týsdagur 20. november 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2018 · Nr. 135
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á
spurningar um lestur her í Sosialinum.
Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni
við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu
viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða
fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella
uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving,
verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar
um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar
Holger tær her í Sosialinum.
10 ÁRA SAMSTARVIÐ MILLUM BALTALOND
OG NORÐURLOND HEVUR EYDNAST VÆL
SPURNARSÍÐAN
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Seinastu 10 árini eru Estland,
Lettland og Litava vorðin javnir
partar av Nordplus, og hetta
gleðir Dagfinn Høybråten,
aðalskrivara í Norðurlendska
Ráðharraráðnum og Norður
landaráðnum. Hann metir Nord
plus at vera nakað av tí mest
fólksliga í norðurlendskum sam
starvi og baltar í sínum lag - teir
hava tikið Nordplus til sín
“Vit fingu at vita, at Nordplus var bygt á síná
millum álit, og eg kann vátta – at tað er tað!
Har er einki óneyðugt bureaukrati, og skúlar
og fróðskaparsetur okkara hava tikið væl í móti
hesum møguleikanum.” Hesi orðini eigur Anne
Hütt, leiðari á útbúgvingarskrivstovuni Education
Agency í Archimedes-grunninum, sum umsitur
Nordplus í Estlandi. Hon leggur skundisliga aftrat,
at tey sjálvandi hava eftirlit við búskapinum. Tað
serstaka er, at her finst einki óneyðugt eftirlit.
Nordplus-samstarvið við tey trý baltisku
londini byrjaði í 2008.
“Heimurin kring okkum broytist, og tí gerst
norðurlendska/baltiska samstarvið meiri aktuelt.
Í Norðurlandaráðnum leggja vit størri dent á hetta
samstarv nú enn fyri fáum árum síðani,” sigur
Dagfinn Høybråten.
Anne Hütt og Dagfinn Høybråten leggja
bæði dent á felagssøguna og landafrøðina, sum
er natúrligur gróðrarbotnur fyri samstarvi.
Arbeiðsmegi kann nú flyta ótarnað millum hesar
tjóðir og grundað á, at londini liggja so tøtt, so eiga
fólkini at kenna mentan, mál, søgu og lívskor hvør
hjá øðrum.
Kennskapur veitir vinaløg
“Takkað verið Nordplus so samstarva vit meiri nú
við Norðurlond - og Baltalond við. Bondini okkara
millum eru vorðin sterkari,” sigur Anne Hütt.
Māra Katvare er serfrøðingur í Útbúgvingar-
og vísindaráðnum í Lettlandi og er ikki hvør
sum helst. Hon varð við, tá samstarvið kom í lag
– ja, eisini innan tað. Skyldfólk hennara høvdu
sambond í Vesturheiminum, og onkursvegna
fekk
hon
námsstyrk
frá
Norðurlendska
Ráðharraráðnum, innan Lettland fekk sjálvstýri.
“Hetta var av sonnum ein søgulig tíð fyri meg.
Eg fekk ein frálíkan møguleika, og 16. august í
1991 fór eg úr Riga á ferð til Keypmannahavnar
– og har frætti eg, hvat fór fram í Moskva! Og
tríggjar mánaðir seinni vendi eg aftur til eitt frælst
Lettland,“ sigur hon.
Í dag situr hon í Ráðnum fyri Nordpluskráir,
hiðani hon kann eygleiða ávirkanina, sum baltiska/
norðurlendska samstarvið hevur á Lettland.
“Nordplus veitir smáum stovnum og fyritøkum
góðar og positivar hættir at fara undir altjóða
samstarv. Ofta er ein Nordplus-verkætlan tann
fyrsta altjóða verkætlanin barnagarðar ella skúlar
at fara undir , “ greiðir hon frá.
Sum tíðin er liðin, er ein frymil mentur, sum
riggar, og tað er neyðugt, tí hvørt ár eru fleiri
enn 10.000 fólk við í ymsum verkætlanum –
børn í barnagørðum, skúlanæmingar, lesandi,
undirvísarar, NGO’arar, vaksin á eftirútbúgvingum,
fyritøkur o.o., og tey koma úr øllum norðurlondum,
teimum trimum sjálvstýrandi økjunum Álandi,
Føroyum og Grønlandi og úr teimum trimum
baltisku londunum.
Fígging og eftirmeting
Dagfinn Høybråten, sum hevur verið aðalskrivari
í skjótt fimm ár, sigur, at tað eru tað tvey ting,
sum hava stóran týdning: Eftirmetingin hjá
luttakarunum og fíggingin.
“Nordplus hevur heilt víst gjørt mun hjá
einstaklingum, og tað er frálíkt. Hvørt ár leggjast
nýggir luttakarar aftrat, sum kunnu skifta orð um
royndir og gera brúk av teimum í gerandisdegnum
– hetta góða samstarvið breiðir seg sum ringar í
vatninum.” sigur hann.
Síðani 2008 hava tey trý baltisku londini verið
fullgildir limir í Nordplus við somu rættindum
sum Norðurlond hava.
“Á útbúgvingarøkinum er samstarvið millum
Baltalond og Norðurlond væl rótfest. Heilt ítøkiliga
er fíggingin býtt javnt millum londini, og vit gera
miðvísar eftirmetingar, sum vísa, at Nordplus er
ein tann mest fólksliga verkætlanin, ið finst,” sigur
Dagfinn Høybråten.
“Í Nordplus skifta fólk orð um góðar royndir,
tey læra mál og mentanir, men vanliga er eisini ein
hópur aftrat. Tað er tó fjalt, tað sæst ikki so væl,
men virði verða flutt gjøgnum tætta samstarvið,”
sigur Žana Orlova.
Nordplus virkar jú á tveimum stigum, greiðir
hon frá – á stovnsstigi og á persónligum stigi. Tað
seinna stigið er torførast at meta um.
“Um tú leggur orku í at ávirka fólk, verður
ávirkanin verandi leingi í teimum,” sigur hon.
Í Litava hava fleiri enn 300 skúlar/fróðskapar
setur seinastu 10 árini skipað fyri verkætlanum við
luttakarum úr minst tveimum londum – og nakrar
verkætlanir hava havt upp aftur fleiri luttakarar.
Onkrar verkætlanir hava havt fleiri hundrað
luttakarar, aðrar hava bert havt 10 – 20 luttakarar.
Niðurstøða:
Nordplus stuðlar verkætlanum innan útbúgving,
miðlan av vitan og netverksarbeiði millum barna
garðar, skúlar, universitet og NGO’arar (sjálvbodin
arbeiðsmegi/”non-governmental organization”) í
Norðurlondum og Baltalondum.
Nordplus er ein tann størsti bólkurin undir
Norðurlendska Ráðharraráðnum og fær hvørt ár
umleið 75 mió. DKK til ymisk netverk, til menn
ingarverkætlanir og til flytførisvirksemi. Upp
hæddin verður goldin eftir støddini á landinum
og eftir ásettum normtali.
Hvørt ár:
•
fær Nordplus fleiri enn 650 umsóknir
•
verður søkt um 2-3 ferðirnar tøku upphæddina
•
taka umleið 3.650 útbúgvingarstovnar og
felagsskapir lut og helvtin teirra eru nýggir
luttakarar
•
eru umleið 8.500 fólk í skiftislestri ella í
skiftisstørvum
Keldur og fleiri upplýsingar um komandi umsóknar
freist til Nordplus 1.2.2019:
https://www.nordplusonline.org/
Kunningarfundir um Nordplus skipanirnar og
umsóknartilgongdina verður fyri øllum áhugaðum
á miðnámskúlanum á Kambsdali, mikudagin
28. novembur frá kl. 15.15 til kl. 17.00 og á Altjóða
Skrivstovuni (J. C. Svabos gøta 14) hósdagin 29.
novembur frá kl. 15.00 til kl. 16.30. Tiltakið á Altjóða
Skrivstovuni verður stroymað.
Minnast skal eisini á at komandi umsóknarfreist er
fríggjadagin 1.2.2019
Nordplus