipar
Fróðskaparsetrið fyri mót-
tøku og fyrilestri í Ova-
stovu í Nóatúni hósdagin
25. november kl. 15.00, har
Robert
James
Brown
heldur starvstøkufyrilestur
við heitinum "Nakað um
jarðalisfrøði og nakað um
tøl".
Fyrilesturin
verður
á
norskum.
Móttøka og fyrilestur:
Nýggjur professari í jarðalisfrøði
á Setrinum
C
M
Y
K
11
10