Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. november 2018 · Nr. 134 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge – Olympic Stadium Baku, Aserbadjan Tað er næstan ein tími eftir dystarenda. Í mixzone, har spælararnir tosa við fjøl­miðl­ arnar, eru bara aserbadjanskir spælarar. Ein tíðindamaður frá Aserbadjan spyr, um tað er van­ ligt at føroyska liðið ikki tosar við miðlarnar, tá teir hava tapt. Í tíggju ár hevur tað ongan­ tíð tikið liðnum so leingi at koma úr skiftirúminum. Tað er ein staðfesting av vónrotinum hjá spælarum. Boðini eru, at spælararnir hava verið á vøllu­ num og runnið av, um­framt at teir hava tosað saman eftir dystin. Vit hava tvær ferðir spælt móti Aserbadjan, men tvær ferðir eru vit revsaðir so dyggi­ liga. Aserbadjan bleiv føroyska fótbóltsmarran í Nations League. Ongin vandi á ferð Tað sá ógvusligt út, tá eitt risa hernaðarlið kom inn á Olympic leik­vøllin í Baku tveir tímar fyri dystarbyrjan. Samanlagt vóru áleið túsund trygdarfólk til dystin. Nakrir hundrað av teim­um stóðu við rygginum til vøllin og hildu eyga við áskoðaraplássunum. Undan dystinum vóru trygd­ ar­fólk eisini á leik­vølli­num við hundum, sum skuldu tryggja at einki óreglu­ligt var á stað­num. Eitt er at leikvøllurin er stórur, men tað er eisini renni­ breyt rundan um vøllin. Eitt nú sita fjølmiðlafólkini høgt upp á aðru langsíðuni. Tað er so langt niður á vøllin, at tað er nærmast ógjørligt at fylgja við í smá­lutunum. Órógv í upptakini Upptakin til dystin verður merkt av, at Jóan Símun Ed­ munds­son verður skaddur í dysti fyri Arminia Bielefeld, meðan René Shaki Joensen hevur leikbann. Tí skulu nýggir spælar­ar á liðið. Valið fellur á Sølva Vatnhamar og Klæmint A. Olsen. Lars Olsen heldur fast við trimum í miðverjuni, sum eydnast væl móti Kosovo á heima­vølli. Tað er tó um reppið, at Brandur Hendriksson ikki verður tøkur til dystin, tí hann er óansin í styrkihølinum. -Hetta er býttasti skaðin nakran­tíð. Eg lyfti eina tíggju kilo vekt, men sá ikki at ein fimm kilo vekt var uttast á. Hon datt niður á stórutá. Eg fekk nakað so ilt, men kundi ikki ýla, tí so nógv fólk vóru til staðar, sigur Brandur Hendriks­son undan dystinum. Hann fær eina lokaldoyving undan dystinum og er tøkur frá byrjan. Á tíðindafundinum er eisini eitt sindur rokaligt, tá aserbadjanskur tíðindamaður er eitt sindur næsadjarvur, og spyr Atla Gregersen, um hann er troyttur, fjálturstungin ella sjúkur, tí hann situr inni í húg­ vi. -Hatta var ein ófólkaligur spurningur. Eg eri til reiðar og haldi at eg eri flottasti maðurin í heiminum, svaraði Atli Gregersen aftur. Bukaðir í Baku Tað bleiv ongantíð brúk fyri teim­um áleið túsund trygdar- og hernaðarfólkunum, men før­oyska liðið bleiv alíkavæl buk­að í fyrra hálvleiki. Eftir eitt føroyskt álop í fyrstu minuttunum, so steðgaði alt upp. Vit høvdu ikki tvær saman­hangandi avleveringar. Tað endaði við fleiri horna­ spørkum og eftir 17 minuttir gongur galið. Sonni Ragnar Nattestad roynir at verja fyri skoti hjá Dmitri Nazarov, men er óheppin og beinir bóltin í egið mál. Tá ein hálvur tími er farin er aftur galið. Mahir Mada­ tov sleppur at venda sær mið­ skeiðis inn á okkara hálvu og meddar til. Gunnar Nielsen sær út til at kunna fáa nevan á, men rakar ikki bóltin. -Eg eri tann fyrsti, at taka ábyrgd, tá eg geri okkurt galið, men eg haldi ikki at fólk skilja hvussu nógv bólturin rørir seg í luftini. Eg haldi, at eg havi verið Føroyum ein góður málmaður, men tað er náðileyst at verða mál­maður, sigur Gunnar Niel­ sen. Restina, sum er eftir av fyrra hálvleiki eru vit á eini leið í verjustøðu, men framrættaða spælið er slett ikki til staðar. Tað er ongin ivi um, at okkurt má gerast í hálvleikinum, tá spælararnir ganga av vøllinum. -Eg var rasandi í hálv­leiki­ num. Tað er sjálvdan, at eg eri noyddur at tosa við stórum bók­stavum, men tað gjørdi eg í steðginum. Vit tosaðu um at broyta spælskipan til 4-2- 3-1 mitt í fyrra hálvleiki, men valdu heldur at bíða, tí tað kann verða torført at sam­ skifta við spælararnar meðan dysturin er, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari. Hann leggur afturat, at hann er toluliga nøgdur við seinna hálvleik, men avbera ónøgd­ ur við fyrra hálvleik. Leggur tó dent á, at Aserbadjan ikki kemur til teir stóru mál­ møguleikarnar. Partvís uppreisn í hálvleikinum verður Vil­j­ ormur Davidsen offraður fyri kol­lektiva vánaliga avrikið, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu kemur inn. -Tað kundi eins væl verið onkur annar eftir ein slíkan hálvleik, men fyri at fáa brikk­ arnar upp á pláss, so bleiv tað Viljormur, sigur Lars Olsen. Ætlanin eydnast partvís, tí føroyska liðið spælir faktist væl í seinna hálvleiki, men fyri uttan ein møguleika hjá Brandi Hendriksson, so eru vit ikki nær við at minka um munin. Spælið er nú nógv betri og spælarar sum Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Sølvi Vatnhamar trívast betri á vanligu plássum, meðan Od­ mar Færø stórtrívist á mið­ vøllinum, so leingi hann orkar. Innskifti Kaj Leo í Bartals­ stovu er sterkur á bólti­ num, meðan innskifti Jákup Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Nations League: ASERBADJAN – FØROYSKA FÓTBÓLTSMARRAN ATLI OG VILJORMUR TIL DOPINGROYND Eftir dystin blivu Atli Gregersen og Viljormur Davidsen tiknir inn til dopingroynd. Tað tók sína tíð. – Eg var eisini til dopingroynd fyri trimum mánaðum síðani. Eg má síggja nakað væl fyri út, men tað tók meir enn tveir tímar at fáa pissað, sigur Atli Gregersen, sum ikki var aftur á gistingarhúsinum eftir midnátt. Hetta skuldi verða bólkurin, har vit høvdu ein møguleika at vinna. Eftir tveir dystir móti Aserbadjan er tann dreymurin brostin. Aserbadjan hevur víst seg, at verða okkara fótbóltsmarra. – Jeg er utilfreds, sigur Lars Olsen