Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 21. NOVEMBER 2018 · NR. 135 Sosialurin 30 BLACK FRIDAY GER EIN GÓÐAN HANDIL HJÁ TELDUTÆNASTUNI ELDING VÆNTAR EIN HÓP AV FÓLKI KEYP EIN KØK FYRI HÁLVAN PRÍS - Tá vit hondbyggja eina teldu til gaming, leita vit fyrst á netinum og lesa um lutir, sum eru umtóktir og klára seg væl í spølum, sigur Høgni Thomsen T elduTænastan á Stara­ vegi 5 í Havn fer á Black Friday-degnum eitt nú at lata 20 prosent av­ sláttur á farteldum við til­ hoyri, tó ikki á Apple-teldum. - Vit fara eisini at selja nógv­ar aðrar vørur við av­ sláttri, eitt nú útgerð til tað vit rópa “gaming”, ið serliga ung­dómur spyr eftir. Høgni Thomsen sigur, at tað, sum TelduTænastan ger serstakt, og sum eingin ann­ar í Føroyum ger, er, at tey sjálvi byggja teldur til gaming. - Vit fara eisini at gera nøk­ur serlig modell júst til Black Friday, og her verður høvi at keypa sær eina góða gaming-teldu fyri ein sámu­ lig­an prís. Høgni Thomsen sigur, at tá ein slík telda verður bygd, leita tey fyrst á netinum og lesa um lutir, sum eru um­tóktir og klára seg væl í spølum. - Vit velja nakrar ávísar lutir, sum vit keypa heim og byggja síðan telduna til gam­ ing frá botni av, sigur hann. TelduTænastan vænt­ ar nógv fólk inn á gólvið fríggja­dagin, og Høgni Thom­sen sigur, at við­skifta­ fólk heilt avgjørt fáa møgu­ leik­an at gera nógv góð keyp á Staravegi 5 í Havn. vilmund@sosialurin.fo  - Vit fara at hava nógv sera góð tilboð fríggjadagin, og her verða vørur seldar fyri avsláttur heilt uppí 70 prosent, sigur handilsleiðarin L evi E. Winther, handils­ stjóri í Elding, sig­ur, at tey fara at halda Black Friday bæði í handl­in­ um á Hoyvíksvegi 65 – og á Stanga­vegi 8 í Klaks­vík, har Eld­ing hevur sínar handl­ar. - Vit senda eitt tilboðsblað út hósdagin við nógvum góð­ um tilboðum, sum sjálvsagt verða galdandi Black Friday. Umframt fysisku handlarnar í Havn og Klaksvík, hava vit eisini nethandil, sum merkir, at fólk – eisini tey, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hava møguleikan at koma fríggja­dagin – kunnu sita á net­inum og soleiðis verða við í kapp­ingini um vørurnar. Í net­handlinum er eisini tjatt- møgu­leiki, vísir hann á. Handilsleiðarin sigur, at tað eru fólk hjá Elding, sum alla tíðina veita við­skifta­ fólki tænastur í samband við nethandilin, og nú Black Fri­ day stundar til, verða tey enn betur mannaði, bæði í handl­ unum, nethandlinum og á goymsluni – alt fyri at veita við­skiftafólkunum eina so góða tænastu sum gjørligt. - Vit kunnu siga, at net­ hand­ilin ger tað møguligt hjá viðskiftafólki eitt nú í Suð­uroy at standa í somu røð, sum onnur, ið bíða eftir tørni í fysisku handlinum, og vit tryggja altíð 24 tímar lev­ering kring alt landið van­ ligar yrkadagar. Levi E. Winther sigur, at Elding fer at hava nógv sera góð tilboð fríggjadagin, og her verða ávísar vørur seldar fyri avsláttur heilt uppí 70 pro­sent. - Vit fara at geva av­sláttur á sjónvørp, teldur, far­tele­ fon­inir, hvítvørur, smá el-tól og á nógvum ymiskum vør­ um. Handilsleiðarin væntar ein hóp av fólki á gátt, bæði í Havn og Klaksvík, fríggja­ dag­in, og hann væntar, at tað eisini verður rættiligt lív í nethandlinum henda dagin, Black Friday. vilmund@sosialurin.fo - Vit hava ein hóp av baðirúmsmøblum, køkum og hvítvørum, og vit fara at lata heilt upp í 50 prosent avsláttur á ávísum vørum, sigur Dánjal Petersen hjá Uno í Smiðjugerði í Havn H andilin Uno í Smiðju­ gerði 6 í Havn hev­ ur eitt stórt úr­val av baðirúmsmøblum, køk­ um og hvítvørum, eitt nú køliskápum, upp­vaski­mask­ in­um, vaskimaskinum og turki­trumlum – fyri at nevna nakr­ar av vørunum úr rúgv­ uni. - Á Black Friday lata vit upp sum vanligt klokkan 10, og vit fara at hava opið til klokkan 17.30. Vit vænta nógv viðskiftafólk heilt frá morgunstundini av, tí sjálv­ sagt vilja fólk, sum tørva vør­urnar, ið vit selja, gera eitt gott keyp, nú høvi býðst. Dánjal Petersen vísir á, at Uno fer at lata stóran av­ slátt­ur á nógvum ymiskum vør­um, og eitt nú fara tey eisini at selja fýra fram­sýn­ ing­arkøkar, harav onkur fer fyri bert hálvan prís. - Vitjandi kunnu vænta, at avsláttrarstigini á okkara vør­um henda dagin verða alt úr 20 prosentum og upp í 50 pro­sent. Hann sigur, at øll tilboð á Black Friday verða galdandi heilt frá morgunstundini av, og Dánjal Petersen veit eis­ini at siga, at inni í handl­ in­um, nú stóri avsláttr­ar­dag­ urin nærkast, standa eini 35 ymisk sløg av baði­rúms­ møbl­um. - So, her er nógv at velja ímill­um í handlinum hjá okk­ um í Smiðjugerði 6 í Havn. Vit kunnu leggja aftrat, at Uno eisini hevur eitt stórt úr­val av súkklum. vilmund@sosialurin.fo - Vit eru tey einastu í Føroyum, sum hondbyggja teldur til gaming, og vit fara eisini at hava nakrar nýbygdar teldur á Black Friday-degnum, sigur Høgni Thomsen - Hvørja ferð, vit hava verið við í Black Friday, hevur verið rokan av fólki, og vit vænta ikki minni fólk fríggjadagin, sigur Levi E. Winther, handilsleiðari í Elding