týsdagur 27. november 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2018 · Nr. 138
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Týsdagurin 27.11.2018 fer
at standa sum ein varði
í minninum hjá havn ar-
manninum Sverre Nols-
øe sum dagurin, tá ein av
hansara dreymum gjørd-
ist veruleiki.
Týsdagurin í hesi viku
var nevniliga dagurin, tá
teir 170 sølubúðirnar hjá
7-Eleven í Danmark al-
ment byrjaðu søluna av
SafeFriend.
Persónligi
alarm urin, ið skal hjálpa
fólk um, ið eru í neyð.
Tað sum byrjaði sum
ein tanki fyri fimtan ár-
um síðan, og sum síðan
ment ist so hvørt sum
hann læs allar syrgiligu
søgur nar um kvinnur, ið
vóru fyri likamligum og
kyns ligum harðskapi, er
nú veruleiki og til taks
fyri flest allar danskarar.
Tað er eisini ein fegin
og hugsanarsamur upp-
finn ari, ið vit fáa orð ið
á dagin áðrenn, at Safe-
Friend alment verður til
keyps í sølubúðum kring
Dan mark.
- Tað er ikki meira enn
eitt ár síðan, at eg sat
einsa mallur á Øre sund-
kollegi inum
og
menti
hetta hugskotið. Tá mátti
eg sannføra fólk hvønn
einasta dag um, at hetta
var tað rætta. Nú verður
tað selt sum ein fysisk
vøra í øllum 7-Eleven
handl um í ríkinum. Tað
er vilt og stuttligt at
hugsa sær, sigur ein errin
Sverre Nolsøe.
Tørvur á vøruni
At tað júst er samtakið av
7-Eleven handlum, ið fer
at selja SafeFriend, skal
ikki takast fyri givið. Tí
við at selja uppfinningina
hjá
havnarmanninum
brýt ur samtakið við sið-
venju.
- Higartil hevur 7-Elev-
en slett ikki selt elektron-
isk ar vørur, men teir hava
sæð, at tørvur er á hes ari
vøruni og síggja møgu-
leik arnir í tí. Tað merk ir
at SafeFriend nú kemur
út í allar 170 handl ar nar
hjá 7-Eleven í Dan mark,
sig ur føroyski upp finn-
arin.
Harumframt
hevur
sam takið eisini gingið við
til at broyta príspolitikkin
hjá handlunum. Higartil
hevur dýrasta vøran, ið
man kann keypa í einum
7-Eleven kosta 170 krónur,
men SafeFriend verður
nú selt fyri 349 krónur.
Tað er tvífalt kostnaðurin
av tí, ið var dýrasta vøran
frammanundan.
Eitt dreymasamstarv
At tað er júst 7-Eleven, ið
hev ur fingið rættindini
at selja SafeFriend í Dan-
mark er ikki av til vild.
Sverre Nolsøe fór nevni-
liga málrættað eftir sam-
taki num, tá hann enn var
í holt við menningina av
SafeFriend.
- Tað er kanska eitt
sind ur óføroyskt, men
vit ynsktu ikki at arbeiða
okkum upp frá botninum,
men fóru heldur eftir
at byrja á toppinum og
arbeiða okkum niðureftir.
So eg valdi at fara til
tann størsta og møtti við
mínum toymi á teirra
skrivstovu.
Hetta
var
áðrenn SafeFriend var
liðugt, so tað var sum
at selja skinnið áðrenn
bjørn in var skotin. Men
vit fingu handilin í hús og
sam starvið hevur riggað
væl, sigur hann.
Sverre Nolsøe dylur
heldur ikki fyri, at hann
er ser stakliga væl nøgdur
við, at tað er júst 7-Eleven,
ið nú selur vøruna hjá
hon um, tí tað merkir, at
van ligir danskarar hava
lætta atgongd til vøruna.
- Tann vanligi per són-
ur in á gøtuni skal ikki
hava nakran trupulleika
at fáa hendur á Safe-
Friend. 7-Eleven er á øll-
um torgum í Danmark,
tað er opið 24 tímar um
døgni ð og hyggur tú eftir
kunda skarðanum, so eru
teirra kundar tey somu,
ið vit royna at náa, sigur
føroyski uppfinnarin.
Umframt
at
Safe-
Friend verður lætt at fáa
hend ur á hjá tí vanliga
borgara num, so hevur
sam starvið við 7-Eleven
eisini nakrar spennandi
fram tíðarmøguleikar við
sær.
- 7-Eleven er um allan
heim. Um sølutølini eru
góð her í Danmark, so
skal man ikki útiloka,at
7-Eleven handlar í øðrum
lond um vísa áhuga fyri at
selja vøruna, sigur Sverre
Nolsøe.
Tíverri er tørvur
á SafeFriend
Hóast tað er dreymurin
hjá mongum at menna
eina vøru, ið kann enda
við at kasta eitt sindur av
vinn ingi av sær, leggur
Sverre Nolsøe dent á, at
hann einans hevur ment
SafeFriend, tí tørvur er á
tí.
- Hevði tað verið ein
vøra
á
marknaðinum,
ið eg helt var góð, kundi
loyst tørvin hjá fólki
og veitt eina persónliga
trygd, so hevði eg ikki
gjørt SafeFriend. Safe-
Friend er skapt av einum
tørvi, tí har er einki, ið
veit ir somu tænastu, sig-
ur hann.
Fyrstu
ferð
Sverre
Nols øe sjálvur varnaðist,
at tørvur var á einari
tæn astu, ið kundi senda
boð eftir hjálp, um okkurt
var áfatt, var í 2003, tá
hann arbeiddi í heima-
røkt ini í Valby í Danmark.
Ein sam starvsfelagi var
álopin, tá hann var til
arbeiðis, og hóast hann
ikki fekk nakran álvar-
saman løst, setti tað tank-
ar nar í gongd hjá føroy-
inginum.
- Eg fór til leiðaran
og spurdi, um tað ikki
var okkurt slag av tóli,
alar mi ella annað, ið vit
kundu hava á okkum, um
eitt hvørt var áfatt. Tá var
svar ið, at tað kostar ov
nógv og neyðuga tøknin
var ikki ment tá, minnist
hann aftur á.
Tankin mentist
Ungi
havnarmaðurin
gjør di ikki nakað meira
við tað tá, men javnan
kom tankin aftur til
hans ara. Tað var kortini
fyrst, tá hann flutti aftur
til Dan markar í 2010, at
hann byrjaði at spæla við
tankan at gera okkurt
sjálvur.
- Tá eg var fluttur nið-
ur, byrjaði eg at lesa allar
søgurnar
í
miðlunum
um kvinnur, ið eru fyri
harðskapi. Onkursvegna
rína hesar søgurnar ikki
altíð við okkum, men tí
einu ferðina eg læs eina
av hesum søgum, hugsaði
eg, at onkur mátti gera
okkurt, greiðir hann frá
og leggur afturat.
- Hagtølini fyri kvinn-
ur, ið hava verið úti fyri
kynsligum ella likam lig-
um harðskapi eru ófat-
andi høg. Mett verður, at
tað eru eini 47 prosent av
øllum donskum kvinnum,
ið antin hava upplivað
likam ligan ella kynsligan
harð skap. So tíverri er
tørvur á eini vøru sum
Safe Friend.
Tá hann so varnaðist,
at enn var eingin slík
vøra
á
marknaðinum,
av gjørdi hann sjálvur at
gera nakað við tað.
- Tá eg so fór í gongd
við SafeFriend í 2015 var
tað tí, at man var komin
har til, at tað loysti seg
at framleiða persónligar
alarmar og selja tað til ein
prís, ið vanlig fólk hava
ráð til, sigur hann.
Kappast í Keyp-
mannahavn
Fyrr í ár vann Sverre
Nols øe og SafeFriend før-
oyska partin av Creative
Business Cup og gav
tað atgongd til luttóku í
altjóða kappingini. Tann
kappingin verður í hes-
um døgum hildin í Keyp-
mannahavn, har Sverre
Nolsøe er staddur í løtuni.
Men hóast hann tek-
ur lut í eini kapping fyri
íverk setarar, so er Safe-
Friend hugskotið komi so
mikið langt nú, at hann
ongar trupulleikar hevur
at finna samstarvsfelagar
og íleggjarar. Ein teirra er
kendi danski íverksetin
Jesper Buch, ið hevur
veitt føroysku fyritøkuni
eina hjálpandi hond síðs-
tu mánaðirnar. Og tað
merk ist, at man hevur
stuðul in hjá einum av
navnframu persónunum
innan danskt vinnulív.
- Eg nýtist ikki at
leita eftir møguleikum,
tí hurðar lata seg sjálvar
upp fyri mær nú. Tað er
tí eg havi eina góða vøru
og stuðulin frá Jesper
Buch. So nógv ting lata
- ONKUR MÁTTI
GERA OKKURT
- Tá eg var fluttur niður, byrjaði eg at lesa allar søgurnar í miðlunum um kvinnur, ið eru fyri
harðskapi. Onkursvegna rína hesar søgurnar ikki altíð við okkum, men tí einu ferðina eg læs eina av
hesum søgum, hugsaði eg, at onkur mátti gera okkurt. Tað sigur føroyski uppfinnarin Sverre Nolsøe,
nú 7-Eleven er farið at selja persónliga alarmin SafeFriend í øllum 7-Eleven handlum í Danmark
- Tað er ikki meira
enn eitt ár síðan, at eg
sat einsamallur á Øre-
sund kollegiinum og
menti hetta hugskotið.
Tá mátti eg sannføra fólk
hvønn einasta dag um, at
hetta var tað rætta. Nú
verður tað selt sum ein
fys isk vøra í øllum
7-Eleven handlum í ríki-
num.
I