Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Ein áhugaverdur spurningur, sum formaður Sambandsfloksins setti løg­ manni um donsk cpr-numm­ur til før­ oy­ing­ar. Og eitt áhugavert svar, sum løgmaður gav hon­um, at naggatódn kom í eftir at málið varð viðgjørt á landsstýrisfundi, tí løg­mað­ur tá kundi staðfesta, at semja var ikki um at geva øllum føroyingum í Før­oy­um administrativt cpr nummar og nem-id. Orsøkin til naggatódnina og ó­semj­ una í landsstýrinum var, at lands­stýr­is­ kvinn­an í heilsumálum, Sirið Stenberg, sum um­sit­ur mál­søkið, »ein­ans vildi rað­festa at fáa hesi við­ur­skifti upp á pláss inn­an heil­s­u­verk­ið og ikki fyri aðr­ar sam­fel­ags­bólk­ar«. Millum linjurnar í svarinum frá løg­ manni kunnu vit lesa, at hann vildi feg­ in lat­ið føroyingum í Føroyum danskt CPR-nummar og Nem-id fyri at gera tað lætt­ari hjá føroyskum og donsk­um mynd­ug­leik­um at fyr­i­sita skjúkr­a­við­ gerð og sjúkra­bøkur og gera tað høg­lig­ ari hjá lesandi at søkja um upptøku til út­búgving, bústað ella danskt tele­fon­ hald. Men løgmaður sleppur ikki, tí ein tjóð­veld­is­kona umsitur málsøkið og bara kann ganga við til at lata Cpr- numm­ar innan heilsuverkið, tí tað er hon noydd til. Vit eru í ríkisfelagsskapi við Dan­ mark. Tað eru vit, tí ein meiriluti av føroyingum vilja hava tað so. Vildu før­ oy­ing­ar ikki tað, so høvdu vit havt loyst frá Danmark. Sum danskir ríkisborgarar, so hava vit nøk­ur rættindi og nakrar møgu­lei­k­ ar, sum høvdu lætt nógv um hjá fleiri fólk­um. Sjálvandi skulu vit gera okkum dælt av slíkum møguleikum. Vit mugu halda uppat við hesum dan­in-er-fanin politikkinum, sum fyllir alt ov nógv hjá summum politikarum. Vit blíva hvørki meira ella minni donsk, fyri tað, um føroyingar, sum hava brúk fyri tí, kunnu fáa ein lættari máta at samskifta við danskar myndugleikar. Troyttandi við øllum hesum blokk­er­ andi minni­lutunum, sum vit hava í før­ oysk­um politikki. Onkur er ímóti sam­ kynd­um. Onk­ur ann­ar er í­móti fost­ur­tøku. Og ein er gud hjálpi okkum í­móti, at føroyingar skulu sleppa at sam­skifta lættari og einfaldari við dansk­ar mynd­ug­leik­ar! Løgmaður sleppur ikki fyri Tjóðveldi Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 30. NOVEMBER 2018 Triðja árið á rað, skipar Éc­o­n­o­ musée Før­oy­ar og Út­oyggj­a­fel­ ag­ið fyri Liv­andi til­feingi, har tað stend­ur øll­um í boði, at upp­liva sið­bund­ið hand­verk og list – sett upp, í ein­um spenn­andi og kre­a­tiv­um um­hvørvi í Perluni og Reinsaíinum – í mið­bý­num í Havn. Tiltakið byrjar fríggjadagin 30. nov­ember kl. 13 og endar sunnudagin 2. de­sem­ber kl. 19. ”Livandi Tilfeingi”, er liður í einari verk­ætl­ an, ið skal menna óítøkiliga ment­an­ar­arv før­oy­inga, sum í hesum føri er kunn­leik­in til før­oyskt siðbundið hand­verk. Smá verkstøð eru sett upp, og har koma hand­verkararnir at vísa sítt handverk fram. Her­undir eisini ymisk listahandverk. Har verð­ur dreyibonkur, essa, seym­i­maskina, hand­am­boð o.a., so vitjandi fáa inn­lit í fram­ferð­ar­hátt, teknikk og rávøru, men ikki minst, møg­u­leik­an at keypa sær vør­ur frá hand­verkarunum. Economusée er eitt konsept og eitt al­tjóða net­verk, ið hevur til endamál, at menna sið­bund­ið handverk, so tað gerast burð­ar­dygt, og kann skapa inntøkur og virk­semi í lok­al­sam­fel­ag­num, ikki minst í út­jað­ar­a­num. Hetta stuðla undir undir virk­semi hjá Út­oyggja­felagnum, og tí tekur felagið lut. Hesi hand­verk um­boðað: jarn-, træ- og grót, leir, tón­leikur, seym­ing, binding, brodering, horn, smúkk­ur, matur o.a. Livandi tilfeingi ÚTOYGGJAFELAGIÐ Lilly á Lava: Vættr­ ar­nir skuldu ikki skalast Siðsøga síða 20-21 Løgtingið varð sent heim fyri at bróta grundlógina Tíðargrein Bárður Larsen og Kristian Joensen Seinnapartin sunnudagin er árligi jóla­hugn­ in hjá Lions Club Tórshavn í Viðarlundini í Havn, og hesaferð fær Barnabati allan á­góð­ an frá tiltakinum Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í ad­vent, skipar Lions Club Tórshavn fyri jóla­hugna í Viðarlundini í Havn, sum verður seinna­partin frá klokkan 14 til 16.30. Hetta er til­tak, Lions Club hevur skipað fyri í ára­vís og sum fyri mong er byrjanin upp á jóla­sták­ an­ina. Sum altíð, er endamálið fyrst og fremst at fáa til vega pengar til eitt vælgerðarendamál, og í ár fer allur ágóðin til Barnabata, sum ger eitt stórt arbeiði fyri at stuðla fíggjarliga sperd­um barnafamiljum um jólini. Vónandi kann jólahugnin hjá Lions gera mun, eins og mong av hinum tiltøkunum, ið verða fyriskipað hesa tíðina, so pengarnir kunnu hjálpa barnafamiljum, ið ikki hava tað lætt fíggjarliga. Hugnaligu løtuna sunnudagin, sum er í hálv­an­triðja tíma, ber til at hjálpa Lions at hjálpa, tí har fáast jóladekoratiónir og annað at pynta við, umframt at kakao, mandarinir, sun­kist og annað gott fæst til keyps. Ljós og jólahugni seta sín dám á løtuna, tí Við­a­r­lundin og áin verða pyntað við ljós­ketum og øðrum. Eisini kemur Havnar Horn­or­kest­ur at spæla góðan jólatónleik, og jóla­menn­inir koma við onkrum góðum til bæði stór og serliga smá. Sum sagt, fer allur ágóðin av tiltakinum til Barn­abata, so umframt at njóta góðu løtuna og hugnan í Viðarlundini sunnudagin, ber til at lata eitt oyra til góða endamálið, Li­ons stuðlar hesaferð. Jólahugnin stuðlar Barnabata Sunnudagin skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga jólahugnanum í Viðarlundini í Havn, sum hesaferð skal hjálpa Barnabata at hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljum um jólini