Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eldraøkið fram til 2022 Bergun Kass, forkvinna Eldra­ nevndin Tórshavnar kommuna Býráðssamgongan, ið tók við í 2016, við Framsókn, Fólka­ flokk­inum og Tjóðveldi, hevði eldra­økið frammalaga í huga og raðfesting. Vit vildu lyfta økið, soleiðis at okkara eldru fáa tíðar­hósk­ andi og virðilig kor umframt bestu røktar- og um­sorg­an­ar­ viðurskifti, tá tørvur er á tí. Sum við øllum býráðsarbeiði og samgonguskiftum, byggja vit á herðarnar á farna býráði, við teimum verkætlanum, sum tá vóru í gongd og øðrum, ið vóru lutvíst klárar at seta í verk. Tí bleiv raðfylgjan soleiðis, at musikkskúlin og skúlin á Fløtum vórðu verksett beinan­ veg­in, fyri síðani at koma til eldraøkið. Arbeiðið at byggja nýggjar skúlar, er nú komið so mikið ávegis, at tað nú ber til at seta ferð á eldraøkið. Langtíðarætlanin hjá nú­ ver­andi býráðssamgongu setir eldraøkið rættiliga á breddan. Nýggir karmar og tilboð um og umsorgan til eitt stórt tal av fólki, okkurt um einar hundrað borgarar. Við hesum vera gomlu og ótíðarhóskandi stovn­arnir - Ellisheimið í V. U. Hammers­ haimbsgøtu og Umlættingar­ heimið endurnýggjaði. Vit byrja við demensøkinum á Tjarnargarði, sum í samband við ístandgerð, eisini blívur víðkað við sjey um­lættingar­ pláss­um, umframt nýggjum venj­ingarmøguleikum, við bæði ergo- og fysioterapi. Okkara eldru kunnu soleiðis fáa dagtilhald, kvøldtilhald, viku­skiftistilboð, umlætting, venj­ingar og búpláss, á einum og sama staðið og í somu skip­ an frá fyrsta degi, ið tørvurin kemur. Umlættingardepil í Rólants­ gøtu í Hoyvik, verður boðin út til arbeiðstøku fyrsta dagin. Pláss verða fyri 28 fólkum, sum á ein og annan hátt hava tørv á umlætting og venjing, í styttri og longri tíðarskeið. Hetta kann vera í samband við skurð­viðgerð og sjúku, men eisini í sambandi við avlasting fyri heimabúgvandi maka, av­ varðandi ella í sambandi við tørv á stimbran. Staðsetingin verður í fjálg­ um og friðarligum øki í Hoyvík, millum vanliga sethúsa­bú­set­ ing, við útsýni út á sjógv og yv­ ir á Nólsoynna. Eitt gott stað til rehabilitering. Hesi bæði nevndu verða æt­ landi liðug í 2020, men til ber at vóna, at arbeiðið fer at ganga skjótari enn mett. Tað triðja verður røktar­ heimið, við tilhoyrandi røkt­ar­ bú­støðum. Her verður talan um 64 búeindir og 14 til­hoyr­ andi røktarbústaðir, sum hoyra til heimið, í tann mun brúk er fyri smávegis hjálp í ger­andisdegnum. Í løtuni verð­ ur arbeitt við at finna hósk­ andi staðseting. Henda verk­ ætl­an er ætlað at standa liðug í 2022. Felags fyri hesar verkætl­an­ ir er, at tað í løtuni sita dugna­ lig­ar og arbeiðssamar byggi­ nevnd­ir, sum vilja gera alt fyri, at øll hesi góðu átøk eydnast í verki. Langtíðarætlanin fevnir eis­ini um Kollafjørð, sum fær eldra­depil, t.v.s. røktarheim og røkt­arbústaðir. Eldradepilin fer at betra munandi um karm­ar og umstøður, umframt at talið á búplássum verður økt. Omanfyri havi eg lýst lang­ tíð­ar­ætlanina av stóru verk­ ætl­an­unum. Sjálvsagt arbeiða vit dag og dagliga við verandi av­bjóð­ing­ um og royna at finna loysnir og betra um viðurskiftini, so­ leið­is at vit fáa hjálpt fólki, tá tíðirnar blíva svárar og tørvur er á okkara hjálp. Vit hava nú játtað nakað meira av peningi til heima­ røkt­ina, so fleiri hendur verða á júst tí økinum. Kommunan leigar eisini nøkur røktarpláss frá aðrari kommunu. Fleiri átøk í gongd, við fyribyrgjandi venjingum, bæði á heimum, felagsvenjing í badmintonhøll og eisini sum vegleiðandi og vísandi til aðrar venjingarstøðir, har fólk sjálvi eru før fyri at ganga til venj­ ingar. Vit hava varpað ljós á sjálv­ boðið arbeiði innan eldraøkið og fleiri átøk er í umbúna. Komm­unan hevur eisini sjón­ eyk­una á rekruttering og av­ bjóð­ingini, at fáa fatur á starvsfólki til eldraøkið sum heild. Sum forkvinna á økinum vóni eg at røkka øllum mál­un­ um. Meðan vit bíða eftir stóru verkætlanunum, er tað mín vón at vit í felag - umsitingin í kommununi, politikkarar og fólk sum heild - stuðla í til­ gongd­ini. Fokus á lampur hjá føroyskum designara Rakul Jacobsen í Havn valdi sær designlampurnar hjá Os­mundi Olsen, tá hon skuldi velja sær eitt evni til enda­ligu uppgávu sína. Rak­ ul er 25 ár, og er í læru hjá Idé Møblum. Lærutíðin er tvey ár, og hon hevur verið í skúla í Danmark í fýra umførum. Nú er hon í gongd við enda­ ligu uppgávuna. Uppgávan skal snúgva seg um handilin, sum hon arbeiðir í, og hon skal velja sær eina vøru ella ein snið­ geva, ið hon so setur fokus á. Rakul hevur valt at at skriva um lampurnar hjá føroyska Osmundi Olsen. Eg haldi at tær eru sera flottar, og haldi at tað er spennandi at skriva uppgávu um føroyskt design innan fyri møblaheimin. Hetta er árstíðin, har fólk plaga at keypa ljós og lamp­ ur. Eg veit at føroyingar plaga at dáma væl at keypa føroyskt, og so er tað eisini ein lekkur jólagáva. Í sam­ band við mína uppgávu lata vit 15 prosent av øllum lamp­ un­um hjá Osmundi Olsen. Føroyski sniðgevin Os­ mund Olsen er kendur fyri sín­ar designlampur. Osmund er gøtumaður, hann byrjaði á Designskolen Kolding í 2008, har hann bleiv liðugur í 2013 sum Master In Ind­ ustriel Design. Lampurnar, sum hann ger, vórðu gjørdar við endaligu próvtøkuna. Síð­an hevur hann útviklað lamp­urnar fyri at optimera produk­tión og prís. Umframt lamp­urnar hevur hann eisini arbeitt við ymiskum øðrum prosjektum. Vindrøkt klárt til at veita grøna orku til 6.000 húsarhald – um politiski viljin er til staðar P/F Vindrøkt Jóhan í Niðristovu Nógv kjak hev­ur tikið seg upp, síðani SEV kom við uppá­hald­in­ um um, at undirritaði, sum ábyrgdarhavari fyri Vindrøkt, og bóndin í Hoyvíkshaganum, forða fyri útbygging av grønari orku. Í 2003 tók myndugleikin stig til, at Røkt slapp at seta upp vindmyllur. Hetta hóast SEV tá tvíhelt um, at tað ikki bar til við vindmyllum í Før­oy­ um. Vindrøkt hevur síðani roynt at ment hetta enn meira við pumpu­verkætlan og øðrum. Síðani eru ávísar manna­ gongd­ir settar í verk, sum skulu fylgjast, tá vindmyllur skulu setast upp. Hesar mannagongdir hevur Vindrøkt arbeitt eftir, og gjørt økir klár, samsvarandi hesum mannagongdum. Við royndunum vit hava gjørt okkum, vistu vit fyri fleiri árum síðani, at Hoyvíks­ hag­in óiva var væl egnaður til endamálið. Nú vit hava fylgt manna­ gongdunum, sum hava verið gald­andi, og gjørt allar kann­ ing­arnar, og eru klárir at fara í gongd at veita grøna orku – longu komandi summar – til tað sum svarar til 6.000 hús­ar­ hald er líkt til, at myndugleikin á økinum ynskir at broyta mannagongdirnar, við stórum trýsti frá SEV. Ja, SEV ákærir enntá Vindrøkt og bóndan at forða fyri útbygging av grønari orku. Vit vilja gjarna kappast undir teimum fortreytum, sum hava verið galdandi. Vit halda tað ikki vera rætt at broyta spælireglurnar, bara tí ein kappingarneyti, í hesum føri SEV, ynskir tað, til tess at draga tíðina út til egnan fyri­ mun uttan samfelagslig atlit. Vit verða sagdir at verða grammir. Kanska ikki líka grammir sum SEV at krevja pen­ing inn frá brúkaranum, men á tí grøna økinum eru vit óiva meira grammir enn SEV – tað hevur søgan víst. Vindrøkt hevur prógvað nú í meira enn 15 ár, at tað ber til við grønari orku í Føroyum, ið byggir á kenda, trygga og kapp­ingarføra tøkni, meðan SEV framvegis heldur seg til dálk­andi orkuna. Tað er spell, um SEV fær ávirkað myndugleikan og pol­ itisku skipanina soleiðis, at teir broyta mannagongdirnar og harvið tarna menningini av grønari orku. Men um myndugleikin vil broyta hugburð aftur tann rætta vegin, verður farið í gongd í Hoyvíkshaganum við tað sama, og grøn orka verður framleidd til tað sum svarar til 6.000 húsarhald. Vindrøkt hevur gjørt økið klárt og hevur bæði tøknina, fíggingina og áræði til at fara í gongd. Lykilin er hjá politisku skip­ anini – um hon fær givið boð til mynduleikan á økium, um at fylgja mannagongdunum, sum hava verið, so er grøn orka klár til 6.000 húsarhald longu komandi summar. Rakul Jacobsen KJAK