Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2018 · Nr. 141 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Silvurbrúdleyp Sunnudagin 30 des. hava Durita og Niels Pauli Toftegaard, Fuglafjørður verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tel. 215030 Durita ella tel. 225562 Niels Pauli áðrenn 7. des. Brúdleyp Fríggjadagin 28. desembur giftast Adelheid Olsen, Klaksvík og Niklas Poulsen, Toftir. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni kl. 12.00. Veitslan verður í býgdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, vera vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 10. desembur á tlf. +298 264180 (Niklas), ella +45 52167243 (Adelheid) ella á facebook. Gullbrúdleyp 22. desember hava vit verið gift í 50 ár. Um Gud vil og vit liva, verður dagurin hátíðar­hildin sama dag í legu­húsinum í Nesvík kl 18.00 Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Tey, ið ynskja at hátíðar­halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga okkum frá á tlf 721010 (Torgerð) / tlf 727272 (Immi) ella skriva til okkum á Facebook áðrenn 7. des. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga Torgerð og Immi Dam 80 ár føðingardagur Tann 8. des. 2018 verða tvíburðanir Fríðbjørg Olsen og Fríðolv Eysturberg 80 ár. Dagurin verður hildin í Roynhøllini kl. 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf. 274832 - 266665 - 575097 áðrenn 1. des. 75 ár 7. decembur verður Rannvá Øregaard Sørensen Søldafjørð 75 ár Dagurin verður hildin í samkomuhúsinum Elim í Søldafirið frá kl 18 Øll eru hjartaliga vælkomin Brúdleyp Vit skulu giftast 29. desembur 2018! Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 11 og opið hús verður í Østrøm frá kl. 19, har øll eru vælkomin til ein nátturabita. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Heilsan Bjørk Herup Olsen og John Olsen. Fá íblástur og ráðgeving, vitja okkara hugnaliga handil á Hálsi. Ring 311400 ella skriva til ordri@thomasdam.fo og bið um tilboð Fá íblástur og fleiri tilboð á facebook TÍN VEITSLU- & KØKSBÚÐ Thomas Dam á Hálsi Veitari til stórkøkar og smákøkar MERKISDAGAR 70 ár Tann 5. januar 2019, verður Mortan (Hjá Hans Paula) Johannesen 70 ár. Dagurin verður hildin í Dansifrøi frá kl. 11:00 til 15:00. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu boða frá á telefon 211296 innan 21. desember. Brúdleyp Anna Maria Steintún og Grímur Kamban Mortensen giftast fríggjadagin 28. desember 2018. Øll eru hjartaliga vælkomin til vígsluna í Ebenezer kl. 11, har móttøka verður aftaná. Veitslan verður um kvøldið fyri innbodnum. 85 ár Hósdagin 6. decembur verður Jóhanna Danielsen Hósvík 85 ár. Hon verður burturstødd. Gullbrúdleyp Tann 28/12 kunnu Margit og Hans Petur Weihe halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima sama dag frá kl 18.00. Øll eru vælkomin. Vinaliga sig frá á Tlf. 747271 áðrenn 20/12. Brúdleyp Jóhanna Suffía Poulsen (Strendur) & Kaj Vilhelm Meyer (Trongisvágur) giftast í Sjóvar kirkju tann 08.12.2018 kl 14.00. Opið hús verður í bygdarhúsinum á Strondum. Byrja verður kl 17:30. Tað hevði glett okkum at sað familju, vinir og kenningar til stóra dagin. (Ikki er neyðugt at tekna seg) Krúndiamantbrúdleyp 5. desembur hava Anna og Marni av Kák, Sørvágur, krúndiamant­ brúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni í Geilini 8. Gullbrúdleyp 28. des. hava vit verið gift í 50 ár. Tað ætla vit at hátíðarhalda í VB húsinum leygardagin 29. des. frá kl. 15.00. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, vera vinarliga biðin um at siga okkum frá á tlf 272669 (Sólmaj) 573660 (Hilmar) ella skriva á fb áðrenn 15. des. Øll eru hjartaliga vælkomin Vinarliga Sólmaj og Hilmar Gullbrúdleyp Leygardagin 29. desembur hava vit verið í gift í 50 ár. Dagurin verður hildin heima, á Tvørgøtu 3 á Sandi, frá kl.17.00. Tað hevði glett okkum, at sæð familju, vinir og kenningar til henda dag. Vinarliga Ragnheiður og Eyðun Gullbrúdleyp Leygardagin 15. desember hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl.15.00 til kl.20.00. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Estrid og Leivur Højgaard Gullbrúdleyp Fríggjadagin 18 jan. hava Hildigunn og Martin Garðalíð, Vestmanna, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 26. jan kl. 18. í hølunum í læknamiðstøðini, Garðatún 12. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenninger hendan dagin. Tey, íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu tekna seg á tlf. 794510 (Majbritt), tlf. 751884(Anja) ella tlf. 252729 (Hildigunn) innan 15. jan.