týsdagur 27. november 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Landsstýrið fyrireikar
stórmál til tingfundir
Sjálvt um ongir fundir eru í tinginum, so verða stórmál fyrireikað til seinastu tingfundirnar í ár
Árni Gregersen
Ongin fundur er í sjálvum
Løgtinginum
hesa
vikuna,
men tað vil ikki siga, at polit
iska arbeiðið liggur stilt.
Landsstýrið fyrireikar fleiri
stór mál, sum skulu viðgerast í
tinginum á seinastu fundun
um í hesum árinum – teir sum
verða hildnir í desember.
Fyrst og fremst er tað fíggj
arlógin fyri 2019. 1. viðgerð
hevur verið og júst nú verður
bíðað eftir nýggjastu inntøku
tølunum, sum skulu ligggja til
grund fyri metingunum fyri
næsta ár.
Tað er vanligt, at nýggjastu
tølini verða latin fíggjarmála
ráðnum her fyrst í desember
og so kemur fíggjarmálaráðið
við einum broytingaruppskoti
til fíggjarlógina.
Men fleiri onnur stór mál
eru. Løgmaður hevur boðað
frá, at um mánaðrskiftið kem
ur landsstýrið- og tað vil siga
landsstýriskvinnan
við
al
mannamálum – í tingið við
einum bústaðarpakka.
Bústaðrpakkin
skal
vera
grundarlagi undir ætlanini at
basa bústaðarneyðini í Føroy
um komandi árini.
Semja er í politisku skipan
ini um, at okkurt má gerast, nú
fólkatalið í Føroyum alsamt
hækkar.
Fiskivinnan
Aftur í ár fara viðurskiftini í
fiskivinnuni at fylla nógv í
politiska arbeiðnum.
Lógin um fyrisiting av sjó
feingi var samtykt fyri einum
ári síðani og í henni stendur, at
farið verður frá fiskidøgum
undir Føroyum til kvotaskip
an. Hetta er kortini útsett –
fyribils í eitt ár.
Tí arbeiðir fiskimálaráðið
av øllum alvi við at gera eina
skipan við fiskidøgum fyri
komandi ár. Spurningurin er
sjálvandi,
hvussu
nógvar
reguleringar verða lagdar inn í
skipanina og hvussu breið
semja fæst um tað.
Veiðugjøldini
eru
heldur
ikki avgreidd enn. Semja hevur
ikki verið í samgonguni um
gjøldini, so hóast málið leingi
hevur ligið í vinnunevndini, so
er málið ikki komið víðari enn.
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum
sigur,
at
málið flytir seg frameftir, men
enn er ikki komið á mál.
Og júst í hesum døgum fyri
reika almennu Føroyar seg til
seinastu avgerandi samráðing
anar við grannalondini um
fiskivinnu fyri næsta ár.
Íslandssáttmálin
Ein annar spurningur, sum
eisini er til viðgerðar í hesum
døgum, er Hoyvíkssáttmálin.
Hetta er ein sáttmáli um
millum annað handilsviður
skiftini millum Íslasnd og Før
oyar.
Í nógv ár hevur stórur part
ur av føroyskum vinnulívið
verið ónøgdur við sáttmálan.
Og tá ið lógin um sjófeingi
bleiv samtykt, stendur í har, at
íslendingar skulu taka seg úr
føroysku fiskivinnuni.
Hetta er í stríð við sáttmálan
og tí má hann annaðhvørt
broytast ella sigast upp.
Í morgin fer landsstýris
maðurin við uttanríkismálum,
Poul Michelsen, Framsókn, til
ráðførslu í uttanlandsnevndini
hjá
Løgtinginum,
um
júst
hetta mál.
Eftir øllum at døma er ikki
semja í politisku skipanini um
hvat skal gerast við sáttmálan
við Ísland. Íslendingar hava
higartil tí heldur ikki tikið tað í
fullum álvara, at føroyingar
tosa um at siga sáttmálan upp
ella broyta hann.
Skal sáttmálin sigast up, so
skal tað helst gerast í ár, tí
uppsagnartíðin er 12 mánaðir
frá einum 1.januar.
Spurningurin er tí, hvat
Løgtingsins uttanlandsnevnd
mælir til.
Føroyska vinnulívið hevur
síðani sáttmálin kom í gildi,
sagt, at íslendingar hava mun
andi størri fyrimun av sátt
málanum enn føroyingar.
Sjálv fíggjarlógin skal sam
tykkjast hesumegin 1.januar
og tingið hevur ætlanir um at
avgreiða lógin áðrenn hálvan
desember.
Skal tað eydnast, so skal alt
putlispælið ganga upp rættu
liga skjótt.