týsdagur 4. desember 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Danjal av Rana
Eitt niðurlag frá borgar
stjórum og kommunu
skrivstovum,
sum
vit
hava ferðast runt landið
at kaga í skattalistarnar
hevur verið, at nógvar av
hesum heilt høgu lønun
um, rinda lutfalsliga lítið, í
summum førum als einki,
í
kommunukassarnar.
Sum dømi kann nevnast
teir, sum sigla í Grønlandi,
sum als ikki rinda skatt í
Føroyum.
Ein sera stórur partur
av teimum 552, sum hava
eina skattskylduga inn
tøku yvir eina millión
krónur, eru føroyingar,
sum sigla við útlendskum
skipum. Skattareglurnar
eru ymiskar, so onkrir
av teimum rinda skatt
av allari lønini, meðan
aðrir einans rinda skatt
í útlandinum. Aftur aðr
ir rinda skatt av einum
parti av lønini í Føroy
um og einum parti í út
landinum.
Hetta er eisini ein av
bjóðing,
sum
Føroya
Landsstýrið er vitandi
um og hevur umhugsað
at broyta. Skattanevndin,
sum fyrr í ár handaði
landsstýriskvinnuni
í
fíggjarmálum
frágreið
ing sína um føroysk
skattaviðurskifti, hevði
millum annað til upp
gávu at kanna, hvussu
tryggjast kundi, at føroy
ingar í vinnu uttanlands
rindaðu ein størri part
av skattinum í føroyska
landskassan ella kom
munukassarnar.
Tvískattaavtalurnar
gagna ikki
kommunukassunum
Orsøkin til, at tað er
so misjavnt, hvør rind
ar skatt í Føroyum, er í
høvuðsheitum tvískatta
avtalur,
sum
føroysk
ir
myndugleikar
hava
gjørt við onnur lond,
fyrst og fremst granna
lond okkara. Áður hevur
ljóðað, at ætlanin var
at fáa broytt onkrar av
hesum tvískattaavtalun
um, men sum skilst eru
hini londini ikki so fegin
um hetta.
Sambært skattanevnd
ini, so eru ov nógv undan
tøk, frádráttir og ser
skipanir í skattaskipan
okkara, samstundis sum
inntøkuskatturin er ein
størri partur av almennu
inntøkunum enn í gran
nalondunum.
Skattanevndin
mælir
tí til at flyta skattatrýstið
frá inntøkuskattinum yvir
til skattasløg, har borgarin
ikki hevur møguleika við
síni atferð at sleppa sær
undan at gjalda.
Sambært
skatta
nevndini
kann
landið
fáa 53 milliónir krónur
meiri og kommunurnar
40 milliónir krónur meiri,
um verandi serskipanir
og frádráttir verða av
tiknir.
Skattanevndin
mælir til, at hendan inn
tøkan verður nýtt til at
lækka inntøkuskattin.
Uttanlandsarbeiðarar
hava ein frádrátt á 30 %
av inntøkuni upp til inn
tøku á 400.000 kr. Skatt
skylduga inntøkan, sum
eftir er, verður skattað
35 %. Frádrátturin í fiski
vinnuinntøku er 14 % fyri
inntøkur upp til 470.000
kr. Hámark á 66.000 kr.
Samdøgursfrádrátturin
er 300 kr. um samdøgri.
Borgaragjald og
tænastugjald
Skattanevndin mælir tí
til at innføra eitt slag av
borgaragjaldið, sum skal
fella til kommunurnar.
Allir borgarar yvir 20 ár
skulu rinda 300 krónur
um mánaðin. Hetta gevur
landinum eina inntøku
upp á 130 milliónir krónur,
sum eisini skal nýtast til at
lækka inntøkuskattin.
Harafturat skulu kom
munurnar
krevja
eitt
húsatænastugjald til at
rinda fyri vatnveiting,
kloakk, renovatión og
sløkkilið.
Kostnaðurin
verður 1000 krónur um
mánaðin fyri sethús, 800
krónur fyri raðhús og
tvíhús og 600 krónur fyri
íbúðir.
Skattanevndin sigur, at
avleiðingarnar av hesum
broytingunum verður, at
inntøkuskatturin í Før
oyum lækkar, markskatt
urin lækkar og tað verður
ein javnari skatting mill
um tey, sum arbeiða í Før
oyum, og tey, sum arbeiða
í útlondum.
Kári Petersen sigur, at
tey hava ásannað, at tað
neyvan verður gjørligt at
broyta tvískattaavtalur
nar, og tí er betri at álegg
ja nøkur tænastugjøld.
- Heldur enn at royna
at broyta tvískattaav
talurnar, hava vit mælt til
at broyta skattaskipanina
í Føroyum. Við at áleggja
eitt borgaragjald og eitt
húsatænastugjald, kunnu
fólk ikki lata vera við
at rinda í felagskassan,
hvørki tey, sum arbeiða
uttanlands, ella tey, sum
av onkrari orsøk ynskja
at snýta í skatti, sigur
Kári Petersen, formaður
í nevndini, sum skrivaði
álitið.
Hann sigur, at tað er
neyðugt at lækka inn
tøkuskattin, fyri at nýggju
gjøldini ikki skulu økja um
skattatrýstið hjá teimum,
sum búgva í Føroyum.
- Sannleikin er, at
nógv av teimum, sum
arbeiða uttanlands, slep
pa undan at rinda fyri
hesar kommunalu út
reiðslurnar, sum kosta
kommununum eini 300
milliónir
krónur
um
árið. Harumframt rinda
tey einans foreldragjald
fyri barnaansing, sum
tó einans er eini 30% av
kostnaðinum av einum
ansingarplássi. Tað hava
vit tó ikki gjørt nakað við
í hesi frágreiðingini, sigur
Kári Petersen
Hetta tryggjar
javnari skatting
Hann
veit
eisini
um
ónøgdina millum fólk
um, at nøkur sleppa nógv
bíligari í skatti, men nýta
somu tænastur í Føroy
um sum øll onnur.
- Á hendan hátt tryggja
vit eina javnari skatt
ing. Vit bæði lækka inn
tøkuskattin her í Føroy
um og tryggja okkum, at
tey, ið sigla aðrastaðni – og
rinda skatt aðrastaðni –
eisini rinda fyri nakrar
kommunalar
útreiðslur
her í Føroyum, sigur hann.
Kári Petersen sigur, at
í einum globaliseraðum
heimi, har arbeiðsorkan
ikki longur er tengd at
einum staði og har vør
ur
uttan
trupulleikar
kunnu seljast um landa
mørk og tænastur verða
veittar á netinum, er betri
at fara frá eini skatta
skipan bygd einans á inn
tøkuskatt yvir til eina,
sum er meiri tengd at
tænastugjøldum.
- Ein høgur inntøku
skattur minkar um hug
in at arbeiða og er ring
ur fyri búskapin. Tað
er betri at leggja um til
tænastugjøld, so at fólk
eisini kunnu økja um
arbeiðsútbýti hjá sær.
Samstundis fáa vit eisini
javnstillað tey, sum ar
beiða í Føroyum við tey,
sum arbeiða uttanlands,
sigur hann.
Teir, ið sigla við norður
lendskum
fiskiskipum
skulu gjalda allan skattin
í Føroyum.
Teir, ið sigla við grøn
lendskum
fiskiskipum
rinda allan skattin í Grøn
landi.
Teir, ið sigla við øðrum
fiskiskipum skulu rinda
skatt í Føroyum, men fáa
frádrátt fyri tann skatt
in, sum er goldin í út
landinum.
Persónar, ið sigla við
norðurlendskum
fiski
skipum hava eisini rætt
til
samdøgursfrádrátt,
sum er 300 krónur fyri
samdøgrið.
Teir, ið sigla við norð
urlendskum
ferða-
og
farmaskipum skulu gjal
da skatt í flagglandinum.
Frádráttur verður síðani
givin í Føroyum fyri
hendan skattin.
Teir, ið sigla við norð
urlendskum
ferða-
og
farmaskipum, sum ikki
eru undir norðurlendsk
um flaggi, rinda skatt
í Føroyum, uttan so, at
teir rinda skatt í flagg
landinum. Siglir skipið í
norðurlendskum sjógvi,
eigur norðurlandið skatt
in. Frádráttur verður giv
in í Føroyum.
Føroyingar við grøn
lendskum skipum rinda
skatt í Grønlandi, um
reiðaríið er grønlendskt.
Føroyingar, ið sigla
á skipum í oljuvinnuni
á norðurlendskum øki,
gjalda skatt í arbeiðs
landinum.
Frádráttur
verður givin í Føroyum.
Er skipið uttan fyri
norðurlendskt øki, skal ein
bert rinda skatt í Føroyum.
Teir, ið sigla á veit
ingarskipum eru mettir
sum skip í oljuvinnu
ni, um tey eru í norður
lendskum sjógvi.
Teir, ið eru á veit
ingarskipum uttan fyri
norðurlendskt øki, rinda
skatt í flagglandinum.
Frádráttur verður givin í
Føroyum.
Teir, ið sigla við skipum
hjá norðurlendskum reið
aríum, men undir øðrum
flaggi, gjalda ikki skatt
til
norðurlandið,
um
skipið ikki er í tí økinum.
Um skattur er goldin í
flagglandinum,
verður
frádráttur givin í Føroy
um. Annars verður skatt
ur goldin í Føroyum.
Føroyingar,
ið
eru
við skipum í sjóøki hjá
øðrum landi, gjalda skatt
til tað norðurlandið og
fáa frádrátt í Føroym fyri
tann skatt, sum fellur á
inntøkuna.
Føroyingar, ið eru við
skipum í sjóøki uttan fyri
norðurlendskt øki, gjalda
skatt í Føroyum.
Persónur, ið hevur inn
tøku undir DIS, skal ikki
gjalda skatt av inntøkuni
í Føroyum.
Tænastugjøld skulu
hjálpa kommununum
Fleiri av hægstu lønunum rinda ikki skatt í Føroyum. Lægri inntøkuskattur
og fleiri tænastugjøld høvdu bøtt um støðuna, sigur skattanevndin
Kári Petersen, formaður í skattanevndini, heldur, at
tænastugjøld høvdu tryggja eina javnari skatting av teimum,
sum arbeiða í Føroyum og teimum, sum arbeiða uttanlands.
Skattareglur fyri sjómenn
10 tær hægstu lønirnar (menn)
8,0 millliónir krónur – Tórshavnar kommuna
5,7 milliónir krónur – Klaksvíkar kommuna
5,1 milliónir krónur – Leirvíkar kommuna
5,0 milliónir krónur – Runavíkar kommuna
4,6 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna
4,5 milliónir krónur – Fuglafjarðar kommuna
3,7 milliónir krónur – Klaksvíkar kommuna
3,5 milliónir krónur – Eysturkommuna
3,4 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna
3,4 milliónir krónur – Vestmanna kommuna
5 tær hægstu lønirnar (kvinnur)
2,4 milliónir krónur – Fuglafjarðar kommuna
1,6 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna
1,4 milliónir krónur – Klaksvíkar kommuna
1,4 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna
1,2 milliónir krónur – Tórshavnar kommuna