týsdagur 20. november 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað var væntandi, at løgmaður
fór at seta Heðin Mortensen sum
nýggjan landsstýrismann í sam
ferðslumálum – so sum vit hava gitt
fleiri ferðir á hesum stað.
Sum grundgeving segði løgmað
ur, at hann kendi seg noyddan at
seta ein royndan politikara í starv
ið, tí at tíðin vildi verið ov knøpp hjá
einum óroyndum fólki at sett seg
inn í øll málini, nú so stutt er eftir
til valið.
Taktikkur er ein stórur partur
av politiska spælinum. Sæð í tí ljós
inum kann tann grundgevingin al
tíð nýtast. Tað er einki at ivast í, at
valið hevur verið ólíka lættari, sum
tey hava sett kriteriini so stramt
upp, sum hetta bendir á.
Og taktiskt sæð er valið av Heð
ini Mortensen uttan iva skilagott.
Royndirnar hevur hann, men tað
hevur eisini týdning at fáa ein
sterkan politikara í Suðurstreym
oy at markera seg í landsstýrinum.
Gamaní búgva bæði Rigmor
Dam og Aksel V. Johannesen, løg
maður, í høvuðsstaðnum. Men
eingin politikari hevur sum Heðin
Mortensen vunnið sær stóra undir
tøku sum borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu.
Tríggjar ferðir er hann av veljar
unum vigaður sum borgarstjóri.
Fyrstu ferðina fekk hann 2.200 at
kvøður. Tað var í 2008. Aðru ferð, í
2012, fekk hann 2.637 atkvøður og
triðju ferð, í 2016 fekk hann 2.506
atkvøður. Og tá løgmaður veit, at
tann flokkur, sum vinnur valið í
Havn vinnur løgtingsvalið – so er
at spæla upp á allar streingir, sum
spælast kann uppá.
Henrik Old fekk veruliga gjørt
vart við seg og skapt sær virðing
sum samferðsluráðharri. Tey, sum
ikki tóku hann rættiliga fyri fult
áðrenn, tey gjørdu tað aftan á at
hann kom í Tinganes.
Helst var tað ein taktisk flyting
hjá honum at offra seg sjálvan
fyri Fámjinstunnlin, sum uttan iva
gevur honum nógvar atkvøður í
Suðuroy til komandi løgtingsval.
Men kanska hevur hann mett
skeivt við at víkja úr landsstýris
sessinum.
Heðin Mortensen kann, um
hann vil, skapa sær stóra virðing og
undirtøku, um hann eitt nú megn
ar at loysa knútin um innkomuveg
irnar í Havn og á Skálafjørðinum.
Men ikki minni við at halda fram
við tunnilstoyminum hjá Henriki
Old og fáa lagt tunlarnar norður um
Fjall í eina tryggja legu.
Á seinasta løgtingsvali fekk
Javnaðarflokkurin
eins
nógvar
atkvøður í Havn (2.956), sum Sam
bandsflokkurin (1.562) og Fólka
flokkurin (1.460) tilsamans. So er
spurningurin, um Heðin Morten
sen klárar at gera eitt nøkulunda
eins gott hál á løgtingsvalinum sum
á býráðsvalunum seinastu, sum
skal tryggja Javnaðarflokkinum
støðuna aftur sum størsti flokkur í
Havn og vinnar av løgtingsvalinum.
Løgmaður valdi tað trygga
fram um tað nýggja
TAKTIKKUR OG ROYNDIR
Kola
svartur
Hanus
Samró
SJÚRÐUR SKAALE
KJAK SÍÐA 46
Steðg
ar íbúðar
bygging
GORDON RAJANI
KJAK SÍÐA 12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Nú Heðin Mortensen hevur
lagt býráðssessin í Havn frá
sær, so verður yvirvágin av
kvinnum enn størri í Tórs
havnar býráð, tí nú sita kvinn
urnar á 69 prosentum av bý
ráðssessunum.
Á býráðsvalinum 8. novem
ber í 2016 vóru 8 kvinnur vald
ar í Tórshavnar býráð. 4 fyri
Javnaðarflokkin, 3 fyri Tjóð
veldi, 1 fyri Fólkaflokkin og 1
fyri Framsókn.
Nú Heðin Mortensen hev
ur lagt sessin frá sær fyribils,
kemur enn ein kvinna í bý
ráðið, Bjørg Dam fyri Javnað
arflokkin. Tað merkir, at nú
eru 9 kvinnur í Tórshavnar
býráð og 4 mans.
Tilsamans fingu kvinnur
nar, sum nú sita í býráðnum,
2.530 atkvøður. Menninir, sum
nú sita, fingu tilsamans 1762 at
kvøður. Heðin Mortensen fekk
einsamallur 2.506 atkøvður
– ella við øðrum orðum 24 at
kvøður færri enn allar hesar
9 kvinnurnar til samans og
nógvar fleiri enn menninir.
Kvinnurnar hava valdið í Havn
Nú Heðin Mortensen er
vorðin
landsstýrismaður,
má hann samstundis leggja
frá sær bæði tingsess og bý
ráðssess í Tórshavnar býráð.
Í hansara stað í Løgtingi
num er Djóni Nolsøe Joensen
komin. Hann misti fasta sæti,
sum hann hevði fyri Henrik
Old 1. oktober.
Næst á listanum hjá Javn
aðarflokkinum til býráðsvalið
í Havn er Bjørg Dam, sum tí nú
fær fast sæti, so leingi Heðin
Mortensen er í farloyvi. Og av
tí at hann biðjur um farloyvi
í longri enn tríggjar mánaðir,
so tekur hon eisini við nevnd
arsessunum,
sum
Heðin
Mortensen hevur. Eitt nú er
hann limur í fíggjarnevndini,
sum er politiskt sterkasta
nevndin í Tórshavnar býráð.
Javnaðarflokkurin hevur
fimm
fólk
í
Tórshavnar
býráð.
Tey
eru:
Heðin
Mortensen, 2.506 atkvøður.
Tróndur
Sigurðsson
676
atkvøður. Bjørghild Djurhuus
218 atkvøður. Helena Dam á
Neystabø 145 atkvøður. Halla
Samuelsen 143 atkvøður
Næst á listanum eru: Bjørg
Dam 137 atkvøður og Odd
Færø 136 atkvøður. Bert ein
atkvøða var á muni millum
Bjørg Dam og Odd Færø. Og
tað merkir, at Bjørg Dam nú
fær fasta sessin hjá Heðini
Mortensen
í
Tórshavnar
býráð, meðan Odd Færø verð
ur 1. varalimur og tí helst fer
at møta í býráðnum av og á.
Løgtingsval verður áðrenn
næsta býráðsval, sum verður
í november í 2020. Um Heðin
Mortensen ikki heldur fram í
landsstýrinum, so tekur hann
uttan iva við býráðssessinum
aftur. Løgtingsval verður í
seinasta lagi 30. august næsta
ár.
Bjørg Dam verður
býráðslimur í Havn
Annika Olsen
332 atkvøður
Bergunn Kass
188 atkvøður
Bjørg Dam
137 atkvøður
Gunvør Balle
514 atkvøður
Halla Samuelsen
143 atkvøður
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Helena D. á Neysta
bø, 145 atkøvður
Marin Katrina Frý
dal, 468 atkøvður
Bjørghild Djurhuus
218 atkvøður
Turið Horn
385 atkvøður
Tróndur Sigurðsson
676 aktøvður
Jákup Dam
417 atkvøður
Annfinn Brekkstein
366 atkvøður
Bogi Andreasen
303 atkvøður