týsdagur 27. november 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. november 2018 · Nr. 138
INNSENT
Til Fíggjarmálaráðið
Tinganes
100 Tórshavn
Hoyringssvar til løgtings
mál nr. xx/2018: Uppskot
til løgtingslóg um broyt
ing
í
løgtingslóg
um
arbeiðsmarknaðareftir
lønargrunn (Betrað brøk
pensjón, frítøka, gjøld og
panting)
Gott og neyðugt at
betrað verður um brøk
pensjónina/útg jaldið,
sum fæst úr samhalds
fasta arbeiðsmarknaðar
eftirlønargrunninum
(AMEG).
Tikið
verður
undir við, at brøkpen
sjónin hjá AMEG verður
betra broytt og betra úr
1/40 upp í 1/15 fyri hvørt
ár, ein persónur hevur
búð í Føroyum, frá tí at
viðkomandi hevur búðí
í Føroyum frá tí , at við
komandi var 15 til ein er
67 ár.
Tað er tó ikki nøktandi,
at tað í uppskotinum
einans verður mælt til at
broyta og betra útgjaldið
í framtíðini. Løgtingslóg
um AMEG má somuleiðis
broytast, soleiðis at tey, ið
hava verið fyri mismuni
orsakað
av
lógarfeili,
sum kom í lóg um AMEG
við
løgtingslóg
nr.
36
frá 28. apríl 2009, tá tað
við lóg varð samtykt, at
persónar skulu hava búð
í Føroyum í 40 ár, meðan
ein var millum 15 og 67 ára
gamal. Hesin lógarfeilur/
lógáseting skerdi rættin
hjá nógvum pensjónistum,
sum høvdu fastan bústað
í Føroyum, at fáa fult
útgjald frá AMEG.
Teir persónar, ið hava
verið fyri órætti orsakað
av hesum lógarfeili frá
2009, eiga at fáa júst sama
útgjald, sum onnur, ið
hava havt fastan bústað
í Føroyum síðan 1991, tá
tað við løgtingslóg nr.
39 frá 7. mai 1991 varð
ásett, at persónar og
arbeiðsgevarar
skuldu
byrja at gjalda inn í ”Sam
haldsfasta” arbeiðsmark
naðareftirlønargrunnin.
Tískil verður heitt á
Fígg jarmálaráðið/løg
tingið at broyta løg
tingslóg um ”Samhalds
fasta” soleiðis at tey, ið
hava verið fyri mismuni
orsakað av nevnda lógar
feili, umsíður fáa útgjald
frá AMEG, sum tey av
røttum eiga at fáa, hetta
við afturvirkandi kraft.
Løgfrøðisliga er ongin
forðing fyri at løgtingið
kann samtykkja lóg, ið
gagnar einum bólki av
borgarum.
Mælt verður tí til, at
nýtt stk. 3 verður sett í § 3
í lóg um AMEG. Broyting
av lóg um AMEG, ið
rættar upp tann mismun,
sum uml. 200-300 pen
sjónistar hava verið fyri
síðan 1. juli 2009.
Mælt verður til niðan
fyri standandi nýtt stk. 3
verður sett í § 3, í løgtings
lóg nr. 39 frá 7. mai 1991
um
arbeiðsmarknaðar
eftirlønargrunn.
Tann, sum hevur havt
fastan bústað í Føroyum
síðan 1. mai 1991, hevur
rætt til fult útgjald frá
AMEG við afturvirkandi
kraft at rokna frá 1. juli
2009.
Eftirgjaldið
frá
AMEG verður útgoldið
eftir umsókn.
Viðmerkingar:
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7.
mai 1991 um ”Samhalds
fasta” varð ásett, at allir
persónar
við
føstum
bústaði í Føroyum og
arbeiðsgevarar
skulu
rinda ávíst gjald til ”Sam
haldsfasta” arbeiðsmark
naðareftirlønargrunnin.
Vit halda, at øll tey,
sum hava goldið inn í
”Samhaldsfasta”
síðan
byrjað varð at gjalda
inn í AMEG í 1991 sam
bært
løgtingslóg
um
”Samhaldsfasta”
eisini
høvdu rætt til at fáa fult
útgjald úr AMEG, tá tey
gjørdust 67 ár. Tískil eig
ur eftirlønin/AMEG-út
gjaldið hjá persónum,
sum hava havt fastan
bústað í Føroyum síðan
1991, tá lóg um inngjald
til AMEG varð samtykt og
sett í verk - og sum tískil
hava verið fyri mismuni
síðan 2009, at fáa AMEG-
útgjald sítt eftirregulerað
við afturvirkandi kraft.
Fáa
hesir
persónar
eftirgjald frá AMEG, fær
hetta positivt árin á lands
kassan. Eftirgjaldið frá
”Samhaldsfasta”
verð
ur at gjalda úr AMEG
grunninum og ikki úr
landskassanum. Tey, ið fáa
eftirgjald frá AMEG, skulu
gjalda skatt av útgoldnu
upphædd. Harvið vildu
bæði landskassin og kom
munurnar fingið fleiri inn
tøkur.
Í
sambandi
við
at
hetta lógaruppskot um
broyting
í
løgtingslóg
um AMEG (betrað brøk
pensjón, frítøka, gjøld og
panting) verður lagt fyri
løgtingið, verður heitt
á
Fíggjarnevndina,
at
umboð fyri undirritaðu
verða
innkallað
til
hoyringsfund saman við
Fíggjarnevndini.
Tórshavn, hin 22. november 2018
Vegna bólkin
Bozena Rasmussen
Gamli Vegur 4
188 Hoyvík
Jóna Jimenez
Ole Jensen
Anna Rasmussen
Holger Arnbjerg
Kirsten Brix
Kaare Pedersen
Anne Lise Winther
Hanne Jacobsen
Ingrid S. Henriksen
Peter Jacobsen
Vilja hava fult útgjald frá “Samhalds
fasta” – við afturvirkandi kraft
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á