hósdagur 22. november 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
– Um vit øll gera okkara at hjálpa
Sambært bæði løgregluni og Martini
Kúrberg, leiðara á viðgerðarstovninum
Frælsinum á Eiði, so florerar við rús
evnum í Føroyum í hesum døgum.
Hetta er sjálvandi harmatíðindi, tí
tað er als ikki neyðugt, at so nógv ólóg
lig rúsevni floyma inn yvir landið. Um
vit tóku okkum saman, so komu vit
hesum trupulleikanum til lívs – ella um
ikki til lívs, so høvdu vit kunna gjørt
hann nógv minni, enn hann er.
Vit eru eitt lítið samfelag, har øll
kenna øll. Vit royna at vera ógvuliga til
vitað, tá tað snýr seg um vanrøkt og
misnýtslu av børnum, sum eisini er
sjálvsagt. Har tosa vit javnan um frá
boðanarskyldu hjá øllum og skerpaða
fráboðanarskyldu hjá ávísum starvs
bólkum. Á sama hátt kunnu vit gera við
rúsevnismisnýtslu. Tað er púra vist, at
nógv kenna bakmenninar, sum fylla
ungdómin við rúsevnum.
Um øll, sum vita, søgdu løgregluni
frá og soleiðis nýttu sína sjálvsagdu frá
boðanarskyldu at siga frá lógarbroti, so
høvdu vit komið longur á leið. Um tað
so er sonur grannan, so sigið frá kortini.
Vit hava fyrr her í blaðnum víst á, at
fólk í høgum álitsstørvum í landinum
eisini eru kend í rúsevnaumhvørvinum
í Føroyum. Men heldur enn at taka
lógvatak, so sóu vit fleiri fjølmiðlafólk
fara í beinleiðis verjustøðu fyri viðkom
andi lyklapersón, tí talan bara var um
óndar lygusøgur frá Sosialinum. So týp
iskt. Bara at sláa trupulleikan upp í
glens heldur enn at gera nakað við
hann, taka hann upp við rótini. Og
sjálvandi eru tað persónar við ávirkan,
sum gera tað so trupult at finna rótina
trupulleikan.
Tað hevur sjálvandi týdning at
steðga rúsevnissmuglingini, áðrenn
rúsevni vera eins nátúrlig og rúsdrekka.
Og áðrenn framleiðararnir vera líka
snildir, sum rúsdrekkaframleiðarar,
sum framleiða rúsdrekka, sum beinleið
is er ætlað børnum. Spirtus við Ga-
Jolsmakki og hvat annað tey kunnu
finna uppá.
Vit eru hysterisk, tá tað kemur til
tubbak. Vit eru ov líkasal, tá tað kemur
til rúsdrekka. Latið okkum ikki gera
størsta feilin av øllum við at lata rús
evni gjøgnumsúrga samfelagið.
Vit kunnu steðga rúsevnunum
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
23. NOVEMBER 2018
Tjóðsavnið gevur í hesum døgum út bókina
Skónir í Føroyum. Tað er Anna Maria Fosaa sála,
sum hevur skrivað bókina. Anna Maria var
plantufrøðingur og starvaðist síðani 1996 á
Føroya Náttúrugripasavni, sum nú er partur av
Tjóðsavninum. Hon hevur altíð havt stóran
áhuga fyri skónum, og hennara serritgerð til
master prógvið í 1987 var um skónir í Føroyum.
Sum aðrir føroyskir granskarar mátti hon
arbeiða innan nógv ymiskt øki. Hennara
doktararitgerð í 2003 var um plantuvøkstur á
føroysku fjøllunum við serligum atliti at
veðurlagsbroytingunum.
Hóast hetta fjølbroytta virksemi var áhugin
fyri skónum tó framvegis líka stórur, og tí fór
Anna Maria fyri nøkrum árum síðani undir at
fyrireika eina bók um evnið.
Í bókini verður kunnað um ein part av
okkara náttúru, sum flestu føroyingar munnu
hava sæð túsund ferðir, men sum fáur man
hava hugsað nógv meira um. Bókin er úr góðum
tilfari, soleiðis at hon er løtt av hava sum eina
hondbók við sær út í náttúruna. Í bókini er fyrst
ein almenn lýsing av skónum og hvar tær eru at
finna í føroysku náttúruni. Síðan verða næstan
hundrað úrvald føroysk sløg av skónum lýst við
teksti og myndum. Aftast í bókini eru yvirlit
yvir skrásettar skónir, føroysk heiti og heimildir.
Grunnurin Føroya Náttúra-Føroya Skúli
hevur stuðlað bókaútgávuni. Í sambandi við
útgávuna skipar Tjóðsavnið fyri móttøku í
Brekkutúni 6 hósdagin kl. 16, har øll eru
vælkomin.
Nýggj bók frá
Tjóðsavninum
ANNA MARIA FOSSAA
Av Landavegnum
til Kanada
Siðsøga síða 22-23
Dómur yvir
deyðan mann
Nøvn síða 24-25
Viðmerking til sendingina Credo í Kringvarpi
Føroya sunnumorgunin 4. november 2018.
Theodor Dam Olsen, prestur, segði við
endan av sendingini hesi orð:
»Kristindómurin sigur, at tey deyðu eru í
góðum hondum«.
Men so er als ikki. Tú tekur stórliga feil,
góði Theodor Dam Olsen. Hin sanni Krist
indómurin, Kristindómurin í Heilaga Anda
Guds, sigur greitt, at tey sum deyð eru í
Kristusi, eru í góðum hondum, tí at tey trúðu
á Kristus Jesus til frelsu longu her í lívinum.
Tey fagnaðu Kristusi sum teirra Frelsara og
Harra, og livdu lív teirra í lívssamfelagi við
Harran. Men tey, sum doyggja uttan Kristus,
koma at misfarast í allar ævir, fara æviga
fortapt, ella glatast æviga - tey innsigla teirra
æviga dóm.
Hetta er álvarsom tala um eina æviga
uppreisn til ævigt lív fyri tey frelstu, og
eina uppreisn til ævigan dóm fyri tey, sum
vraka náðitilboðið mikla, sum givið er í Kristi
Jesusi.
Máttu hesi fáu álvarsomu orð vakt sálir
upp til ikki at sigast undan eini avgerð, til
ævigan undirgang, men trúgva á Harran Jes
us Kristus, sálini til frelsu. (Heb. 10:39; Jóhs.
3:14-16, 36; Jóhs. 5:24-29; Dán. 12:2-3)
Land, land, land! Hoyr orð Harrans! (Jer.
22:29)
Á ættarlið, gev orðið Harrans gætur. (Jer.
2:31)
Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut
í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin
annar deyðin einki vald (Op. 20:6).
Jóannes Ismarson Joensen
Viðmerking til
Theodor Dam Olsen
– Ongin skal taka frælsið at fara út um
bøgarðarnar frá mær. Og slettis ikki for
maðurin í Norðoya fólkafloksfelag
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur