Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. desember 2018 · Nr. 140 KJAK Er SEV á rættari kós? Annfinn Brekkstein býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu Fráboðanin hjá SEV um prís­hækk­ing­ ar fer ikki at skunda undir at leggja um frá olju til vind og náa grøna mál­ inum í 2030 - tvørturímóti. SEV ætlar at hækka elprísin við 18 oyrum komandi 2 árini - 10 oyru í 2019 og 8 oyru í 2020, altso miðal brúkarin skal gjalda einar 1.350 kr. meira um árið, íroknað mvg og fast gjald.  Prísvøksturin verður sostatt upp á heili 12,8% hesi 2 árini. Spurningurin er um hesar prís­ hækk­ingar eru nóg mikið at forsvara ella forrenta eina útbygging, sum kem­ur at kosta umleið 2,2 milliardir krónur, tá henda orkuverkætlan er fult útbygd. Hesar príshækkingar og óvissa kann hava við sær, at fólk steðga á við m.a. at fáa sær grønar orkuloysnir, tí elprísurin sær út til at hækka ótálma.  Fram til 2030 fer ikki at loysa seg fíggjarliga at leggja um til grøna orku, men heldur at halda fast við olju­fýr­ ingina, tí tað er bíligari at brenna svarta olju enn at skifta yvir til grøna orku. Hetta, sum hendir í SEV skundar ikki undir at leggja um frá olju til vind og náa grøna málinum í 2030 - nú er ein dempari og mótvilji lagdur á menn­ingina, sum vil nakað. Hví verja kommunurnar ikki SEV? Jákup Suni Lauritsen, fyrrverandi nevndarformaður í SEV Kommunurnar  - eigararnir tiga, með­ an mikrofonhaldarar lata grammar handilsmenn, sum vilja framat ogn­ unum hjá SEV, hegla okkara elfelag niður í royndunum at fáa fatur á fólksins elfelag, sum í veruleikanum eigur lívið í menningini av okkara samfelag Hví hava kommunurnar, eigararnir av SEV, onga rødd í almenna kjak­ inum, ið stendur upp fyri henda felags­skapin, sum í meira enn 70 ár hevur verið grundarlagið undir allari menning av føroyska samfelagnum.  Kommunurnar stovnaðu SEV,  men tú hoyrir ikki ein einasta borgar­ stjóra fara “all in” at verja borg, tá grammir, bæði heimligir og útlendskir oljusjeikar, í almenna rúminum royta okkara hønu, sum verpur gullegg, með­an hon enn er livandi.  Ringur fugl­ur drítur í egið reiður, verður van­ liga sagt um svikalig fólk, sum ikki hava rygg at standa ímóti, tá onnur lasta teirra t.d. upphav – ella í hesum førum teirra ogn. Um eigararnir sjálvir ikki eru sannførdir um fram­ tíð­ina hjá sínum egna barni, ja so stendur illa til hjá SEV. Felagsskapurin, sum hevur tryggjað orku til allan privatan og vinnu­ligan framburð í Føroyum, ja út til hvønn einasta borgara, yvir fjøll og sund, ja út í hvønn krók í landinum, sær út til at standa fyri falli. SEV hevur ongantíð havt nakran góðan í almennu pressuni, sum held­ ur mikrofonini fyri handils­monn­un­ um. Teir ætla sær inn á elmarknaðin at vinna pengar burtur úr okkara sam­haldsføstu elskipan, og tá kann eg siga tykkum, at prísurin fer upp.  Handilsmenninir vilja nevniliga tjena sína pengar frá stóru góðu kund­unum, meðan SEV so kann fáa restina – elnetið og koblingsstøðir, sum skulu flyta orkuna út til kund­ arnar hjá handilsmonnunum, og til útoyggjarnar, útjaðarin – ja, øll veikari øki í samfelagnum, sum í dag fáa trygga elveiting, júst tí vit hava eina sam­haldsfasta skipan. Veitingar­ skyld­an og veitingartrygdin hjá SEV hava øll árini tryggjað bæði vinnulívi og privatum streym í kontaktina døgnið runt, alt árið.  SEV brúkar allan vinningin til nýggja íløgur, so at vit framhaldandi kunnu menna okkara felags elskipan. Handilsmenninir hava ein heilt annan hugburð, teir vilja nevniliga tjena pengar, og tað eru pengar, sum vit ongantíð síggja aftur. Tað er nú løgið, at kommunur ikki verja sítt egna barn. Integrasjón, tungumál og fjølbroytni Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin Integrasjón merkir upprunaliga at savna fleiri partar í eina heild. Í samfelagshøpi brúka vit orðið fyri, at menniskju finna eitt felags stev í umhvørvinum, har tey liva. Og vit hava góðar møguleikar fyri væl eydn­ aðari integrasjón í okkara samfelag. Seinastu árini hevur talið av fólki, sum eru flutt til Føroya og sum koma frá londum uttan fyri Norðurlond, verið vaksandi. Í 2017 fingu 846 per­ sónar uppihaldsloyvi í Føroyum og av hesum fingu 71 varandi uppi­halds­ loyvi. Meginparturin av teimum, sum søkja um fyribils uppihald, koma í ar­ beiðsørindum, meðan varandi loyvi, serliga verða givin í sambandi við familjusameiningar. Og tað eru serliga hesi seinnu, sum eg eri áhugað í. Teimum, sum ynskja sær at verða ver­ andi í Føroyum. At gerast ein partur av sam­felagnum, og vónandi eisini at fjølga um samfelagið. Hava vit nóg góðar umstøður at taka ímóti hesum fólkum í dag? Ein kann til dømis spyrja seg sjálvan, um tað er nóg gott, at útlendingar, sum koma til Føroya, í alt ov lítlan mun fáa brúkt sína útbúgving. Er tað nóg gott, at útlendskir pápar og mammur, mugu liva í óvissu í fleiri mánaðir, áðrenn tey vita, um tey sleppa at búgva saman við børnum sínum? Er tað nóg gott, at hesi mugu bíða í mánaðir, tí at umsóknin um uppihaldsloyvi liggur í eini ovur­ stórari rúgvu av umsóknum á einum skrivaraborði í Danmark? Nei, skulu vit skapa fullgóðar um­ støð­ur fyri tey, ið velja Føroyar sum nýtt heimland og familjur teirra, mugu vit sjálvi fáa ræðið á økinum. Tað verð­ ur arbeitt við at yvirtaka økið, og tað fegnist eg um. Vónandi ber arbeiðið skjótt á mál, tí viðurskiftini í Føroyum og í Danmark eru so ymisk, at eg meti, at uppgávan verður loyst best í nær­ um­hvørvinum. Men hóast økið enn ikki er yvirtikið, so er tað einki, sum forðar okkum í, at arbeiða meiri málrættað við integra­ sjón. Bæði áðrenn og aftaná at økið er yvirtikið, eiga vit at gera alt tað vit kunnu, til tess at fáa tey, sum eru komin til landið, at trívast her. At læra tey málið, at virða vitan og eginleikar teirra og sum heild at savna partarnar í heildina. Ein týdningarmikil liður í arbeið­in­ um við góðari integrasjón er und­ir­vís­ ing í føroyskum. Herfyri setti eg Rig­ mor Dam, landsstýriskvinnu, ein fyri­spurning um hetta týdningarmikla økið. Rigmor Dam vísir í svari sínum millum annað á, at undirvísarar í før­ oysk­um fyri tilflytarar eru ørkymlaðir um, at tað ikki er møtiskylda, tí nógvir tilflytarar arbeiða nógv og ofta um kvøldið, og tí er ringt at raðfesta skúlagongdina. Møtiskylda er ein hátt­ ur at gera tað uppá, men vit eiga fyrst og fremst at birta hugin við at vísa á teir fyrimunir, sum standast av at duga málið. Tá allir partar ynskja at luttaka, skapa vit bestu karmarnar fyri úrslitum. Integrasjón er eitt felags mál, og tí haldi eg eisini, at vinna, ráð og borgarar eiga at taka felags lógvatøk um at røkka málinum. At til dømis Menta­ málaráðið og Uttanríkis- og Vinnu­ mála­ráðið í samráð við arbeiðsgevarar og tilflytarar finna útav, hvat skal til fyri skapa góðar møguleikar fyri at luttaka í føroyskt undirvísing kring alt landið. Eisini er neyðugt við skikkaðum undirvísarum og rætta tilfarinum til undirvísing. Vit eiga tí framhaldandi at arbeiða fyri, at integrasjónin, eisini undirvísing í føroyskum, skal eydnast. Og við væl eydnaðari integrasjón meti eg, at til­ flytingin við sínum fjølbroytni bara kann gagna føroyska samfelagnum. So fyrst og fremst i f