Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Óvanliga nógvur makrelur í føroyskum sjógvi í løtuni - Hetta er størstu makreltorvur, eg nakrantíð havi sæð, og eg vil pástanda, at talan er um fleiri hundrað túsund tons, sigur skiparin á Høgabergi, Høgni Hansen. Sosialurin hevur eisini skift orð við Kristian Martin Rasmussen, sum mánadagin kom aftur av feltinum við Christiani í Grótinum Vilmund Jacobsen Makrelur hevur verið stórt umrøðuevni í Føroyum seinnu árini og ikki minst stríðið um, hvør skal hava ágóðan av makrelinum hevur fylt nógv. Í gomlu avtaluni millum stranda­londini í makrelhøpi áttu Føroyar sløk fimm pro­ sent av heildarkvotuni, men eftir drúgvar samráðingar og togan aftur og fram, eydnaðist tað umsíðir føroyskum mynd­ ug­leikum at samráða seg fram til stívliga 12 prosent av heild­ arkvotuni. Tað er onkur, sum hevur sagt, at alt hevur verið á gosi um makrel, síðan Føroyar fingu alt hetta tilfeingi at ráða yvir. Ein høvuðsorsøkin til, at tað fyri fáum árum síðan eydn­ aðist Føroyum at fáa ein væl størri part av heildarkvotuni, var, at makrelurin í størri mun enn áður hevur havt beiti í før­ oyskum sjógvi – í størri nøgd­ um og yvir longri tíðarskeið enn áður hildið. Enn eitt argument Nú er so líkt til, at Føroyar aft­ ur hava fingið nýggj kort á hondina í komandi makrel­ sam­ráðingum millum stranda­ londini. Tað hevur ikki verið vanligt, at makrelur í størri nøgdum er í føroyskum sjógvi so seint um heystið. Hóast hetta, standa í løtuni stórar makreltorvur á Nóls­oyarbanka, og eitt nú Høga­berg sigldi í gjár av felt­ inum á triðja túr, har teir eisini fiskað við nót á leiðini. - Hetta er størstu makrel­ torvur, eg nakrantíð havi sæð, og eg vil pástanda, at talan er um fleiri hundrað túsund tons. Tað sigur skiparin á Høga­ bergi, Høgni Hansen, sum í gjár á veg aftur til lands av Nóls­oyarbanka, har teir eftir stutt­ari tíð hava fiskað nøkur tus­und tons av makreli. Hann heldur, at Havstovan átti at hugt upp á hetta og sent Magnus Heinason út á leið­ir­n­ ar, har makrelurin stendur. - Tað ræður jú um at hava tey góðu argumentini, og eg haldi avgjørt, at nógvi makr­el­ urin í føroyskum sjógvi í løtuni hálar í rætta endan í hesum sambandi, tí hetta hevur ikki verið vanligt. Skiparin á Høgabergi vísir á, at tá føroysku skipini onnur ár hava verið liðug við makrel­ kvot­una, verður av góðum grund­um ikki á sama hátt hugt kring havleiðirnar. Hetta er óvanligt Christian í Grótinum var á sein­asta túri eisini á Nóls­ oyarbanka, og hendan túrin var Kristian Martin Rasmus­ sen skipari. - Vit landaðu mánadagin eftir at hava gjørt eitt nótakast á 600 tons í einum kassa á Nólsoyarbanka, har bara er loyvt at fiska makrel við nót, og síðan fingu vit 300 tons í ein­um háli við trolinum uttan fyri kassan. Vit landaðu 600 tons í Fuglafirði, og restina av veiðini frystu vit sjálvir. Skiparin á Christiani í Grót­ inum sigur, at flestu skip sein­ astu tíðina hava verið á silda­ veiði, og tað hevur gingið rími­liga væl, tó at tað hevur verið langur vegur at sigla norð­ur og heim aftur úr altjóða sjógvi. - Eg vænti, at nú skipini fara avstað aftur, fara fleiri á makrel­veiði her sunnan fyri, sum makrelurin stendur í løt­ uni. Hetta sær rættiliga spenn­ andi út. Kristian Martin Rasmussen sigur, at tað hevur ikki verið vanligt at renna seg í so stórar makreltorvur í føroyskum sjógvi hesa tíðina av árinum. - Ætlanin hjá okkum var at fara í ES-sjógv at fiska makrel, men nú er ikki vist, at tað verð­ ur neyðugt. Vit hava 2000 tons eftir at fiska og um alt gongur, soleiðis sum tað sær út í løtuni, er væntandi, at vit kunnu fiska rest­ina av makrelkvotuni í før­ oyskum sjógvi, sigur skiparin. Góður makrelur Kristian Martin Rasmussen sig­ur, at makrelurin, teir fingu á Nólsoyarbanka á seinasta túri, lá um 350-400 gram stykki. - Hetta er góður fiskur, sum einki æti hevur í sær, og tí er vælegnaður, bæði til fram­ leiðslu og frystingar, leggur hann aftrat. Seinastu tíðina hevur Høgaberg fiskað nøkur túsund tons av makreli á Nólsoyarbanka, og tað er óvanligt hesa tíðina av árinum Her verður fiskað við nót, og tað eru nøkur hundrað tons í hvørjum kasti. Hetta er eitt nótakast hjá Høgabergi - Ætlanin hjá okkum var at fara í ES-sjógv at fiska makrel, men nú er ikki vist, at tað verður neyðugt, sigur Kristian Martin Rasmussen, sum var skipari á Christiani í Grótinum á seinasta túri