týsdagur 27. november 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Tað leikaðí hart á um vikuskiftið,
tá verkfallið hjá jarðarmøðrunum
harnaði, og øll undantøk vórðu
tikin aftur.
Tað er eyðsæð, at tað kunnu
standast vandastøður, tá ein so
týðandi starvsbólkur heldur seg
burtur av føðideildini, og tá er
einki løgið í, at Landssjúkrahúsið
fær sær hjálp aðrastaðni frá,
sjálvt um tað bæði kostar nógv
og er brot á verkfalsrættindi.
Hvat skuldi Landssjúkrahúsið
annars gjørt? Tað er eitt ómeta
liga hart stig av jarðmøðrunum
at taka, tá tær taka øll undantøk
aftur og rýma av arbeiðsplássi
num.
Hinvegin er tað heldur ikki
góð nokk skipan, at eingin til
búgving er í eini verkfalsstøðu.
Vit hava havt tríggjar slíka
støður seinasta árið: Sjúkrarøkt
arfrøðingarnir, pedagogarnir og
nú jarðarmøðurnar.
Tað var nógv umrøtt í sam
bandi við pedagogverkfallið, at
nú mátti ein skipan finnast, sum
skuldi verja veikastu borgararnar.
Sjálvandi skulu fólk sleppa at
vera í verkfalli, og sjálvandi skal
verkfalsrætturin virðast, men tó
er eitt mark. Tá fólk liggja hjálp
arleys, og tá lív er í vanda, so má
verkfalsrætturin víkja.
Sum vit vísa á í blaðnum í dag,
so lovaðu myndugleikarnir tá, at
hetta ikki skuldi endurtaka seg,
og, at ein loysn skuldi finnast,
so veikastu borgarar okkara ikki
komu í vanda.
Men eftir øllum at døma er
einki annað hent enn snakk.
Almannaverkið fekk uppgáv
una at gera eitt uppskot, sum
langt síðani er gjørt, men so er
ikki meira hent.
Í grannalondum hava tey
skipanir, at ein nevnd er sett at
gera av, hvørji undantøku kunnu
gevast í eini verkfalsstøðu. Tað
kundi verið ein loysn soleiðis,
at tað ikki verður talan um
beinleiðis vandastøðu, har tað
stendur um lív, tá naggatódn
kemur í lønarsamráðingar.
Hetta hevur einki at gera við
at skerja verkfalsrættin, men
at skipa viðurskifitni og at seta
trygdina í hásæti. Her er eitt at
gera hjá landsstýrinum, og tað
er at bróta upp ermar og fara
til arbeiðis. Tí hesar støðurnar
koma aftur, at sakleys fólk koma
beinleiðis í lívsvanda, tí at ávís
fakfeløg og Fíggjarmálaráðið ikki
duga nóg væl at semjast.
Hesaferð vóru tað barnakonur,
sum kundu verið í lívsvanda
Mugu hava skipað viður
skifti – eisini í verkfalsstøðu
BARNAKONUR Í LÍVSVANDA
Hetta
er ikki
nóg gott
EDVARD HEEN
SÍÐA 10-11
Træ
planting
gjørdist
tjóðarmál
UNI ARGE SÍÐA 16-17
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
skov
urin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Nú fer tað at verða nógv
lættari hjá føroyingum við
álvarsomu
lungnasjúkuni,
cystiskari fibrosu. Higartil
hava teir verið noyddur at
fara til Danmarkar eina ferð
um mánaðin, ella so, til kann
ingar, og tað kostar vanliga
tveir arbeiðsdagar.
Tacjana
Pressler,
yvir
lækni á Ríkissjúkrahúsinum
sigur við tíðindini hjá TV2 í
morgun, at ein avleiðing av at
tað er so tíðarkrevjandi, er, at
eftirlitið við øllum sjúkling
um við cystiskari fibrosu, er
ikki so gott, sum ynskiligt er.
Men nú er ein royndar
verkætlan við telemedisini
sett í verk, har sjúklingar
fáa eitt tól heim við, har teir
sjálvur máta, hvussu væl
lunguni virka, umframt at
teir máta blóðtrýst og ann
að. Upplýsingarnir verða so
tøppaðir inn á eina teldu, og
eina lítla løtu seinni hevur
yvirlæknin teir. Sjúklingur
og yvirlækni kunnu síðani
hava video viðtalu á telduni.
Tacjana Pressler sigur, at
enn eru ikki allir tekniskir
trupulleikar loystir, men tað
gongur fram á og teir eru við
at verða loystir. Og hon sig
ur, at tá ið alt virkar, sum tað
skal, fer tað eisini at bera til
at styrkja eftirlitið við sjúkl
ingum við cystiskari fibrosu,
tí tað verður nógv lættari við
tað, at tað ikki er so tíðar
krevjandi. Eisini sjúklingar í
Føroyum eru við í royndar
verkætlanini. Ein av teimum,
Ragnar Isaksen, sigur við
TV2, at tað er ein fantastiskur
lætti at sleppa undan at fara
til Danmarkar so ofta. Hann
plagdi vera í Danmark 10 – 12
ferðir um árið, men nú skal
hann bara til Danmarkar
fýra ferðir um árið.
Hann leggur eisini stóran
dent á, at tað er rættiliga
smittufyribyrgjandi, at hann
sleppur frá at fara í flogfar,
og á Ríkissjúkrahúsið so ofta.
Hetta merkir, at hereftir
skulu sjúklingar við cyst
iskari cibrosu, bara til Dan
markar fýra ferð um árið.
Tey siga harafturat, at sum
frá líður er endamálið eis
ini at bjóða øðrum sjúkling
abólkum sama møguleika.
Elektroniskar viðtalur veg
urin fram fyri heilt nógvar
sjúklingar, siga tey við TV2.
Lættari hjá føroyingum
við álvarsamari sjúku
Kári P. Højgaard, løgtings
maður,
hevur
landsstýr
ismannin í samferðslumál
um, um tað ikki ber til at gera
í Føroyum sum í Danmark,
har tey hava eina heimasíðu,
har tú kans sláa upp numm
arplátuna á einum bili og fáa
allar upplýsingarnar um bil
in.
Í Danmark eitur heima
síðan nummerplade.net, og
hon er almenn.
Men til tess er eingin lóg
arheimild í Føroyum, sigur
Heðin Mortensen í svarinum
til Kára P. Højgaard.
Hann sigur eisini, at tað
hevur verið roynt at fáa lóg
arheimildina, sum gevur at
gongd til akfarsskránna, men
tann royndin lukkaðist ikki í
løgtingum.
Í Danmark ber til at fara
inn á nummerplade.net og fáa
alla kunning um eitt akfar við
at upplýsa nummarplátuna
ella stellnummarið, sigur Kári
P. Højgaard.
Á heimasíðuni sæst mill
um annað, hvussu nógv skuld
er eftir í bilinum, um bilurin
hevur verið hýruvognur og
um sýn.
Tá eykalutir verða bílagdir
uttanlands, ella keyptir frá
øðrum enn bilaumboðnum,
er neyðugt at hava hesa vitan
fyri at fáa røttu lutirnar, sigur
Kári P. Højgaard.
– Hetta mátti verið smáting
fyri Heðin Mortensen. Sum
gamal
bilmekanikar,
veit
hann fullvæl, hvat hetta snýr
seg um, so orðna nú hattar
beinanvegin, Heðin, so verða
nógv fólk glað!
Orðna hasar numm
arpláturnar, Heðin
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Rættleiðing
Rætting Í greinini Ójavnin
blívur við at veksa, sum var
í Sosialinum í mánadagin,
vóru skeiv tøl upplýst fyri
2017. Í greinini bleiv Kristina
Háfoss,
landsstýriskvinna
í fíggjarmálum, endurgivin
fyri at siga, at ginitalið fyri
2017 var 23,3, meðan fimting
slutfallið fyri 2017 var 3,2. So
er ikki. Tølini, sum Kristina
Háfoss vísti til, vóru frá 2015.
Nýggjastu tølini eru sostatt
tey frá Hagstovuni fyri 2016,
sum siga, at ginitalið er 22,8,
meðan fimtingslutfallið er
3,1.