Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. desember 2018 · Nr. 143 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Føroyska badmintonlandsliðið hevur seinastu dagarnar lut­ tikið í EM-undankapping í Fraklandi. Hetta var í so­kall­ aðari mix-kapping, har spælt var bæði einmansleik, tví­mans­ leik og blandaðan tvímansleik. Kapp­ingin varð skipað sum ein lið­kapp­ing, har tað varð spælt best út av fimm dystum (fyrst upp í 3) í samlaða liðdystinum. Tey, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Rannvá Djurhuus Carls­son, Kristina Eriksen, Gunn­va Jacobsen, Niclas Eystur­oy, Bartal Poulsen og Benja­min Gunnarstein. Stórtap Føroyar vóru í bólki fýra saman við Fraklandi, Slovakia og Est­landi. Hetta var mótstøða í heims­flokki, og tí kom tað ikki óvart á, at Føroyar taptu allar liðdystirnar. Fyrstu tveir dyst­ir­nar taptu Føroyar 5-0 fyri Fraklandi og Estlandi, men í seinasta dystinum ímóti Slova­kia var ein lítil uppreisn, tá ið Bartal Poulsen vann eitt sett og at tvímansleikurin hjá kvinnum, Rannvá D. Carls­ son og Gunnva Jacobsen, á pappírinum fingu ein sigur upp á walkover. - Sum heild hevur kappungin verið góð fyri okkum, sigur Magnus Gaard, føroyskur lands­liðsvenjari. - Tað er ikki hvønn dag før­ oysku spælarirnir fáa tílík høvi. Í einmansleiki hjá monnum spældi vestmenningurin Bar­ tal Poulsen væl, og ímóti besta spælaranum hjá Slovakia kláraði hann at taka eitt sett og var heilt tætt einum sigri, sig­ur hann. Landsliðsvenjarin er eisi­ni nøgdur við spælið hjá tví­mans­ leiki­num. - Í tvímansleiki hjá monnum gekk eisini væl. Í júst hesum hava vit vunnið fyrr, men hóast tøtt sett, so lukkaðist ikki at vinna hesuferð. Niclas Eystur­ oy, Magnus Dal-Christiansen og Benjamin Gunnarstein royn­du seg í tvímansleiki. Á kvinnu­síðuni høvdu vit tað ógvu­liga trupult. Rannvá Djur­huus Carlsson er ikki klár at spæla einmansleik enn, so Kristina Eriksen og Gunnva Jakobsen fingu rættiliga roynt seg í eimansleiki, sigur Magnus og leggur afturat: - Sum heild er hetta gott og neyðugt, um Føroyar skulu halda fast í menningini, sum hevur verið í nógv ár í bad­ minton í Føroyum. Røkka longri Hóast rættiliga stór tap, so met­ir landsliðsvenjarin, at tí­ lík­ar upplivingar geva nakað. - At luttaka í tílíkum kapp­ ing­um er ein partur av einari mið­vísari ætlan at røkka BADMINTON Rannvá D. Carlsson og Niclas Eysturoy EM í badminton: DÝRIR LÆRU­ PENGAR Í FRAKLANDI Føroyska badmintonlandsliðið rann seg inn í nøkur stórtap í EM í badminton. - At luttaka í tílíkum kappingum er ein partur av einari miðvísari ætlan at røkka longur, sigur Magnus Gaard, landsliðsvenjari, sum síðsta dagin fekk eina lítla uppreisn saman við liðnum Gunnva Jacobsen