hósdagur 25. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 25. november 2004
15
VW Caddy er kosin
"Årets Varebil i Dan-
mark 2005". Motor-
journalistar frá
ymiskum donskum
fak- og dagbløðum
royndarkoyrdu 18
vørubilar á Jyllands-
Ringinum og í einum
øki har nærhendis
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ein dómsnevnd umboðandi
14 limir í Motorjournalist-
ernes
Klub
Danmark
(MKD) hevur kosið VW
Caddy til "Årets Varebil i
Danmark 2005" millum 18
aðrar vørubilar í ymiskum
klassum.
Motorjournalistarnir
komu frá ymiskum donsk-
um fak- og dagbløðum.
Bilarnir vóru royndar-
koyrdir á Jyllands-Ringin-
um og í einum øki har nær-
hendis.
Hugt var eftir øllum, t.d.
hvussu rúmligir og væl út-
nyttaðir teir eru, hvussu teir
eru uppbygdir, og hvussu
væl teir bera vektina, tá teir
eru lessaðir. Hvussu vektin
ávirkar koyrieginleikarnar
o.s.fr.
Grundgevingarnar fyri at
velja VW Caddy til ársins
vøruvogn vóru t.d., at
bilurin er sum ein persón-
bilur at koyra, og bilførarin
merkir einki til, at hann
koyrir ein lutfalsliga stóran
vørubil við einum vøru-
rúmi upp á heilar 3,2
kubikmetrar. Eisini tað at
Caddy er sera arbeiðsligur
við stórum bakhurðum og
stórari dragihurð á síðuni.
Meðan VW Caddy bleiv
"Årets Varebil i Danmark
2005" bleiv Mercedes-
Benz Vito "Van of the Year
2005" í Evropa.
At tað kann vera lívs-
hættisligt at koyra við
leysum lutum í last-
ini, máttu ein last-
bilaførari og ein buss-
førari í Týsklandi
ásanna herfyri, tá leys
rør komu sum pro-
jektil út gjøgnum
stýrihúsið á lastbilin-
um
FERÐSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tá bussførarin á einum
skúlabarnabussi
herfyri
kom koyrandi eftir einum
høvuðsvegi í Wesel-øki-
num í Týsklandi, varnaðist
hann ikki fyrr enn í síðstu
løtu, at hann var við at
renna saman við ein lastbil,
sum kom frá einum síðu-
vegi.
Til alla lukku eydnaðist
tað føraranum á lastbilinum
at bremsa, áðrenn tað brast.
Men tað sum hendi, í somu
løtu ið lastbilurin steðgaði,
kundi
fingið
rættuliga
óhugnaligar fylgjur.
Í lastini vóru trý stór rør,
sum lógu inni í hvørjum
øðrum, tey vigaðu tilsam-
ans 17 tons. Uttasta rørið
var væl surrað fast, meðan
tey bæði innaru rørini lógu
leys innanfyri. Tá so last-
bilurin knappliga bremsar,
fara tey bæði innaru rørini
við fullari ferð fram gjøg-
num stýrihúsið, framvið
bilføraranum og út á vegin
og raka bussin niðast við á
síðuni.
Hevði lastbilurin havt
meira ferð, áðrenn hann
steðgaði, høvdu rørini farið
tvørtur gjøgnum bussin.
Tað var eitt undur, at
ongin
fekk
álvarsligan
skaða ella lat lív. Last-
bilaførarin slapp við smá-
snuddum, og skúlabørnini
fingu ein skelk.
Hendingin vísir, hvussu
vandamikið tað kann vera
at koyra við leysum lutum
í lastini.
Líkamikið hvussu væl
tað uttasta rørið var spent
fast, so lógu tey innaru
fullkomiliga leys og kundu,
um illa veit við, kostað
fleiri mannalív.
Kelda: Road Life Magazine
Hættisligt við leysum lutum í lastini
VW Caddy
ársins
vørubilur
í Danmark
Tá lastbilurin bremsaði, fóru tey bæði innaru rørini við fullari ferð fram gjøgnum stýrihúsið, framvið bilføraranum og út á vegin og raktu bussin niðast við á
síðuni
Ein sera væl nøgdur tíðindastjóri hjá Skandinavisk Motor Co., Henrik Hagen, við ársins
vørubili í Danmark 2005, VW Caddy
Ford
trygdar-
vestar
Ford deila komandi
mánaðirnar út neon-
gular trygdarvestar við
endurskini til tey sum
keypa ein nýggjan ella
brúktan Ford. Í Italien
og Spanien er tað lóg-
arkrav at lata seg í slík-
ar vestar, um ein t.d.
skal skifta hjól ella
annað uttan fyri bygd
øki
Kelda: Motor Magasinet
VW 20 ár
í Kina
Liðin eru 20 ár síðan
VW-konsernin gjørdi
avtalu um samstarv
við Shanghai Automo-
tive Industry Corpora-
tion í 1984. Hesi árini
hava teir latið meira
enn 4 mill. bilar til
kinesiskar kundar frá
umleið 1.000 sølustøð-
um kring landið
Kelda: Motor Magasinet
30.000
bilverkstøð
lata aftur
Í Evropa væntast at
meira enn 30.000 bil-
verkstøð mugu lata
aftur áðrenn 2008,
stendur í eini frágreið-
ing frá analysustovn-
inum Datamonitor í
Onglandi. Orsøkirnar
eru t.d. lítil vøkstur í
bilasøluni, og at bil-
arnir halda so væl
Kelda: Motor Magasinet
15
Nr. 226 • hósdagur • 25. november 2004 • 78. árg.
Ellisakfør
vitja
Restorffs
Í kvøld - hóskvøldið
25. november - fara
limir í Føroya Ellisak-
førum
á
vitjan
á
Restorff’s Bryggjaríið
í Havn. Hetta er eitt av
mánaðarligu tiltøkun-
um, sum Føroya Ellis-
akfør skipar fyri. Fleiri
túrar við ellisakførum
hava verið gjørdir fyrr
í ár, eitt nú varð skipað
fyri grilldegi á Sela-
trað, útferð niðan á
Sornfelli og Mjørka-
dal, vitjan í Kirkjubø,
har etið varð í Royk-
stovuni.
Hesaferð er kortini
ikki talan um ein biltúr
sum so við ellisakfør-
um, men farið verður
at hyggja eftir, hvussu
tey
á
Restorff’s
Bryggjarí arbeiða -
hvussu øl og sodavatn
verður framleitt.
Restorff’s Bryggjarí
er gamalt. Tað er
stovnað í 1849. Tað var
danin M. C. Restorff,
sum kom til Havnar
um
hetta
mundið.
Hann var bakaralærdur
og fór skjótt undir egið
virkið. Hann hevði
umframt bryggjaríið
stóran handil og reið-
aravirksemi - og enn
tann dag í dag sæst
nógv til Restorffs-
ættina í handilslívinum
í Havn.
Í 2002 yvirtóku Óla
Svenn Nolsøe og Jo-
han Mortensen - alias
Olli og Johan Hot -
meirilutan av parta-
peninginum í Restorffs
Bryggjarí, og hava teir
rikið tað síðani. Teir
hava á sín sermerkta
hátt sett sín dám á
virksemið hjá bryggja-
rínum. Teir siga, at
Restorffs er eitt slag av
hobby hjá teimum -
teimum dámar væl øl,
og vilja teir fegnir
menna hin føroyska
ølheimin við nýggjum
bryggjum og yvirhøv-
ur kveikja og menna
áhugan fyri øli.
Limirnir í Føroya
Ellisakførum hittast í
felagshølunum
yvir
við Strond kl 19:30.
Higani verður farið út
á bryggjaríið.
Ein heilt nýggjur Kia
Sportage kemur á
marknaðin fyrst í
2006. Kvaliteturin er á
sama høga støði sum
á tí størra Kia
Sorento, og bilurin
fæst bæði sum bensin
og diesel
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Kia Sportage er ein so-
nevndur SUV (Sport Utili-
ty Vehicle), ein frítíðarbilur
sum kann nýtast til fleiri
ymisk endamál.
Sportage er ein rúmligur
stationvognur, samstundis
sum hann er ein "off-
roadari", ið er premanent 4-
hjólsdrivin.
Kvaliteturin er á sama
høga støði sum á tí størra
Kia Sorento.
Sportage fæst við trimum
ymiskum motorum, einum
diesel og tveimum bensin,
dieselmotorurin er ein 2,0
litur CRDi við 112 hk, og
bensinmotorarnir eru ein
2,0 litur við 142 hk, og
síðan ein 2,7 litur V6.
Danskir motorjournal-
istar hava royndarkoyrt
Sportage á Mallorca, og
bilurin fær sera góð um-
mæli.
Nýggjur Kia Sportage
royndarkoyrdur á Mallorca
Kia Sportage er ein
sonevndur SUV
(Sport Utility
Vehicle), ein frítíðar-
bilur sum kann
nýtast til fleiri ymisk
endamál
Sportage er ein rúmligur "off-roadari", ið er premanent 4-hjólsdrivin
Kvaliteturin er á sama høga støði sum á tí størra
Kia Sorento
C
M
Y
K
14