Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Veljarakanningin, sum vit kunn­ gjørdu her í blaðnum mándagin bend­ir á, at komandi løgtingsval verð­ur eitt val ímillum høgra og vinstra. Tá Fólkaflokkurin og Javn­að­ ar­flokk­urin verða javnt stór­ir við 8 ting­sessum hvør, með­an Sam­ bands­f­lokk­urin og Tjóðveldi verða mun­andi minni við 6 tingsessum hvør, so verður valdið at standa í­mill­um teir báðar politisku mót­ setn­ing­ar­nar, Fólkaflokkin og Javn­að­ar­flokkin. Sjálvandi er hetta bara ein kann­ing, sum skal takast við øllum teim­um fyrivarnum, sum slík kann skal takast við. Men hon er ein støð­umynd, sum kann geva okkum nakrar ábendingar. Fleiri kanningar hava víst, at Fólk­aflokkurin fer at ganga fram. Flokk­urin hevur verið eyðsýntur í sín­um kritikki av samgonguni. Tað er týðuligt, at flokkurin kann vinna upp á at vera ímóti øllum tí, sum samgongan ger. Sambandsflokkurin er kanska ikki so ósamdur við samgonguna, sum Fólkaflokkurin. Serliga ikki um, hvussu landsins virði og rík­i­ dømi skulu býtast millum fólkið. Tí stendur Fólkaflokkurin meira sum opp­onent­urin ímóti samgonguni. Hvussu er og ikki, so bendir úrs­ litið av kanningina á eina pol­ar­i­ sering í millum høgra og vinstra – í millum Fólkaflokkin og Javn­að­ar­ flokk­in. Sambært viðmerking hjá Høgna Hoydal á FM1 mánadagin, so hevur Tjóðveldi ikki hug at fara í sam­gongu við Fólkaflokkin enn. Tjóð­veldi kann ikki gera sum Javn­að­ar­flokkurin og avskriva Fólka­flokkin. Tí so nær flokkurin ong­an­tíð ultimativa málinum um full­veldi Føroyar. Spurningurin um ríkis­rætt­ar­ ligu støðuna er fánaður ómetaliga nógv, síðani Fólkaflokkurin og Tjóð­veldi stóðu øksl ímóti øksl at loysa Føroyar úr ríkis­fel­ags­sk­ap­ i­num fyri 17 árum síð­ani. Bárður Nielsen, formaður Sam­bands­floks­ ins, heldur eisini, at kanningin bend­ir á eina polarisering millum høgra og vinstra, sum skuggar fyri rík­is­rætt­arliga málinum. Í Fólkaflokkinum er tosið um full­veldi tagnað. Í Sjálvstýrinum er tos­ið um fullveldi eisini tagnað. Hó­ast tað ikki er tagnað í Tjóðveldi, so er tað ikki í fremstu røð. Gera vit upp sambært kanningini, so eru tað bara 8 fullveldistingfólk í Løgtinginum, um vit leggja saman Tjóð­veldi og Framsókn. Einki bendir á, at samstarvið í samgonguni er hótt av rík­is­ rætt­ar­liga málinum. Sambært kanningini, so er besta boðið ein borg­arlig samgonga við Jørgen Nicl­a­sen sum løgmanni og hinum andstøðuflokkum sum stuðlum. Ábendingar eru um, at eing­ in fullveldissamgona er í væntu TIL HØGRU ELLA TIL VINSTRU Klár við grøn­ ari orku til 6.000 húsarhald JÓHAN Í NIÐRISTOVU KJAK SÍÐA 22 Eldra­ økið fram til 2022 BERGUNN KASS KJAK SÍÐA 22 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Ólavur Hátún, sum andaðist stutt fyri ólavsøku, hevði ta ætlan at framføra megn­ar­ verkið Messias hjá G. F. Hän­ del í desember 2018. Ætl­anin var, at sangarar úr Havn­ar­ kórinum, Tarira og øðrum kór­um kring landið skuldu manna hetta úrvalda kór. Tó at Ólavur visti, hvønn veg tað bar við heilsustøðu síni, hevði hann tað ynski, at hend­an verkætlanin ikki skuldi av­lýsast, tó at hann slepti endanum. Tí varð avgjørt at fullføra hesa ætlan og framføra Mess­ ias Konsertinar. Tær verða som­u­leiðis heiðurskonsertir fyri merk­is­mannin innan før­oykst tónleikalív og ser­ liga kórsang, Ólav Hátún. Umframt at hava fram­ førslu í Vesturkirkjuni leyg­ ar­dagin 8. desember klokkan 16.00 verður eisini farið til Suð­ur­oyar við oratorinum. Tann framførslan verður í Salt sunnudagin 9. desember kl 14.30 Hetta sjálvandi ikki fyrsta framsørslan av Mess­ ias í Føroyum. Eins og aðr­a­ staðn­is í heiminum er hetta tón­averk sera vælumtókt og verður tí í flestu ev­ro­piskum miðal­stórum býum framført hvørt ár undan jólum. Í Føroyum var Messias fyrst­u ferð framført í Havn í 1967 og hevur síðani verið fram­ført javnan síðani, sein­ ast í 2016. Men hetta er fyrstuferð at Messias verður framført í Suðuroy. Messias konsertir – og heið­ urs­konsert fyri Ólavi Hátún Stjórin á Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, er í kosin at vera millum tey 28, sum í 2019 evna til, førka og skapa røring í Europa. Tað er miðilin Politico EU, sum á hvørjum ári ger listan við 28 fólkum, ið hava stóra ella týðandi ávirkan á Europa innan politikk, tøkni, miðlar og mentan. Politico EU sigur í grundgeving síni, at Guðrið Højgaard sum stjóri í Visit Faroe Islands hevur staðið á odda fyri snildisliga at seta eitt lítið kent land, har ferðafólk kunnu uppliva nakað heilt serligt, á altjóða breddan. “At vera útvald í ein skara við bara 28 fólkum, sum hvør á sín hátt verða mett at hava stóran týdning fyri Europa, er ein stórsligin heiður fyri Guðrið Højgaard og Visit Faroe Islands, sum vit øll eiga at vera errin av,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. “Men hetta er eisini eitt stórt herðaklapp til øll í ferðavinnuni í Føroyum. Viðurkenningar sum hesar eggja okkum til at halda miðvíst fram, so ferðavinnan framhaldandi kann seta Føroyar á breddan kring heimin, og gerst eitt sterkari búskaparligt bein at standa á.” Millum hini á listanum eru norski uttanríkisráðharrin Ine Marie Søreide Eriksen, Skype stovnarin Niklas Zennstrom, enski tjóðbankastjórin Mark Carney, spanski forsætisráðharrin Pedro Sánchez og bretski andstøðuleiðarin Jeremy Colbyn. Guðrið Højgaard fingið europeiska Hesaferð verða Messiaskonsertirnar eisini heiðurskonsert fyri Ólav Hátún, merkismann inn føroyskt tónleikalív Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin