Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. november 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 139 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðslumálum, hevur sett eina kanning í verk av byggimálinum við Glasi Føroyar eru farin trý pláss aftur á seinasta styrkilistanum hjá FIFA og eru nú nummar 98 Snarfrost í Miðvági hevur stovnað eitt nýtt felag, sum skal eiga skip og reka fiskarí. Talan er í fyrstu atløgu um skipið Katrin Jóhonnu, sum er keypt úr Noregi Mánadagin endaði verkfallið hjá ljósmøðrunum, tá partarnir blivu samd um trý ára sáttmála Mikudagin megnaði norðmaðurin Magnus Carlsen at verja sítt HM-heiti fyri triðju ferð, tá hann vann á Fabio Caruana Higartil hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, biðið løgtingið um 46 milliónir krónur til eykarokningar í samband við Glasir Glasir MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt átrokandi ábøtur mugu gerast í skjótast gjørligt á Glasi er samanlagda lønarhækkingin hjá ljósmøðrunum yvir 3 ár 21 8,475% Eykarokningar og vánaligt handverk hava gjørt, at miðnámsskúlin hevur verið í miðdeplinum síðstu vikuna. Eingin kann við vissu siga hvat endaligi kostnaðurin av skúlanum er, samstundis sum lærarar og næmingar klaga um ótolandi arbeiðsumstøður. Glasir merkir glæma, glitur, neisti, geisli, glansur ella líknandi. Tað er træið í Glasislund, sum er statt beint uttan fyri Valhøll, har gudar, kongar, hetjur og onnur, sum deyð eru í bardaga, búgva. Í Glasislund rennur áin Thun. Træið sjálvt er tiltikið og tað vakrasta av øllum og borið saman við Yggdrasil. Serliga kent eru leyvini, sum eru gylt/reyðgylt og sipar skaldsliga til gull. Sigst, at Glasir nú bjóðar fram skeið í glas-list Gul til stívt andøvsgul av eystri, sum snarar í ein útnyrðing og seinni av vestri, 5 til 10 m/s. Skiftandi samdrigin luft við æli. Um náttina upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s og samdrigið og stundum regn. Hitin um dagin millum 5 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 stig. Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðan, 5 til 10 m/s. Sólin sær, og einans nøkur fá æl, ið kunna vera krapi ella kavi. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 4 hitastig. Um náttina upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina snarar í ein útnyrðing og minkar niður í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skiftandi samdrigin luft við æli, ið kunnu vera krapi ella heglingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig. 5-10 m/s 5-10 m/s Eg minnist væl tann dagin, tá ið uppskotið til nýggja miðnámsskúlan var lagt fram í Norðurlandahúsinum. Sjálvur var eg ógvuliga hugtikin av tekningunum og helt eisini, at tað var rætt at leggja miðnámsskúlarnar saman í eina eind, so vitan var savnað á einum stað. Men eg minnist eisini, at vit vóru nøkur, sum eftir framløguna tosaðu um, hvussu vit mundu fara at megna at byggja ein slíkan skúla. Verkætlanin var løgd fram bert fáa á eftir tað, sum hendi á Heimasta Hornið og Undir Kongavarða á Argjum Hetta vóru byggiætlanir, sum vanligir handverksmeistarar fóru undir, men ikki megnaðu. Vónirnar til at almennu Føroyar megnaðu at stýra einari verkætlan eru so ruddiliga gjørdar til skammar. Vit kunnu enn einaferð staðfesta, at gerst eitt byggjarí størri enn eini vanlig Norðsetur-hús, so gongur okkurt galið. Ája! Meðán tað almenna brúkar pengar, sum ikki einisinni eru játtaðir, so er lív aftur komin í útróðurin. Teir ella tey sum hava hingið í seinastu árini, merkja av álvara í ár, at vend er komin í. Fiskur fæst kring allan landgrunnin og meðan tað vóru smærru trolbátarnir, sum fyrst fingu fisk, so er hann farin at taka húkin nú. Útróðrarbátarnir lata væl at. Teir hava upplivað besta heyst í mong ár.At tað gongur væl í útróðrinum hevur nógv at siga. Tað smittar við optimismu í lokalsamfeløgunum og vit vita at fiskurin av Føroya-grunnunum gevur nógv arbeið til onnur eisini. Og meðan vit tosa um fiskiskap, so tóku stóru makreltorvurnar eystanfyri á Nólsoyar- og Dandoyarbnakanum øll av bóli. Skiparar við drúgvum royndum siga, at teir ongantíð fyrr hava so nógvan makrel savnaðan. Tað stuttliga er, at makrelurin á okkara leiðum var als ikki væntandi nú. At hann er her nú ger, at vit helst megna at fiska kvotuna, vit hava ásett okkum í ár. Ája! Í tinginum gera tey klárt til endabrestin á árinum. Akkurát nú verður bíðað eftir seinastu nýggju tølunum frá fíggjarmálaráðnum. So er stórt sæð klárt at samtykja fíggarlógina – væl at merkja um politiskur vilji er til tess. Páll á Reynatúgvu, tingformaður, hevur sett út í kortið, at tingið fer í jólafrí tann 14.desember. Tað kann eisini henda, at tað eydnast í ár. Tingnevndirnar hava arbeitt við fullari ferð í seinastuni og royna at gera øll álit klár, men tað er kortini, sum tað allatíðina kemur okkurt nýtt afturat. Eykarokningarnar fyri Glasir gera sítt og tær hava prógvað fyri okkum føroyingum, at tess fleiri klók og vællønt hævd verða sett saman, tess verri er at finna nakran, sum vil taka ábyrgd av tí sum er hent. Skúladømi er Glasir, har trý landsstýrsfólk bedýra, at onki av tí sum er hent uttanfyri ætlanina, er teirra ábyrgd. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At arbeiðsloysið í Suðuroynni er minkað niður í eina helvt upp á eitt ár. Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið í Suðuroy 5,6 prosent, men nú er tað komið niður á 2,8 prosent, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. 5-10 m/s