Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Farleiðin út í Hest - finnið eina framtíðar­ tryggjaða loysn! Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs Býráðspolitikarar og umsiting úr Tórshavnar kommunu vóru ein frá­ líkan túr úti í Hesti í gjár seinnapart. Hendan fagra vetrardag gingu vit kring bygdina og hugdu eftir ymsu umstøðunum og fóru so innar í bygdarhúsið, har boðið var til borgarafund við Hestfólk. Eini 20-30 bygdarfólk vóru møtt og í nærum tríggjar tímar varð kjakast dúgliga um framtíðina hjá oynni. Tey flestu vóru komin úr Havn, tí um veturin eru bert eini 10 fastbúgvandi. Hóast fólk vóru konstruktiv og siðilig, var undirtónin álvarsligur. Tað stóð øllum fundarfólkum greitt, at okkurt skal gerast, skal Hestoynni vera lív lagað. Lata allir myndugleikar standa til, eiga vit ivasama heiðurin av, at ljósið varð slókt og bygdin varð avtoftað. Bygdin bløðir út og mønustingin fekk hon, tá landsstýrið fyri tveimum árum síðan skar so meint í túrunum hjá Teistanum út í Hest, at tað ikki ber til at búgva í oynni og arbeiða í Havn. Nú tunnilsarbeiðið fer í gongd við gomlu Rætt stúra Hestfólk fyri, at tað verður steinur oman á byrðu. Tey vænta, at nógv trýst verður á Teistin at frakta útgerð aftur og fram millum Gomlu Rætt og Skopun ísv tunnilsarbeiðið og tað kann aftur koma at ávirka túrarnar út í Hest. Og tey stúra fyri, at teirra rættur til Gomlu Rætt sum havn verður burtur. Nú tey hava mist túrar við Teistanum, eru hestfólk í størri mun noydd at sigla við egnum báti tvørtur um fjørðin, men nú verða tey meir og meir trokaði burtur haðani eisini. Tað tykist, sum ætlanin er, at tað skal ikki vera gjørligt at búgva í Hesti longur. Í prátinum varð tosað um at fríðka um bygdina, gera betri vesir til ferðafólk, stykkja út til summarhús og kanska eisini til sethús og fundarfólki vísti stóran áhuga fyri øllum hesum. Tí mong fólk koma regluliga út í oynna, og tørvurin á at byggja sær summarhús er vaksandi, so hvørt familjurnar vaksa og tað gerst trongt í barndómsheiminum. Og onnur aftur kundu hugsað sær at búð har meir ella minnið fast. Men onki av hesum ber til, um vit ikki – land og kommuna saman – gera av, at vit vilja at har skal vera liviligt í Hesti. Ongin skal ivast í, at Tórshavnar kommuna ynskir at fólk býr og trívist í Hesti. Vit vilja gera eina menningarætlan, har vit stykkja út grundstykkir, vetrarfriða og gera umstøðurnar betri til ferðavinnuna, og sum heild ganga bygdafólki á møti í teirra ynskjum. Men tað, sum hevur allar størstan týdning er, at landið eisini tekur ábyrgd og tryggjar oynni eina tíðarhóskandi farleið. Okkara størsta vón er, at nýsetti landsstýrismaðurin í samferðslu­mál­ um fer at síggja álvaran í støðuni og einaferð med alla fer at loysa sam­ ferðsl­una fyri Hestoynna. Talan má vera um eina framtíðartryggjaða loysn, ið riggar eftir at Sand­oyar­ tunnilin er komin og Teistin ikki long­ur siglir um fjørðin. Heðin Mortensen kennir, um nakar, um­ støð­urnar hjá hestfólki og skilir týdn­ingin av at ikki bara Tórshavnar kommuna, men alt landið, hevur ábyrgd av, at tað er møguligt at liva og virka á útoyggj. Livst so spyrst. 28 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina – Størsti áhugi nakrantíð Mánadagin 3. desember á midnátt var frestin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. februar 2019. Inn komu fráboðanir um 28 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðara­ virðislønina. Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleika­ film­ur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk. Tað er Bank Nordik, ið letur Geytavirðislønina, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andre­ as­sen og David Geyti hava gjørt. Tórs­havnar kommuna letur Áskoð­ ara­virðislønina. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.   Til ber at keypa atgongumerkir á www.nlh.fo Vita einki um virksemið á Eiði undir krígnum Áki Bertholdsen Danskir myndugleikar hava einki tilfar um virksemið á loranstøðini á Eiði undir seinna heimsbardaga. Tað hevur ríkisumboðið, Lena Moyell Jo­ hansen, ríkisumboð, upplýst í Løg­ ting­inum í dag. Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur biðið hana kanna um tað finnast nakrar ætl­anir, tekningar ella yvirlit um hern­aðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli undir seinna veraldar­bar­d­ aga. Og er nakað slíkt tilfar til skjals, spyr Edmund Joensen, um tað er al­ ment, og um tað kann latast før­oy­ ing­um í varðveitslu. – Tað hevur stóran áhuga, bæði søguliga og nú, ferðastreymurin til Før­oya økist í stórum, at fáa fatur í tilfari, sum stavar frá tíðarskeiðnum undir seinna veraldarbardaga, her serliga um virksemið á Eiði og á Eiðis­ kolli, sigur Edmund Joensen. Henn heldur, at tilfarið kann brúk­ ast í undirvísing og sum kunning til ferðfólk, serlig tí at nógvar søgur ganga um at støðin á Eiðiskolli var eitt av týdningarmestu útsýnis­støð­ un­um á norðurmótinum. Men Lena Moyell Johansen sigur, at danska verjumálaráðið hevur einki tilfar um tíðina fyri 1992 og tey hava heldur ikki funnið nakað tilfar, sum kann svara spurningunum. Alt tilfarið um tíðina fyri 1992, er latin danska ríkisskjalasavninum, men har hava tey bara funnið eittans skjal um loranstøðina á Eiði, men tað skjalið var púra óviðkomandi fyri spurningarnar frá Edmundi Joensen, sigur hon.