hósdagur 25. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 226 - 25. november 2004
Nr. 226 - 25. november 2004
13
Jólabygdin
Æðuvík
tendrar
HUGNI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur
verið hugnaligt at rulla
sær oman í bygdina í
Æðuvík í jólamánaðin-
um. Húsini í vøkru
bygdini er øll upplýst
við jólaperum av al-
skyns slagi, heilt úr
túninum upp í skjøldr-
arnar, og onkur flagg-
stong
hevur
eisini
fingið síni ljós, heilt
upp í sjálvan toppin.
Og
æðuvíkingar
vilja varðveita hesa
"traditiónina" til gleði
fyri bygdarfólkið og
tey, sum vitja bygdina.
Aftur í ár fara æðu-
víkingar at pynta.
Ljósini tendra
Komandi
sunnudag,
sum er fyrsti sunnu-
dagur í advent, verður
tendrað - og hetta
verður júst klokkan 19.
Hornorkestrið fer at
spæla og Árni Joen-
sen, sum er borgar-
stjóri í Oyndarfirði, fer
at halda røðu.
Í Æðuvík siga tey, at
eplaskivur og gløggur
verða at fáa undir til-
takinum.
- Vit ynskja øllum at
vera hjartaliga væl-
komin til Æðuvíkar,
siga tey í syðstu bygd-
ini í Runavíkar komm-
unu, sum nú fer at
líkjast sær sjálvari í
jólamánaðinum.
- Tiltakið er alment,
og øll eru hjartaliga
vælkomin, siga tey,
sum varða av Vest-
manna Kirkjukóri
HUGNALØTA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Komandi sunnudag, 28.
november klokkan 18, sum
eisini er fyrsti sunnudagur í
advent, skipar Vestmanna
Kirkjukór saman við Vest-
manna kirkju, fyri hugna-
løtu við ókeypis ábiti í
auluni í Vestmanna skúla.
Í fleiri ár hevur Kirkju-
kórið skipað fyri hesi
hugnaløtu – og nú sunnu-
dagin endurtaka tey í Vest-
manna so hetta tiltak.
Á skránni verður røða,
tónleikur, kórsangur, fe-
lagssangur og annað.
Tað verður Bárður Niel-
sen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, sum fer at
siga nøkur orð.
Teir báðir, Pauli Magnus-
sen og Jógvan Toftum fara
at spæla undir til kórsangin
og felagssangin sum verð-
ur.
Umframt Paula og Jógv-
an, fer tann landskendi,
Magni Christiansen, at
syngja nøkur løg av nýggju
fløguni, sum kemur út til
jóla.
Vestmanna
Kirkjukór,
sum telir eini 40 fólk undir
leiðslu av Erlu Olsen, kem-
ur eisini at framføra nakrar
sangir.
Hini árini, tiltakið hevur
verið, hevur aulan í Vest-
manna skúla verið meir enn
full, og tí heita stigtakar-
arnir á fólk um at møta
stundisliga til hugnaløtuna.
Tiltakið í Vestmanna
skúla er ókeypis, men fólk
kunnu eins og seinast lata
eitt oyra til Vestmanna
kirkju.
- Tiltakið er alment, og
øll eru hjartaliga vælkomin,
siga tey, sum varða av Vest-
manna Kirkjukóri.
Ókeypis hugnaløta í Vestmanna
Vestmanna Kirkjukór
avmyndað í Roskilde kirkju
- Seinastu árini eru
seks spildurnýggj
skip komin til
Leirvíkar, og tað
kunnu vit sum bygd
vera errin av, segði
borgarstjórin
NÝBYGNINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Leirvík,
Sjúrður Eliasen, segði nøk-
ur orð, tá ið nýggju skipini,
Polarhav og Stjørnan, fyri
fyrstu
ferð
løgdu
til
bryggju í Leirvík týs-
kvøldið.
- Osmund og Tummas –
og allir tit umborð á skip-
unum! Vælkomnir heim úr
Íslandi við hesum nýggju,
stóru og stásiligu skipum.
Bygdarráðið, bygdarfólkið
og onnur við eru komin
saman her at fagna tykkum
hesa hátíðarløtu. Og lat
meg siga beinanvegin: Vit
eru errin av, at tað stendur
Leirvík á hekkuni á hesum
skipum…
Borgarstjórin segði, at
skipini eru eitt úrslit av
áhaldandi og framhaldandi
endurnýggjan og nýhugsan
av okkara skipaflota, og
Stjørnan og Polarhav eru
væl kend nøvn.
- Síðan partroling byrj-
aði, er hetta triðja parið við
hesum nøvnum.
Hann vísti á, at eitt, sum
hevur sermerkt hesi skip,
er, at manningarnar hava
trivist ógvuliga væl umborð
á teimum.
- So, samanhaldið mill-
um manning og reiðarí má
hava verið sera gott, legði
hann aftrat.
Ikki bara rúgvan
- Havið er tað sama nú sum
fyrr. Har kanst tú uppliva
alt veður. Tí er at frøast um,
at so nógv verður hugsað
um at gera alt betri og betri
fyri manningarnar. Men
eisini fyri at fáa fisk – og at
fáa hann til lands so góðan
og feskan sum gjørligt.
Sjúrður vísti á, at tað
ræður um at fáa sum mest í
peningi burtur úr tí, sum
fiskað verður.
- Eingin livir longur bara
av nøgd. Góðska skal eisini
til, og hesi bæði til samans
geva peningin at rinda
skipini og hýrurnar fyri.
Og Sjúrður helt fram:
- Her liggja so tey nýggju
og stásiligu skipini, sum vit
øll gleða okkum um at
sleppa umborð á og síggja.
Borgarstjórin segði seg
vóna, at hetta ódnartak
verður til stóra signing fyri
skip og manning – ja, til
signing fyri okkum øll.
Seks nýggj skip
Sjúrður segði, at seinastu
árini eru seks spildurnýggj
skip komin til Leirvíkar.
- Og tað kunnu vit sum
bygd vera errin av.
At enda ynskti hann góða
eydnu við skipunum báðum
og segði seg vóna, at tey
fara at føra mangan fyltan
fongin til lands.
Lesið eisini greinina á
blaðsíðu 30 í blaðnum í
dag.
Borgarstjórin í Leirvík, Sjúrður Eliasen:
Tað stendur Leirvík á hekkuni…
Tað var ógjørligt at avmynda nýggju skipini í myrkrinum og oysandi regninum, tá ið tey komu týskvøldið. Men mikumorgunin tóku vit hesa myndina
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sjúrður Eliasen, borgarstjóri
í Leirvík, avmyndaður í
garðinum við kommunu-
skrivstovuna mikumorgunin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sólrun Lómstein
65 ár
Í dag, hósdagin 25. no-
vember,
verður
Sólrun
Lómstein á Toftum 65 ár.
Sólrun er væl kend á Toft-
um, har hon saman við
manninum rekur einasta
matvøruhandilin í bygdini.
Foreldrini hjá Sólrun
vóru Betty og Petur Skaale
á Toftum. Tey fingu tvær
døtrar. Sólrun var tann
eldra, og Betty, sum er gift
Jógvani við Keldu í Klaks-
vík,
var
tann
yngra.
Mamman doyði, tá ið hon
hevði átt hana, og hon er
uppkallað eftir mammuni.
Piddi var 93 ára gamalur, tá
ið hann doyði í 1999. Hann
búði fyri seg sjálvan, men
Sólrun og hennara vóru
serliga nógv um hann.
Sólrun vaks upp mitt í
meldrinum á Toftum. Pápin
hevði handil og postin, og
harvið kendi hann eisini
ábyrgd fyri mjólkabátun-
um, sum við farmi og fólki
sigldu millum Havnina og
Skálafjørðin. Mest sum alla
sína tíð hevur Sólrun verið
við í virkseminum hjá páp-
anum, og nú eru tað næstan
34 ár síðani, at hon og
maðurin yvirtóku handilin,
sum tey framvegis eiga og
reka.
Sólrun var ikki meiri enn
stór smágenta, tá ið hon fór
at spæla í sunnudagsskúl-
anum í salinum á Toftum,
og fram ímóti einari hálvari
øld hevur hon spælt til
møtini í salinum. Ivaleyst
eru tey fleiri, sum komast
við plátuna, sum Sólrun
Skaale og Oddmar Færø
sungu fyri meiri enn fjøruti
árum síðani. Eitt nú sungu
tey Lítið barn sum meg.
Sólrun fylgir væl við í
samfelagnum,
hon
er
familjukær, hevur serligt
hegni at taka sær av fólki,
og hon er sera góð við
heimstaðin. Eitt nú hevur
hon verið virkin í forn-
minnisfelagnum og bygda-
savninum á Toftum, síðani
tey vórðu sett á stovn.
Í 1967 giftist Sólrun við
Hanusi Lómstein, sum er
ættaður úr Syðrugøtu. Tey
bygdu uppi á Hamri, og tey
eru mong, sum hava sitið
væl inni hjá teimum. Sólr-
un og Hanus eiga fýra børn,
sum øll eru gift og eiga
børn: Betty býr í Keyp-
mannahavn, har hon er
farmaseutur, Erla er trú-
boðari í Venezuela, Gurðun
er trúboðari í Russlandi, og
Andrass flutti í summar úr
Keypmannahavn og aftur
til Toftir, har hann er lærari.
Sólrun eigur ellivu ommu-
børn - tríggjar gentur og
átta dreingir.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
John Høj 75
Í dag, 25. november, fyllir
John Høj í Klaksvík 75 ár.
Mamma hansara, Ebba, var
ættað úr Innistovu í Vági
(Klaksvík), og pápin, Jákup
Adrian Høj, var ættaður av
Strondum. John vaks upp á
Vágsheygnum, og har hev-
ur hann búð mestsum alt
sítt lív. Tó búði hann úti í
Grótinum í nøkur ár eftir, at
hann giftist við Fíu, dóttir
Annu og Jógvan Isaksen.
John tók millumskúla-
prógv í Klaksvík. Hann ar-
beiddi so í krambúðini á
Stongunum og á skriv-
stovuni hjá Kjølbro í nøkur
ár. Fyrst í fimmtiárunum
fór hann at arbeiða á Klaks-
víkar Hermetikk, vanliga
nevnd
Bollafabrikkin.
Virkisleiðari har var týskar-
in Paul Lammers, og John
fór við honum til Týsklands
at læra hermetikk og hað-
ani til Svøríkis at nema sær
meira kunnleika. Heimaft-
urkomin varð hann virkis-
leiðari á Bollafabrikkini.
Umframt at hava útbúgving
í
hermetikkframleiðslu,
hevði hann eisini keypt
allar uppskriftirnar hjá
Lammers. Í 1964-65 endaði
hann sína útbúgving á
Norges Hermetikfagskole í
Stavanger.
Á Bollafabrikkini fram-
leiddu tey ymiskar vørur:
bollar og fiskakøku í blikk-
um, gaffilbitar, sild í tomat,
fugl í soði, og tey arbeiddu
eisini hummara. Herme-
tikkvirkið var eitt av teim-
um góðu arbeiðsplássunum
í Klaksvík, millum annað tí
at arbeiðið var so fjølbroytt
frá einari árstíð til aðra.
Fyrst í 60-unum fór Kjøl-
bro eins og aðrir í landinum
at royna flakavinnu um-
framt framvegis at arbeiða
saltfisk og klippfisk. Ein
part av árinum varð flak
skorið á Bollafabrikkini, til
tað stóra flakavirkið á Kós-
ini læt upp í 1966.
John varð settur sum
virkisleiðari á flakavirkin-
um og var har til 1991, ta
seinastu tíðina sum stjóri.
Bollafabrikkin virkaði und-
ir aðrari leiðslu í nøkur ár,
men varð so latin aftur við
alla.
Frá 1980 og nøkur ár
fram var John eisini nevnd-
arlimur í Pf. J.F. Kjølbro.
Kósavirkið var tað størsta
í landinum, men John hevði
eisini áhuga fyri landsins
minsta flakavirki. Um árs-
skiftið 1973-74 keypti hann
virkið í Árnafirði, og tað
fór aftur undir flakafram-
leiðslu í august 1974. Virk-
ið keypti í fyrstani mest
smáa hýsu frá Kósavirkin-
um og spesialiseraði seg í
at gera raspað hýsuflak,
sum hevur roynst óføra væl
og hevur fingist til keyps í
handlinum fyri sera rími-
ligan prís. Tey seinnu árini
hevur virkið keypt fisk á
uppboðssølu.
Virkið í Árnafirði er bygt
út fleiri ferðir, seinast í fjør.
Tá varð frystiorkan mun-
andi økt og nýggj skriv-
stova bygd. Arbeiðið á virk-
inum hevur verið rættiliga
støðugt.
John og Fía eiga børnini
Ebbu, Jógvan og Joan.
Ommu- og abbabørnini eru
11 í tali og langommu- og
langabbabørnini 2.
John og Fía hava havt
sína trúligu gongd í Betes-
da. Tey sungu í kórinum, og
John var eisini sunnudags-
skúlalærari í mong ár.
Dagurin
25. november. Katrin, deyð umleið ár 300.
Halgisøgurnar greiða frá eini vakrari og klókari
prinsessu í Aleksandriu, sum mangir hábornir menn
bóðu um, líka keisarin. Men hon vildi ongum játtast,
tí at Kristus var hennara sanni brúðgómur. Hon
viðgekk alment kristnu trúgv sína og varð tikin av
døgum. Hon varð jarðað á Sinaifjalli, har eitt
katrinarkleystur er bygt yvir grøv hennara.
Navnið er grikst og merkir hin reina, hin óspilta.
Tøkk
Øllum tykkum, sum stukku
inn á gólvið og mintust meg
á 70 ára føðingardegnum,
og við gávum, blómum,
fjarritum og telefonsam-
røðum gjørdi okkum dagin
hugnaligan, takki eg hjarta-
liga.
Somuleiðis vilja vit ynskja
vinum og kenningum
gleðilig jól og eydnuríkt
nýggjár.
Vinarliga heilsan
Hady
85 ára føðingardagur
Í dag, 25 november fyllir Frederik Jacobsen,
Klaksvík 85 ár.
Dagurin verður hildin hjá soninum Maller, undir
Klakki 26 frá kl. 16.00.
Jákup Kass 80 ár
Hósdagin í síðstu viku, 18.
november, varð Jákup Kass
á Strondum 80 ár. Hann fór
stillisliga avstað, og rundi
dagurin varð hildin saman
við familjuni. Jákup Kass
var í mong ár frammarlaga
í samfelagnum, men nú eru
nøkur ár síðani, at hann og
konan, Anna, fluttu aftur til
Strendur, har tey búgva í
barndómsheiminum
hjá
henni.
Foreldrini hjá Jákupi
Kass vóru Sanna og Bartal
Johasen í Kass á Strondum.
Tey fingu tíggju børn. Ják-
up er elstur, Hilmar býr í
Havnini, Nicolina býr í
Havnini, so eru tað tví-
burðarnir Hanni, sum býr á
Strondum, og Hanna, sum
býr í Vejle, Anne Bertha
býr í Havnini, Sólborg býr
á Argjum, Judith býr í
Vejle, Hans Jákup býr í
Keypmannahavn, og Ernst
býr í Havnini.
Jákup
tók
málsligt
studentsprógv í 1944. Eftir
kríggið fór hann til Keyp-
mannahavnar, har hann
gekk á Niels Brock, og
síðani var hann í mong ár
saman við pápanum og
brøðrunum við í handils-
virksemi og útgerðarfelag á
Strondum. Teir í Kass
høvdu handil og fleiri skip
og bátar, eitt nú Austerlitz,
Lambanes, Sjófarið og
Polarfarið.
Í seksti árunum fór Jákup
Kass í starv hjá Esso. Eitt
ár var hann í Danmark og
setti set inn í tingini. Í 1966
flutti familjan til Havnar,
og í 1971 tók Jákup Kass
stjórastarvið eftir Esmar
Fuglø í Esso. Har var hann
inntil í 1980. Prestatrotið í
Danmark bar við sær, at tað
í sjeyti árunum bar til hjá
teimum, sum høvdu lívs-
royndir og útbúgvingar at
lesa gudfrøði eftir serligum
treytum. Onkrir føroyingar
tóku av hesum tilboðnum.
Millum teirra var Jákup
Kass, sum studeraði, með-
an hann var stjóri í Esso og
seinni Statoil, og meðan
hann røkti fleiri onnur
álitisstørv, eitt nú í Sjó-
vinnubankanum, har hann
var næstformaður í nevnd-
ini.
Í 1980 fór Jákup úr
stjórastarvinum í Statoil.
Tá flutti hann inn á Nes,
har hann var nógv avhildin
sóknarprestur
fram
til
1994. Tað var í hansara tíð í
Nes prestagjaldi, at nýggja
Fríðrikskirkjan varð bygd.
Hon
varð
vígd
fyrsta
sunnudag í advent í 1994
ella stutt eftir, at Jákup var
farin úr starvinum.
Jákup var frá ungum av
virkin í heimamissiónini,
og í prestatíðini var hann
eitt skifti formaður fyri
føroysku heimamissiónini.
Tá ið Vesturkirkjan varð
vígd í 1975, varð Jákup
Kass annar av deknunum,
og tað tænastuna røkti hann
saman
við
Steingrími
Niclassen, inntil hann flutti
inn á Nes.
Jákup Kass giftist í 1949
Við Onnu Johansen, sum
eisini er ættað av Strond-
um. Tey bæði eru systk-
inabørn og javngomul. Hon
fylti 80 27. juli í ár. Anna
og Jákup Kass eiga trý
børn: Marjan býr á Nesi,
Bartal býr á Argjum, og
Karin býr í Havnini. Barna-
børnini eru átta, og tað er
so smátt afturat í triðja
ættarliðnum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt
hjálptu okkum og sýndu okkum samkenslu,
tá elskaði maður og pápi okkara
Niels Petersen
Nuuk, búsitandi í Kaldbak
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar
og øll tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað,
og tøkk til øll tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til
við ervinum.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á G4
fyri dyggan stuðul og umsorgan hansara seinastu tíð.
Sólja, Ivalu og Janus
C
M
Y
K
13
12