Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Vit vónaðu, at varhugin ikki er rætt­ ur hjá Jens Andre­asen, serlækna við á­byrgd av all­ari diabetisviðgerð í Før­oy­um, tá hann heldur, at tað er tjóð­skap­arlig fáfongd hjá Tjóð­veldi, sum hevur fingið Sirið Stenberg, heilsu­mál­aráðfrú, at takk­að nei til eitt tilboð frá grunninum hjá heil­ i­vágs­fram­leið­ar­a­num, Novo Nord­ isk, um at seta á stovn eina dia­bet­ is-mið­støð í Føroyum, sum hevði lyft alla di­a­bet­is­viðgerð upp á eitt heilt ann­að stig. Tá hvørki Diabetisfelagið og so slett ikki serlæknin við á­byrgd fyri allari dia­bet­is­við­gerð í Før­oy­um, eru tikin upp á ráð – og tá løg­mað­ur als ikki eru kunnaður um av­gerð­ ina, so skapar tað órógv. Tað er kend fullveldishugsan at halda, at danir gera alt møguligt »fyri at binda okkum tættari at rík­is­fel­ags­skap­i­num«, og tí er tað kanska ikki so løgið, at læknin sær fyri sær, at »her sær Tjóðveldi trøll á aljósum degi«. Tí hví skal ein dansk­ur heilivágsframleiðari bjóða sær til at reka og gjalda eina di­abetismiðstøð í Føroyum? Her má sjálvandi vera stór­pol­i­ tikk­ur uppií. Kanska vil Novo Nor­ d­isk tvinga Føroyar tættari inn í danska ríkisfelagsskapin. Ella hvat? Sirið Stenberg sigur alment, at or­søk­in til, at hon vegna Før­oy­ar hev­ur takk­að nei er, at pol­it­iska skip­an­in fyrst noyðist at taka støðu til prinsippið um, at ein priv­at heil­ i­vágs­fyr­i­tøka fær ein lim í stýrið fyri eina við­gerð­ar­støð í Før­oy­um, í føroyska sjúkrahúsverkinum. Sjálvandi er tað gott at vera á varð­haldi, tá ein stór milli­arda­fyri­ tøka – um enn við einum grunni – so­leiðis roynir at ota seg inn í før­oyska heilsuverkið. Júst Novo Nordisk man vera ein tann fyri­ tøkan, sum føroyska heilsu­verk­ i­ð rindar nógvar pengar fyri all­an tann dýra heilivágin, sum fram­ leidd­ur verð­ur. Tað er ein stór – og fyri íleggjarar – góð forrætning at fram­leiða heilivág. Men fyri tað ber til at síggja tað góða í tí, at ein slíkur grunnur vil gera nakað gott fyri tey, sum hava diabetis í Føroyum. Hendan ætl­anin hjá Novo Nordisk fevn­ ir um alt ríkið, Danmark, Før­oy­ar og Grøn­land. Sambært lækn­a­num Jens Andreasen, so hev­ur lands­ stýr­is­kvinnan arbeitt við hesum máli­num í meira enn eitt hálvt ár. Tí er okkurt sum bendir á, at landsstýriskvinnan og bakland hennara – sum man vera Tjóðveldi, tá løgmaður einki veit – er kom­ið til ta nið­ur­støðu, at ein grunnur hjá Novo Nordisk ikki skal hava ein lim í stýrið fyri eina dia­betis­mið­ støð í Føroyum, sum Novo Nord­ isk rindar fyri. Tí er tað kanska júst »dan­in-er-fanin«-óttin, sum er orsøkin: – Danir skulu ikki sleppa at knýta okkum tættari at rík­is­fel­ags­ skap­i­num undir tjóðveldisleiðslu, kosta hvat tað skosta vil! Vónandi er grundgevingin ikki, at »danin er fanin« TJÓÐSKAPARLIG FÁFONGD? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin SANDEPLI OG GRØNMETI TIL SØLU UTTASTOVUGARÐURIN Á SANDI - 211870 EYSTUROY TÓRSHAVN VIT SELJA VIÐ KOMMUNU SKRIVSTOVUNA Í SALTANGARÁ LEYGARMORGUNIN 15. DES. FRÁ KL. 10.00 TIL 13.00 OG Í GØTU (FISKAVIRKINUM) FRÁ KL. 11.00 TIL 14.00. BERT EPLI VIÐ. Í VÁGSBOTN MÁNAMORGUNIN 17. DES. FRÁ KL. 9.00 TIL 12.00