mánadagur 26. november 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2018 · Nr. 137
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 10-11
Deyður
makrelur í
Klaksvík
TÍÐINDI SÍÐA 10-11
Rak
upp á
Leynasand
Løgmaður er enn líka greiður sum
áður: Javnaðarflokkurin fer ikki í
samgongu við Fólkaflokkin eftir
næsta løgtingsval, sum í seinasta
lagi verður 30. august næsta ár. Tað
staðfesti hann í útvarpinum í gjár.
Harvið kunnu vit rokna við, at
vit fara at hava eitt slag av blokk
politikki árini framyvir eisini.
Tá vit tosa um blokkpolitikk, so
hugsa vit um viðurskiftini í hinum
Norðurlondunum, Danmark, Nor
eg og Svøríki, har tað altíð er greitt,
hvørjir møguleikar eru fyri stjórn
eftir eitt val. Fær vinstrivong
ur í Danmark meiriluta, so verð
ur javnaðarstjórn skipað. Verður
borgarligur meiriluti, so verður
ein vinstrastjórn skipað. Í Svøríki
er naggatódn í hesum døgum, tí tá
hvørki borgarligi ella vinstrivongur
vil hava nakað við Sverigesdem
okratarnar at gera, so er eingin
meiriluti.
Løgmaður hevur nú kritað ban
an upp soleiðis, at veljaran má velja
millum tveir partar – og tveir løg
menn. Veljið borgarligt og fáið Jørg
en Niclasen til løgmann, ella veljið
samgonguflokkarnar og fáið Aksel
V. Johannesen til løgmann.
Tað eru fleiri viðurskifti, sum
tala fyri, at tað var ein taktiskt røtt
avgerð hjá Akseli V. Johannesen at
útiloka Fólkaflokkin. Jóannes Eid
esgaard fekk mangan av at vita,
tí hann samstarvaði so nógv við
Fólkaflokkin. Hugsjónarliga ligg
ur Fólkaflokkurin langt frá Javn
aðarflokkinum, og tað eru tí nógv
javnaðarfólk, sum ikki ynskja at
samstarva við Fólkaflokkin. Tey
halda tað ikki vera rætt, at tey fáa
Fólkaflokkin í landsstýrið, tá tey
velja Javnaðarflokkin. Smart held
ur onkur, meðan onnur halda tað
vera óheppið.
Søguliga kunnu vit koritni stað
festa, at tað júst var í samstarvi
millum Javnaðarflokkin og Fólka
flokkin, at vit fingu skipanir sum
Arbeiðsloysisskipanina og Sam
haldsfasta. Tað var í samgonguni
millum Javnaðarflokkin og Fólka
flokkin frá 1991-1993.
Tjóðveldi fær ikki gjørt eins
og Javnaðarflokkurin og útilokað
Fólkaflokkin. Ger Tjóðveldi tað, so
viðganga tey, at fullveldi ikki er eitt
mál hjá flokkinum.
Sambandsflokkurin hevur ikki
fyri neyðini at útiloka nakran. Sam
starv við Tjóðveldi er tó illa hugs
andi. Nøkur sambandsfólk sam
starva fegin við Javnaðarflokkin,
onnur fegin við Fólkaflokkin. Tað
er ein spurningur, um Sambands
flokkurin velur ta konservativu
leiðina saman við Fólkaflokkinum
ella sosialliberalu leiðina, sum hann
kann hava saman við Javnaðar
flokkinum.
AKSEL: NEI TIL FÓLKAFLOKKIN
Fríggjadagin var hátíðarløta
í Kringvarpinum, tí fýra
starvsfólk høvdu 25, 30 og 40
ára starvsdag.
Mr.
News,
Johnsigurd
Johannesen, hevði 40 ára
starvsdag. Hann hevur ar
beitt við tíðindum í Útvarpi
Føroya og seinni í Sjónvarpi
Føroyar, áðrenn stovnarnir
vórðu lagdir saman í 2005.
Katrin Streymoy og Kári
Olsen á ment
anardeildini hjá
Kringvarpinum
høvdu 30 ára
starvsdag. Sig
rún
Brend
á
aktueltdeildini,
sum var burtur
stødd hendan
dagin, hevði 25
ára starvsdag.
125 ár í Kringvarpinum
Eitt val millum Aksel V.
Johannesen og Jørgen Niclasen
Úr myndasavninum hjá Sosialinum: Tveir
ungir journalistspírar á Sosialinum í sjeyti
árunum, Johnsigurd Johannesen og Jóhann
Mortensen. Johnsigurd byrjaði á Sosialinum
tíðliga í sjeytiárunum, tá Sosialurin húsaðist
á Heygsbreyt í Rabarbukvarterinum í Havn
Føroyska
Gunnvør
Dalsgaard og danska
Mette
Holm
hava
skrivað bókina »Højt
at flyve –EJ at falde«
Bókin er full av
lyklum. Tað eru men
talir lyklar, sum helst
fleiri
hava
saknað
til sínar egnu læstu
hurðar. Hvis man, sum
ørgrynni
av
kvinn
um, hevur striðst við
kærleika,
strandaðar
ætlanir
og
krevj
andi familjulív - og harum
framt heldur, at tilveran
ofta er strævin - so bankar
man kanska ikki upp á tær
røttu hurðarnar, ella fer inn
gjøgnum freistandi dyr, sum
ferð eftir ferð svíkja mentalt.
Bókin, sum er skrivað í
einum spennandi samstarvi
millum tvær sera ymiskar
kvinnur, psykologin Mette
Holm og ta føroysku TV-
kvinnuna Gunnvør Dals
gaard, kemur við djørvum
analyserandi uppskotum um
at VELJA heilt aðrar og holl
ari hurðar, sum kunnu latast
upp við egnari umhugsan.
Tær báðar vilja við hesi
erligu og lívsklóku samrøðu-
bók avdúka, hvat ið fær tær
til at lofta sær og standa
steyrrætt í lívinum, og tær
vilja brúka sínar egnu lívs
royndir sum fótafesti fyri
nógv onnur - við blíðum
ynskjum um, at tær soleiðis
kunnu inspirera, serliga aðr
ar kvinnur til at standa stál
settar, seigar og sterkar í sín
um lívi.
Gjøgnum avbera opin
skáraðar, sárbærar og skyn
samar samrøður, fortelja
tær um tað, sum er tungt
og strævið, og hvussu tær
av drúgvum royndum hava
funnið lyklarnar - hóast
allan andróður.
Nýggj bók: Højt at
flyve – ej at falde
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin