Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 136 28 RENÉ TOPPSKJÚTTI René Shaki Joensen skoraði ikki færri enn trý av teimum fimm málunum, sum vit fingu í Nations League. Hann skoraði til 2-0 á heimavølli móti Malta, og til 1-1 móti Kosovo somuleiðis á heimavølli. Hartil skoraði hann málið á Malta. Hini bæði málini skoraðu Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson – bæði móti Malta. TRÓNDUR ARGE – TA’QALI, MALTA S penningurin um Nations League kappingina er stórur, tá Malta kemur á vitjan á Tórs­vølli í september. Eitt av 16 teim­um lægst styrkismettu londu­num í Evropa vinnur eitt at­gongu­ merki til EM 2020. Ongantíð áður hava vit havt ein so góðan møguleika, at sleppa í dreyma­ land. Vit vunnu 3-1 og fóru til Koso­vo við dreyminum um, at eitt úrslit kundi byrta enn meira undir ultimativa dreymin. Men er júst tað Nations League bleiv fyri okkum – ein dreymur. Føroyskur fótbóltur flytur seg eitt fet fram á gangin, og onkun­tíð flyta vit okkum tvey fet fram. Staðfestingin eftir seks dystir í Nations League er tó, at hini flyta seg enn skjótari. Tey hava størri grundarlag, fíggjar­ ligu orku og brúka allar snildir. Vit fáa ikki tað besta burturúr okkara ráðvøru, vilja ikki ordi­ liga taka neyðugu stigini fyri at røkka elitu fótbólti og úrslitið er, at vit eru bara tvey stig betri enn Malta – og eins góðir á Ta’Qali leik­vøllinum. Aftur til tað vit kenna Undan dystinum á Malta skulu sárini frá 2-0 tapinum í Aserba­ djan lekjast. Lærdómurin er, at vit skulu spæla við fýra í verjuni. Tað kostar Odmari Færø plássið, meðan René Shaki Joensen kemur inn eftir leikbann. Lars Olsen ger eina broyting afturat í upp­stillingini, har 20 ára gamli Jákup L. Thomsen fær møgu­ leikan í álopinum, og er við fyri fyrstu ferð frá byrjan. Hóast hetta er ein venj­ingar­ kapping við einum stórum vinn­ingi, so vil fyrrverandi evropa­meistarin, Lars Olsen, ikki skifta ov nógv. Malta kann yvir­hála okkum í bólkinum, men vit kunnu eisini enda í sætta styrkisbólkinum til EM 2020 luta­kastið. Helst kennir lands­ liðs­venjarin seg eisini eitt sindur kroystan at fáa úrslit. -Sjálvandi kenni eg eitt ávíst trýst, men stóru vónirnar til lands­liðið koma av góðu gongd­ ini seinastu fimm árini. Tað er kredit til spælararnar, men tað er rætt, at vit eru stagneraðir eitt sindur seinasta árið, sigur Lars Olsen, eftir seinastu venjingina undan dystinum. Triðja broytingin í upp­still­ ingini kemur bara fáar minutt­ir fyri dystarbyrjan. Rógvi Bald­ vins­son fær ein fibur í høgra tjúkka í upphitingini, og má geva avboð. -Fyrst helt eg, at ein áskoðari kom inn á vøllin og sparkaði meg í tjúkkan. So hugdi eg afturum, men sá ongan. So spurdi eg René, um tað var hann sum sparkði meg. Tá skilti eg, at eg hevði fing­ið eina fibur, sigur Rógvi Baldvinsson. Í hansara stað kom Heini Vatnsdal. Dreymabyrjan Dysturin er bara tveir og ein hálvan minutt gamal, tá Gilli Rólantsson á øðrum sinni í hesi Nations League kappingini legg­ur innfyri til René Shaki Joen­sen, sum skorar. Evnini hjá René at koma tvísporandi í brotsteigin er nógv verd fyri før­oyskan landsliðsfótbólt. Hann lovaði undan dystinum, at gera ein jubilsenu úr teldu­ spæli­num ”Fortnite”. -Tað miseydnaðist, tí eg end­ aði við at gera tveir dansir í ein­ um, sigur René brosandi eftir dyst­in. Hann staðfestur eisini, at hann heldur fram í Grindavík, sum hevur fingið nýggjan venj­ ara. Revsaðir fyri gleðina Bara ein minutt seinni er 1-1. Royndi áleyparin, Michael Mif­ sud, sleppur aftur um verjuna hjá okkum og meddar til. Gunn­ar Nielsen bjargar í fyrstu atløgu, men Juan Corbolan fylg­ ir upp og smekkar bóltin inn við nærmastu stong. Føroyska verjan er ikki gram nokk at fáa vard fyri í aðru atløgu, meðan Gunn­ar Nielsen ikki er knappur nokk at koma niður til bóltin. -Hatta er bara so týpiskt fyri okk­um í hesi kappingini, sigur Hall­ur Hansson, sum somuleiðis er vónbrotin, men minnir sam­ stund­is á, at vit rukku málinum við javnleikinum. Í løtum eru maltesar vanda­ mikl­ir og vit fáa einu ferðina akkur­át eina stórutá á bóltin, áðr­enn Michael Mifsud blívur púra leysur. Í øðrum løtum eru vit omaná og vandamiklir. Tá Brandur Hendriksson finnur fótafestið á mið­vølli­num byrja vit at flyta bólt­in væl runt. Hesa løtuna hava vit eisini best spælda álopið í dystinum. Brandur spælir langt til Viljorm í vinstru. Hann leggur av til René og fær bóltin aftur á baklinjuni og leggur innfyri. Har kemur Sølvi Vatnhamar renn­ andi, men stútar bóltin framvið málinum. Lunkaður seinni hálvleikur Føroyska liðið hevur bóltin meir ein stóran part av seinna hálv­ leiki, men tað blívur næstan ongan­tíð vandamikið. Brandur hevur eitt gott langskot, meðan bæði Heini Vatnsdal og Odmar Færø hava stútarar eftir innlegg, sum eru nær við. Vit fáa tó ongantíð ordiliga fatur í dystinum. Innskiftararnir gera tað sum so gott, men megna ikki at seta seg á dystin. Móti endanum verður uppgávan, at halda javnleikin. Ein avgerð, sum ikki allir eru samdir í, og ein av­gerð sum ávirkar stemningin á áskoðarplássunum. Í løtuni er úrslitið ikki nokk. Vit vilja vinna, sjálvt um ein javn­leik­ur er nokk. Leita framvegis Eftir dystin er stemningurin lunkaður. Tað er um reppið, at Malta stjelur sigurin í evstu løtu, men vit fáa vart fyri. Tað er sum um, at Lars Olsen og landsliðið enn leita eftir røttu samansetingini. Vit hava ikki funnið avloysarnar fyri Fróða Benjaminsen, sum var sterki maðurin í hópinum, og Christian Lamhauge Holst, sum at kalla hvønn dyst tók ábyrgd við bóltinum. Tá so Jóan Símun Ed­mundsson heldur ikki er við, so restar nógv í spælinum, sum vit sóu móti Grikkalandi á sinni. Hetta er framvegis eitt lið í menn­ing og framtíðin sær bjørt út, men kanska verður tað ikki fyrr enn um nøkur ár, at vit koma síggja tað besta av onkr­ um av hesum spælarunum. Tað hava vit ikki til hesa Nations League kappingina. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Nations League: TÁ ÚRSLITIÐ IKKI ER NOKK FÓTBÓLTUR: Nations League Føroyska landsliðið fekk úrslitið, sum vit skuldu hava á Ta’Qali leikvøllnum á Malta, men gongdin seinastu tíð­ina ger, at javnleikurin ikki er nokk. Vit vilja hava meir, men tað er ein vandi fyri, at vit antin ikki trívast við bóltinum, ella at landsliðið ikki er búgvið enn